Nú mugu vit standa saman um Kringvarpið

Í kjalarvørðinum av nógvu uppsøgnunum í Kringvarpinum, er sama jabbið at hoyra, um at Kringvarpsgjaldið skuldi verið sjálvboðið, at Kringvarpið er litað av Tjóðveldinum, og at tað er púra beint at systematiskt niðurlaga tað.

Tað er beinleiðis ræðandi, at politiski myndugleikin í so nógv ár, hevur latið staðið til, væl vitandi, at ein fastfryst inntøka, merkir støðuga niðurlaging.

Tað gleðir meg, at landsstýriskvinnan tyktist at taka hetta í álvara, og ynskti at gera breiða semju um hetta, soleiðis, at stóra spariætlanin vónandi kann steðgast, áðrenn hon verður framd endaliga.

Til hetta krevst, at okkara politikarar taka ábyrgd, droppa populistisku atkvøðujakstranina, og semjast um, at Kringvarpið er alneyðugt. At tað tí ikki bert skal prísjavnast, men mennast enn meira. Tí vit hava øll brúk fyri eini sterkari pressu, og privata pressan liggur í skeljasorði.

Um tað ikki fæst breið semja, eigur samgongan at gera eina prísjavning her og nú, og síðan arbeiða víðari fyri at finna breiðu semjuna.

Eg haldi, at antin eru fólk forkelaði, ella bara sera illa upplýst, tá tey ikki síggja álvaran í, hvat eitt samfelag uttan fría pressu kann blíva til. 

Eg eri eisini fullgreiður yvir, at summi hava eina agenda, drivnan av reinum fananskapi, eina agenda um at skapa eitt annað slag av samfelagið, har pressan og onnur ikki sleppa at finnast at. Men hetta slagið er í øllum samfeløgum. Tey draga so onnur við sær, ið ikki skilja álvaran, og ikki gjøgnumskoða fananskapin.

Í einum samfelag hevur ein frí og væl fíggjað pressa ein grundleggjandi leiklut í at tryggja okkum øllum móti tyrani, og órætti. Tað er ikki uttan orsøk, at man kallar fjølmiðlarnar fyri 4. statsvaldið. 

Henda leiklut hevur Kringvarpið eisini. Sum einasti miðil, ið hevur havt fólkið og fíggingina til at gera kritiskan journalistikk, hevur Kringvarpið støðugt verið á varðhaldi. Hetta er nóg mikið til, at politikarar, vinnulívsrisar og fólkaforførar halda seg so frætt í skinninum, sum teir gera.

Sjálvandi er rætt, at vit sleppa at finnast at, tá Kringvarpið ger okkurt galið, ikki røkir sínar skyldur nóg væl, ella um tey eru litaði ella hava agendaðir.

Eg havi sjálvur funnist at Kringvarpssendingum, ið ikki hava livað upp til journalistisk grundvirði, ella sum ikki í nøktandi mun hava livað upp til óheftni. 

Tað er í lagi, at kritisera, men kritikkur má vera bygdur á objektivt ástøði.

Í vikuni var Dagur og Vika, har ein tinglimur hjá Tjóðveldi framdi eitt frontal álop á sín egna formann, og sín egna samgonguleiðara. Hetta fylti sum vera man nógv í sendingini. Formaðurin varð konfronteraður, bleiv kritiskt interviewaður og mátti svara fyri seg. 

Hetta er um nakað ein stór tíðindasøga

Men hóast tað var nógv at lesa á Facebook, nógv øsing um at innslagið yvirhøvir varð sent.  

Nøkur funnust at, at Tjóðveldi fekk so nógv pláss, og onnur funnust at, at Tjóðveldi fekk so harða viðferð. Báðir pástandar vóru líka burturvið, og eru við at niðurlaga álitið á okkara almenna public service miðil.

Ein vinkul var, at nú var spindoktarin hjá Tjóðveldi blivin tíðindaleiðari, og beinanvegin fekk Tjóðveldi so nógv pláss. 

Hetta bleiv nógv deilt og nógv dámt. Hetta hóast tíðindaleiðarin ikki kemur í starvið fyrr enn 1. januar, og at virkandi tíðindaleiðari faktiskt hevur stillað upp fyri ein andstøðuflokk, og er av góðari sambandsætt og góðari journalistaætt og í míni fatan bæði objektivur og reiðiligur í sínum arbeiði.

Vit mugu vera varin við at blint brúka okkara fótbólts- ella x-factor gen til at døma um tíðindaflutning.

At onkur, ið okkum dámar verður viðgjørdur kritiskt, merkir ikki, at viðgerin er litað ella skeiv. Okkum nýtist ikki at dáma tað, men fyri tað kann viðgerin vera journalistiskt í lagi.

Kringvarpið er ein av okkara týdningarmestu stovnum, og óreiðiligu álopini eru við til at niðurlaga henda stovn.

Nú er tíðin, at vit standa saman, og at eitt samt løgting lyftir Kringvarpið, føroyskari mentan, føroyskum máli og føroyskum demokratiið at frama. 

 

 

Tey sum spældu á ólavsøkukonsertini/Tórsfest 1986-2023.

Eg havi gjørt eitt yvirlit yvir teir bólkar, ið hava spælt á ólavsøkukonsertini, fram til í dag, tá konsertin er blivin til Tórsfest.

Nøvnini eru funnin í tíðindaskrivum undan konsertunum, og eru ivaleyst ikki øll røtt.

T.d. Kunnu avlýsingar og avloysarar vera komnar okkurt árið. Nøkur ár hevur Magnus Pauli Poulsen upplýst í Facebookbólkinum Tónleikanørdar.

Í og við at tidarrit.fo ikki gongur longur upp enn 2003, var torførari at finna nøvnini á nýggjaru konsertunum, men við góðari hjálp frá Google, so eri eg komin á mál.

1986 – Skansin
Frændur, Zenit, Twilight, Bacon, Tinganest, La Rouche, Anfinn & Co, Vestmenn og Símun úr Konoy.

1987 – Skansin
Jofokassar, Plúmm, Devon, Zenit, Paragraf, Black Panthers, Orion, Av og á, Bacon, Seaquence, Springs, Anfinn & Co, Ingun & Co., Georg & Co. og Tinganest.

1988 – Læraraskúlavøllurin
Vestmenn, Skorar, Drøn, Ampi, Springs, Robert & Vinmenn, Gras við Símun úr Konoy, Áarósabólkurin, Stagefright, Driv, Hanus Johansen, James Olsen og Black Panthers.

1989 – Læraraskúlavøllurin
Kontrast, Áarósabólkurin, Springs, Devon, Black Panthers, Elin Heinesen & Kári Jacobsen, Sørvings, Paria, Hamrar, Frændur, Absurdy Fair, Desmond and the Twotoes, Føstufressar, Drøn, Rockwall og Prikkar

1990 -Yviri við Strond
Kojo, Símun úr Konoy, Paria, Ingun Simonsen, Robert & VInmenn, Ghostriders, Deiggj, Springs, Sunrise, Chase, Playboys, Rasputin, Jóannes Jakobsen og Elin & Kári

1991 – Yviri við Strond (avlýst, men var so dagin eftir í Høllini á Hálsi)
Ingun Simonsen Band, Cruiser, James Blues Band, Arsenik, White Ox, Arrival, Replar, Húskallar, Impulz, Panic, Rock Menn, Spector, Paria, Outsiders, Drøn, Bad Habit, Kojo, Superior og Roks.

1992 – Eystara Bryggja, við pakkhúsið hjá Skipafelagnum
MC-Hár, Utopia, Eclipse, Arsenik, Spector, Superior, Wolfgang, Obllivion, Panic, Impulz, Paria, Kontrast, Róin og vinmenn, Hanus Johansen, Eyðun & Terji, Playboys (Rockmenn og Deep In (í greinini stendur, at væntandi vera hesir bólkar við. Kanska onkur av teimum, ið spældu við, kann vátta um teir spældu.)

1993 – Eystara Bryggja, við pakkhúsið hjá Skipafelagnum
Ikaros, Lisa Sær Dupult, Mold, Róin & Vinmenn, Soft, Jens Aksel Heldarskarð & Twilight, Robert & vimenn, Musketerarnir, Deiggj, Devon, Black Panthers, Absurdy Fair, Revival, Kim & Co, Hjarnar, Wolfgang, Rockwall og Chase.

1994 – Á Skálatrø
Ikaroz, Mold, Razamanaz, DDT, Trafik, Revival, Deiggj, Superior, Tvazz, Hanus Johansen, Enekk, Rockmen, Betrayer og Mark No Limits,

1995 – Á Skálatrø
Eclipse, Hatespeech, Jú-Men, Kjølar, Mold, Oblivion, Razamanaz, Revival, Rock Men, Traffic, Velvet og Mother of Mary.

1996 – Á Skálatrø
Tórshavnar Bigband, Black Panthers, Deiggj, Diatribes, Goodinoff (DK), Hatespeech, Headrrush (DK), Kjølar, Lokum (skiftu navn til Tangz á konsertini), MC-Hár, Mold og Niels Midjord Quintett, Revival (meldaðu avboð vegna sjúku)

1997 – Kommunuskúlagarðurin
Wild Child, Soulmade (FO/DK), Taxi, Mold, Bims, Moirae, Kjølar og Mark No Limits.

1998 – Kommunuskúlagarðurin
Moirae, Kjølar, Visible Fish, Taxi, I am, Flux, Wild Child og Aria

1999 – Kommunuskúlagarðurin
Phantoms, Kjølar, Aria, Tangz, Wild Child, Diatribes, Clickhaze, MC-Hár, Mold og Ólavur Presley

2000 – Kommunuskúlagarðurin
Airbags (skiftu navn til Bates Motel á konsertini), Flux, I Am, Clickhaze, Wild Child, Tangz, Frændur,

2001 – Kommunuskúlagarðurin
Faroe Teens, All That Rain, Flux, I Am, Tangz, Týr og MC-Hár

2002 – Kommunuskúlagarðurin
D-Zanz, Krit, Hatespeech, Makrel, Deja Vu, Tangz, Rowan, MC-Hár, 200 og Clickhaze

2003 – Kommunuskúlagarðurin
Monkey Mongolia, Headache Blues Treo, Deja VU, All That Rain, Take Off, MC-Hár, Troels Skovgaard, Rowan, Frændur og Førstufressar

2004 – Kommunuskúlagarðurin
Paradox, GóGó Blues, Gestir, Headache Blues Treo, I Am, Fluffy Toys, Páll Finnur Páll, Hatespeech, Gunnar Mikkelsen, Kristel Lisberg, Týr og Makrel.

2005 – Kommunuskúlagarðurin
Synarchy, Paradox, Side Effect, Lama Sea, Deja Vu, Terji & Føstufressar, Tim Christensen (DK), Super Sonic, GóGó Blues og EGR2PLZ
Í Tjaldinum: Tórshavnar Stórband

2006 – Kommunuskúlagarðurin

Ineptus, Beatboy, Crawling Blue, Gunnar & Maria Guttesen, Kristleif Zachariassen, Høgni Lisberg, Lena Anderssen, Eyðun Nolsøe Band, Marius Solo, Mezzoforte, EGR2PLZ, Dreams, Side-Effect og MC-Hár, Stórbandittarnir við Ólavi Olsen spældu í teltinum.

2007 – Kommunuskúlagarðurin
Side Effect, Johnny Deluxe, SIC, Crawling Blue, Páll Finnur Páll og Eyðun og Terji

2008 – Tórsgøta
Hanus G Johansen við bólki, Páll Finnur Páll, Lena Anderssen, Sic, 200, BET YOU ARE WILLIAM, Synarchy, DJ Pete Switch, Eager to Please, Katla, Martin Joensen og Brandur Enni.

2009 – Tórsgøta
Innandura: á Tjóðpallinum: Guðrið Hansdóttir, Terji Rasmussen, Jens Marni Hansen, Hanus G. Johansen
Uttandura: Ragnar, Faroe5, The Ghost, SIC, MC-Hár, Páll Finnur Páll, Frændur og Vestmenn

2010 – Tórsgøta
Páll Finnur Páll, Guðrið Hansdóttir, Bet You Are William, Crawling Blue, Jens Marni Hansen.
Hamferð, Grandmas Basement og The Ghost
Undirbeat pallurin: Ubernørd, Brynjold, Afrokid, FRAU, Kasper Bjørke(DK) og VJ MM (Marionnu Mørkøre)

2011 – Skálatrø
Mike, DJ Pandaboy SIC, Gipsy Train, Kristel Lisberg, Brandur Enni, dansarar úr Kennir tú Margar?, FAROE5, The Dreams, Páll Finnur Páll

2012 – Tórsgøta
MC-Hár, 200, Páll Finnur Páll, Eyðun og Terji Band, Sveinur, Swangah Dangah, Glóð, Gipsy Train, Grandma’s Basement, Brynjolfur, Uni Debess og The Colour Storm2013 – Tórsgøta
Noah (DK) Svenstrup og Vendelboe (DK), Páll Finnur Páll, Glóð, Swangah, MC-Hár og Boys in a Band.

2014 – Gongugøtan
Frank in a Phonebox, Punjab, Littlefish (DK), Chase, Michael Learns To Rock,(DK), Eyðun & Terji, Infernal (DK), Brynjolfur
Trubadurpallurin: Bjarki & Dánjal, Voices of Rock, Finnur Koba, Signar & John

2015 – Gongugøtan
Goresquad, Sakaris, Týr, Pretty Maids, Swangah, Basshunter og Byrta, Kúllarnir, Synarchy, Sic, Páll Finnur Páll, Frændur, Signar & John og Hjarnar.

2016 – Gongugøtan
Angela og Hannibal, Bubu, Kúllarnir, Eivør, Punjab, Saybia (DK), Marius Ziska, Sean Kingston (US), MC-Hár, Carpark North(DK), Eyðun & Terji og Týr

2017 – Gongugøtan
Jensina Olsen, Trøllaomman, Janus Wiberg Mortensen, Jákup Eli Joensen, Fríðrik Dór (IS), Hamradun, Poul Krebs & Michael Falch (DK), Konni Kass, Dave Bickler + special guests(US), Marius Ziska, John Martin + Michal Zitron (SE), Páll Finnur Páll, Seeb (NO) og Swangah

2018 – Gongugøtan
Barnadix, Bubu, Maria Montel(DK), Burhan G(DK), Jacob Dinesen(DK), Smokie (UK), Danny & The Veetos, Carpark North(DK), Signar í Homrum, Icona Pop(SE), Vit vilja ongantíð doyggja og Burak Yeter (TR)

2019 – Gongugøtan
William Da Silva, Angela og Hannibal, Bubu, Saint Kodiak (NO), Hjalmer Larsen (DK), Dee Snider (US), I Am, Suspekt(DK), Halberg and Friends (DK), L.O.C.(DK), Danny & The Veetos og Martin Jensen (DK)

Avlýst 2020-22

2023 – Vágsbotn og Tórsgøtu
Angela og Hannibal, Trøllaomman, Telemama, Árni & Julian, Lukas Graham (DK), Whigfield (DK), Carpark North (DK), Dynamit, The Ones (DK), Tinganest og Gilli(DK)

Verið góð við hvør annan, og lúgvið minni

 

Eg veit væl, at eg skal vera varin, tá eg úttali meg um ógvisliga ágangin og nógvu lygnirnar, ið ávísir ekstremir bólkar í hesum døgum spjaða um Faroe Islands Film Festival og Norðurlandahúsið.

 

Unnusta mín er sum flest øll vita, stjóri í NLH, og tí er hetta alt dekan ov nær.

 

Samstundis havi eg í yvir 20 ár støðugt úttala meg um rættindini hjá samkyndum, og tað neyðuga stríðið, ið hevur verið fyri hesum rættindum. Eg havi eisini støðugt tala  ímóti teimum kreftum, ið við lygnum, ófantaligheitum og ræðumyndum hava gjørt tað, til sítt mál í lívinum, at onnur ikki skulu kunna liva, sum tey eru fødd.

 

Eisini trúgvi eg heilhjarta uppá eina fría mentan, og hetta at samstarva um mentan yvir landamørk. Norðurlandahúsið hevur frá barnsbeini verið við til at menta meg, gjørt meg tann eg eri, og víðka mín mentanarliga sjónarring. Hetta húsið hevur ikki so sjáldan lagt pall til mín, bæði sum tónleikara, rithøvund og viðmerkjara seinastu 30 árini. Tí meti eg meg hava rætt til at úttala meg.

 

Tað kann ikki vera rætt, at eg nú skal sensurera meg, tá lygnirnar eru verri og ljótari enn nakrantíð.

 

Men fyri at gera tað heilt greitt, so úttali eg meg vegna meg sjálvan, og ikki vegna unnustu mína ella hennara arbeiðspláss.

 

Hetta er mín demokratiski rættur, og í hesum døgum, har sjálvt fólk, ið eg taki fyri fult, blíva lumpaði av lygnunum hjá Heidi M. Johansen, Steffan Klein Poulsen og øðrum, og rætt og slætt endurgeva tær sum sannleikar, so er hetta eisini mín demokratiska skylda.

 

Nú Miðflokkurin vil melda Føroyar úr Norðurlondum, tí Norðurlond (íroknað Føroyar) hótta rættin hjá Miðflokkinum at sensurera tey, ið Miðflokkurin ikki metur umboða “røttu” virðini, so mugu øll hampafólk standa saman og tala at.

 

Góðu miðflokkafólk, tit og tykkara skutilssveinar m/k prógva við verandi herferð, hvussu neyðugt tað arbeiði er, ið LGBT ger.

 

Alt prát um, at LGBT er ov sjónligt, og um at “tey” longu hava fingið so nógv rættindi, og hví tey nýtast at vera so sjónlig, kann nú tagna, herferðin hjá tykkum vísir, at hetta stríðið als ikki er vunnið enn.

 

Tit prógva eisini við tykkara gerum týdningin av FIMFF og tí arbeiði fyri tolsemi, ið festivalurin leggur fyri dagin.

 

Tað undrar meg hvussu lítið 8. boð: “Tú skalt ikki bera rangan vitnisburð” hevur at siga fyri tykkum.

 

Tit lúgva so tað drívur úr tykkum, hóast hetta er synd.

 

Hetta upplivdu vit í heilt ekstrema grad í ljóta skrivinum hjá Heidi M. Johansen, og vit upplivdu tað aftur í gjár, tá Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum, fyri opnari mikrofon leyg um FIMFF. Umframt vanligu lygnirnar um, pástóð hann eisini at skúlar vóru bodnir til drag show, hóast hann væl veit, at hetta ikki er so.

 

Skúlaprogrammið snýr seg um haturstalu, næmingar hoyra m.a. frá eini ungari kvinnu við myrkari húð, ið greiður frá, um tað at vera myrk í einum sera hvítum samfelagi. Hvussu hon hevur verið fyri rasismu og hvussu tað kennist.

Ein tvørkyndur maður, ið er uppvaksin í eini muslimskari familju í Gellerupparken í Århus, greiður frá um sín uppvøkstur, og eitt umboð fyri LGBT Føroyar tosar um haturstalu, ið føroyskir LGBT’arar uppliva.

 

Alt tiltøk, ið vit øll hava gott av at hoyra, og sum vónandi ger at næsta ættarlið verður betur enn tað, sum vit uppliva frá vaksnum fólki í hesum døgum.

 

Eg undrist, hvussu kann tað vera, at eitt av teimum 10 boðunum, kann brótast uttan nakað problem, meðan samkyndleiki gersta størsta synd í heiminum?

 

Tey 10 boðini eru grunnleggjandi, har eru sku ikki so nógv at diskutera, um man er Bíbliutrúgvur. Samkyndleiki er harafturímóti eins og nógv annað í Bíbliuni nakað, ið verður nevnt perifert, og sum í nógv størri mun enn tey 10 boðini kann tulkast fyri og ímóti.

 

Har er nógv í Bíbliuni, ið kann tulkast, eitt nú haldi eg, (Hetta eru ikki mínar meiningar, men ting eg havi lisið í Bíbliuni) at Bíblian sigur, at kvinnur við mánasjúku skulu út um bøgarðin, at dreingir, ið hava vátar dreymar eru óreinir, at vit ikki mugu eta svínakjøt (eg elski bacon), at vit ikki mugu taka ímóti blóði, at vit ikki mugu blanda ymisk matsløg á sama tallerki, at næstrakærleikin er tað týdningarmiklasta, og at vit ikki skulu døma hvør annan.

 

Hesi bæði síðstu, royni eg eg at liva eftir, eftir besta førimuni. Annað, giti eg, mest sannlíkt man hava snýkt seg inn í Bíbliuna, tí tann, ið skrivaði hetta hevði hesa meining ella agenda. Eg lærdi eitt nú á Zarepta, at Bíblian var skrivað í Miðeystri, og har vóru nógvir trupulleikar við sjúku, ið komst av at svínakjøt ikki varð rætt handfari í nógva hitanum, og at hetta tí ivaleyst var orsøkin itl, at tað forboðið var komið í Bíbliuna. Ein pragmatisk forkláring, ið gav meining fyri 14 ára gamla Niels Una, ið sostatt jaglaði víðari uppá baconpettið.

 

So Miðflokkur, Heidi og hini, roynið at seta næstrakærleikan á skrá, roynið at lúgva minni, minnist til at vera góð við tykkara medmenniskju, eisini, tey, ið tit ikki eru samd við, og vælsignaðu farið á tiltøkini hjá FIMFF, eingin hevur meira tørv á teimum enn júst tit.

There is a time, there is a place

Kanska mest irriterandi konsert, ið eg havi verið á, tað er kenslan, ið eg siti við eftir at hava upplivað Quinquis og Yann Tiersen í Sirkus í gjárkvøldið.

Hetta var absolutt ikki versta konsertin, ið eg havi upplivað og hæddarpunktini vóru høg. Heldur er tað kenslan av, at hetta kundi havt verið so nógv betri, ið ger tað so irriterandi, ja, faktiskt fucking irriterandi. 

Á G!Festivalinum var kirkjukonsertin hjá Yann Tiersen samstundis sum Bríet spældi á sandinum. Tí bleiv íslendska fjøllistakvinnan tikin framum (og leveraði eina framúr konsert). Men øll tosaðu um Tiersen konsertina í kirkjuni.

Tá eg sá, at Tiersen skuldi spæla í Sirkus, var eg skjótur oman at keypa atgongumerki, sum skilst varð konsertin útseld eftir einum tíma. Hetta er ikki so løgið, eftir søgurnar um hvussu frálík kirkjukonsertin var.

Kunngjørt var, at Quinquis eisini spældi, Quinquis er listarliga navnið hjá konu Yann, Émilie Tiersen. 

Eg havi lurta nakað eftir hennara tónleiki, men burtursæð frá mesta spælda lagnum Adkrog, hevur hon ikki sagt mær nakað stórvegis.

Quinquis hevur eitt virðingarvert og áhugavert málsligt projekt, ið snýr seg um at fáa lív aftur í bretanska málið, men tónleikaliga er stutt sagt nokkso fitt eftir á mál.

Hennara tónleikur er sera listarligur (í mangul av betri orðum) og arbeiðir við friðarligum ljóðuniversum, meditativt ofta, og í mínari metan rættiliga óáhugavert. Góði lesari her kemur yvirskriftin inn: There is a time, there is a place.

Eitt tílíkt friðarligt univers riggar illa inni í eini barr, enn verri í eini barr, har fólk mugu sita í trappuni og onnur standa,(tá skulu konsertir helst ikki vera yvir ein tíma) og fyri at vera heilt erligur, so riggaði tað als ikki í eini barr, har ein bólkur av sera larmandi monnum tømdu nógvar øl í niðastu hædd, og samsvarandi nógvar bløðrur á ovastu hædd. 

Larmurin av niðaru hæddini var konstantur og órógvaði møguleikan hjá okkum, ið sótu í aftara endanum av rúminum fyri at fáa nakra meditativa innliving í tónaheimin, trafikkurin upp og niður gjøgnum trappurnar gjørdi tað hopleyst. 

At tónleikurin var so løgin, at man ivaðist í hvat var tilvitað og hvat var ótilvita, gjørdi tað ikki betri. Sum ein segði utanfyri í pausuni: “Hetta er so sneditt, at eg ikki veit, um tað er við vilja, at hon syngur í eini øðrum tóna enn hon spælir”

Tey allarflestu í Sirkus vóru komin fyri at lurta eftir Yann Tiersen, men hetta forðaði ikki Quinquis at spæla í næstan ein tíma, hetta er bæði for langt til hølið, til høvið og til hennara evnir.

Eftir ein stuttan steðg fór Yann Tiersen á pall, og her hækkaði støðið markant. 

Hann er knasandi dugnaligur og spældi løg sjálvur og saman við konuni, Jens L. Thomsen, Ólavi Jákupssyni og Kára Sverrissyni. 

Heilt einastandandi gott, og lagið “Hon leitar” hjá Orku, fekk eina heilt nýggja dimensión í mínum hugaheimi. Jens L. Thomsen er eins og Tiersen eitt unikum, og saman vóru teir framúr. Men hæddarpunktini vóru fleiri, ikki minst endin, tá Yann Tiersen veruliga gekk amokk við nógva elektronikkinum. 

Eg má nevna teir báðar Kára Sverrisson og Ólav Jákupsson, tað er heilt fantastiskt, at vit eiga tílíkar røddir, so fantastiskir sangarar báðir.

Onkur hevði enntá latið hurðina aftur til larmin niðrið undir, og nú skuldi alt verið so gott! 

Men nei, Tiersen hjúnini høvdu tikið børnini við. Tey vóru saman við barnagentuni á ovastu hædd í Sirkus, so tá tey byrjaðu at gerast ótolin, tí hetta tók so langa tíð, so valdi barnagentan at tendra fyri teknifilmi – við ljóðinum fulldrøn frá, hatta gjørdist sostatt eitt nýtt konstant óljóð alla konsertina. Her noyðist eg at venda aftur til yvirskriftina: There is a time, there is a place.

Eg ivist ikki í, at tey sum sótu innast fingu eina góða konsertuppliving, ikki minst seinna tíman, men har eg sat, var tað fucking irriterandi. 

 

 

Veruligar loysnir takk

Nú ein politikari aftur gevur okkum síni boð uppá, hvussu “rúsevnistrupuleikin” skal loysast, so má eg tíanverri endurtaka meg.

Tí jú, vit hava absolutt ein rúsevnistrupuleika, men sjónarmiðið á, hvør trupuleikin er, er tíanverri, sum rúsevnispolitikkur hevur verið í meira enn hundra ár. Sjálvt í londum sum USA, har man hevur havt alvápnaði herlið at verja landamørkini, hevur hesin leistur einki hjálpt.

Trupulleikin er ikki rúsevnisnýtsla, men rúsevnismisnýtsla. Harumframt eru vandamiklu rúsevnisblandingarnar ein stórur trupulleiki. Eisini hevur verandi rúsevnispolitikkur skapt eina g´róðrarbotn fyri nøkrum heilt hol í høvdið vandamiklum rúsevnum, ið bert yvirliva í einum forboðs klima.

Fólk keypa rúsevni, frá fólki, ið aldeilis ikki eru kompetent at selja ella fyri sovítt keypa rúsevni. Ofta eru “skitin” rúsevni í umferð. Tað merkir, at okkurt ov sterkt ella ov illa blandað verður selt, sum okkurt, ið tað ikki er, úrslitið er deyðir ungdómar, ið bara ætlaðu at stuttleika sær eina løtu.

Eisini er ein trupuleiki rúsevni, ið eru so vandamikil og oyðileggjandi, at tey bert yvirliva, tí fólk ikki hava ráð til annað, man kann nevna Krokodile, ið gera stóran skaða á brúkaran. Hetta hevði als ikki komið uppá tal, um veikari og minni skaðilig rúsevni vóru atkomilig.

Rúsevni eru ov stórt álvarsmál, til at lata tey kriminellu taka sær av teimum. Øll vita, at rúsevni fara at verða brúkt, løgreglan kann kanna fólk, handtaka fólk, ræða fólk, kropsvisitera fólk og fæ, í klæðum og endatarmum, men óansæð verður altíð møguligt at ogna sær rúsevni. Hetta sigur søgan okkum, og forboð hevur ongantíð riggað.

Sjálvt í fongslum, sum hava múrar við píkatráði og vápnaðum vaktum og yvirvakingartólum, sleppa rúsevni í stórum mongdum inn. Tá tað ikki riggar í einum so væl kontroleraðum og avmarkaðum øki, sum einum fongsli, hvussu skulu vit so klára at basa rúsevnanýtsluni í øllum samfelagnum?.

Vilja vit veruliga sum samfelag góðtaka, at okkara ungu fólk vera sett í so stóran óneyðugan vanda, tá loysnin er so einføld. Lat kompetentar myndugleikar taka sær av søluni av rúsevnum. Selji tað í rúsevnishandlum, á sama hátt sum rúsdrekka verður selt í Rúsuni í Føroyum. Legg avgjøld á tey, á sama hátt sum við rúsdrekka.

Okkara fólkavaldu mugu gera tað, ið neyðugt er. At legalisera og stýra útbreiðsluni av rúsevnum,.

Eg fari at enda við nøkrum argumentum fyri, at legalisera øll rúsevni, og so mugu vit vóna, at rationellu argumentini fer at stýra avgerðunum hjá okkara fólkavaldu:

– Eyka inntøkan av avgjøldum á rúsevni, fer at geva somikið nógv til landskassan, at tit kunnu seta skattin uppaftur meira niður, hetta er enn eitt alternativ til inntøkuskattin, ið fólk báðumegin miðjuna hava leitað eftir.

– Við at skipa søluna fáa vit yvirblikk yvir nýtsluna.

– Meðan nýtslan møguliga veksur av legalisering, so bendur alt á at misnýtslan minkar.

– Krøv kunnu setast til góðskuna og skaðiligheitina av rúsevnunum.

– Fíggjarliga grundarlagið hjá teimum kriminellu hvørvur.

– Vit sleppa undan at seta okkara ungu fólk í fongsul, og spara útreiðslur til hetta.

– Forboð í 100 ár hevur ikki riggað, so tað man neyvan fara at rigga nú

– Rúsevni eru ov stórt álvarsmál til at lata tey kriminellu taka sær av tí

 

Tá javnaldrar doyggja

Yrking, ið eg skrivaði til tiltakið, Yrkingar og Jassur á Vetrarjassi 2023, íblást av at fylgja einum javnaldri til gravar.

Tá javnaldrar doyggja

buka tankar uppá

Skuldi eg ringt til Magna Husgaard 

sagt, at um hann yvirlivir meg, 

skal hann spæla urgu í til mína jarðarferð?

Vit eru javnaldrar, Magni og eg

Vit gingu í barnagarði saman

Hann er faktiskt havnarmaður

Spælir við í bólkinum

Einki er betri fyri eina jarðarferð enn ein góður urguleikari

Magni er góður urguleikari

Ella jú faktiskt, ein góð prædika er betri

Skuldi eg ringt til Theodor Eli, og sagt, at hann skal vera prestur?

Hann er nakað yngri enn eg

Hann kennur meg

Tað er nakað serligt við eini prædiku

tá prestur kennur tann farna

Soleiðis var til hesa jarðarferðina

Eg flenti hart einaferð

Fangaði meg í tí

Var tað rætt at flenna til eina jarðarferð?

Hvørjar sálmar skal eg velja?

Tey skulu spæla Umsúkling, tá eg blívi borðin út

tað veit eg!

Malan og Arina kundu sungið, um teirra røddir yvirliva meg

og Katrin og Ragnheiður.

Júst sum tær gjørdu fyri 25 árum síðan í West River Studio

Eg hugsi um Jan, sum við ognaðu Umsúkling til

Hann fór eisini ov ungur, alt ov ungur

Eg verið 50 í mars

Meira enn dupult so gamal, sum Jan varð

Nær er man ov gamal at fara og ov ungur?

Skuldi eg tosa við Biritu um eitt testamenti?

Og hvussu skal testamentið ljóðað?

Skal eg skriva

Magni Husgaard, organistur

Theodor Eli, prestur

Umsúkling við Maluni, Arinu, Katrin og Ragnheiður?

Skulu synirnir arva Nudlavirkið?

Ella Gunn?

Hvat skulu tey brúka tað til?

Ella skulu starvsfólkini arva tað?

Kanska ein kombinatión

Eg eri glaður, at babba seldi Faroe Agency

So vit Ikki arvaðu tað

Tað hevði verið ein byrða

eisini áðrenn Rusland leyp á Ukraina

Men Tummas vil vera grafikkari

Marius er kreativur

Magnus hevði ivaleyst dugt forrætningspartin 

betri enn eg

Mikal hevði ongan áhuga havt

Ivaleyst heldur ikki hinir

Hvussu nógv fólk, munnu koma til jarðarferðina?

Hevði Bárður, ið eg nú fylgi komið í mína jarðarferð?

um hann yvirlivdi meg

Hvussu høvdu fólk minst meg?

Hvat havi eg lagt eftir mær?

Synirnir

Sloganið “Skilur tú”

Yrkingina “Skúlating” í lesibókini fyri 7. flokk

MC-Hár

Rættin av rópa “SPERM!” útyvir eina fjøld 

Man fer at hugsa

Tá javnaldrar doyggja

Bannirøða til femistiska bannikvøldið

Í kvøld 8. mars helt Føroya Fólkaháskúli bannikvøld í høllini, hetta er røðan, ið eg helt.

Kyss meg í reyvina!

Eg eri feminist!

Koli tann, sum tað kennist inn í helvitisliga gott at standa her frammanfyri tykkum í kvøld. 

Í hesum krígshelviti, ið vit eru í, havi eg hug til senda nakrar illbønir til eystur Evropa, har hesin dagur vanliga verður hildin í so forbannað nógv størri mun enn her hjá okkum, men í ár er hann sjálvandi eisini har merktur av tí fananskapi, ið gongur fyri seg. 

Í Russlandi er 8. mars ein tjóðarhátíð og almennur frídagur. Hetta er fanime kampdagur kvinnunar!

Eg hevði ynskt, at tær brúktu dagin í ár til at taka kampin upp móti hasum lortendanum Putin.

Um ein kvinna sat við valdið í Russlandi, tí so vóru vit fanin steiki ikki, har vit eru í dag.

Men er eri for heita hula ikki komin her fyri at tosa um eitt lorta kríggj hjá ein svøkum murti við oyrum. Illanstíð, tað kann bíða til í morgin, helvitis fukking fokk

Eg eri komin at skræða meg um, størstu fanans forðingirnar fyri javnrætti í Føroyum: 

Tær eru: fanin gali børn og hasin satans forrætturin hjá kvinnum til barsil. 

Ein devulsbesett alliansa av havisjúkum, stuttskygdum kvinnum og ultra konservativum gomlum mannligum mogghøvdum neyðhalda um hendan forrætt. 

Ójavnin innan barsil er lutvíst politiskt grundaður, men hann hevur pínadoyð nógv meira støði í patriarkalska samfelagnum. 

Men tað ber fanin steiki til at broyta ójavnan politisk, um man bara fucking vil!

Tað sum er so skítironiskt er, at hesar quislings kvinnurnar, ið kempa fyri forrættinum hjá kvinnum til barsil, halda seg kempa fyri kvinnurættindum, men í roynd og veru halda tær sínum egna kyni niðrið. 

Svartasta Stockholmssyndrom! 

Eitt ungt kvinnuligt valevni hjá Tjóðveldi á seinasta løgtingsvali var so satans samd við Jógvan á Lakjuni um barsilsviðurskifti. Tá  er annar av teimum heilt úti at skíta. Tað pjøvist man ikki at vera langt yvir amøbustøði fyri at skilja. 

Eg havi fýra synir og tað var pínadoyð ikki fyrr enn, tá tann yngsti varð føddur, at eg fór í barsil, longur enn teir lúsuttu 14 dagarnar, sum vit til neyð kundu kradda okkum til í mínari tíð. 

Ikki tí, eg helt meg fanin koli tann ikki vera ein verri pápa, enn mamma teirra var mamma. Lort heldur!

Nei, tað var tí, at mamman átti hatta devulsins barslið. 

Tað var eingin fanans kjansur, at hon lat meg fáa eitt so mikið sum eitt murtahár burturav hennara tíð. 

Gamaní segði lógin, at eitt skvett av tíðini var til deiling. Men tað var eingin tramans ivi um, hon eisini átti tað tíðina. Tað høvdu kvinnur átt síðan barsilskipanin kom, og tað “áttu” kvinnur óløntar áðrenn tað. 

Tí kóka vit tað ordiliga niður, so eru vit enn har, at kvinnan devilin steiki, bara skal makka rætt og passa sínar lortungar. 

Einasta fanans orsøk, at eg slapp í barsil við yngsta barninum, var tí eg skuldi skriva hatta lorta spesialið liðugt, sum eg hevði súltað í fleiri ár,  og sum tí eisini var í hennara økonomiska áhuga.

Men eg standi ikki bara her sum ein jánkasligu forsmáðaður pápi og fræt ørur feminist.  Eg eri, hann brenni tann, eisini stjóri, stjóri fyri nøkrum so helvitisliga dugnaligum fólkum. 

Summi hava børn, og summi hava verið í barsil. Ikki bert kvinnurnar, eisini menn. Hetta eyggi eg eisini teimum til, biði kvinnurnar um for fanin at deila við mannin og mennirnar um at taka sín part.

Tað er sum stjóri, at eg síggi, hvussu hatta forpulaða barsil árið knúsar yrkisleiðina hjá kvinnum.

Eitt ár er forbannað long tíð, heilt forbannað long tíð.

Tá tú hvørvur eitt heilt ár av arbeiðsmarknaðinum, missir tú so ólukksáliga nógv.

Tú missur títt pláss í felagsskapinum, ið eitt arbeiðspláss er. 

Tú missur for helviti  títt pláss í hirarkinum

Tú missur hann koli tann pensjón! Tína fucking framtíð!

Tú missur Guð hjálpi mær løn!

Tú missur fet í tíni fakligu menning

Ja tú missur for tramin førleikar, tí tú ikki arbeiðir innan øki í eitt heilt ár.

Menn taka súp meg í reyvina bara 8% av barslinum í Føroyum, eru tit klár yvir, hvussu krympimurta lítið tað er?

Tað er steiki tann bara tær fýra vikurnar, ið eru oyramerktar til menn. Menn taka ikki av deilitíðini, tí teir eiga einki fanans í henni. 

92% av barslinum verður tikin av kvinnum, fucking 92%! Um nakar skuldi ivast, um eg havi rætt í mínum niðurstøðum, so droppa tað, tølini tala sítt týðiliga mál!

Tað er faktiskt til skít etandi býtt, at nakar arbeiðsgevari velur at geva eini ungari kvinnu eitt leiðslustarv, um ein maður ella ein eldri kvinna bara eru nær námind so kvalifiseraður sum unga kvinnan. 

Er tað ikki fræt í ørviti, at leggja leiðsluábyrgd á ein, ið mest sannlíkt verður vekk upp í eitt heilt ár, kanska upp til 3-4 ferðir komandi 10-15 árini?

Tí mugu vit smildra devulsbesettu alliansuna millum havisjúkar og stuttskygdar quislings kvinnur og virðiskonservativar gamlar gimpar. 

Vit mugu bróta barsilin í tvey – helvt um helvt, eitt hálvt ár til pápan og eitt hálvt ár til mammuna – og einki fanans roks. 

Eitt hálvt ár av arbeiðsmarknaðinum kann man steiki tann klára. Tað turrmoggar ikki tína yrkisleið, og tað loysir  ójavnan, tí menn og kvinnur eru javnstillaði.

Eg veit væl, at okkurt smávegis er broytt síðan mína tíð, men enn eru bert skidi fýra vikur oyramerktar til pápan, meðan 14 vikur eru oyramerktar til mammuna. 

At 34 vikur eru til býtis er ein fucking joke. Tí sum ein kvinna, ið eg kenni, spurdi mannin: Tú ætlar for helviti ikki, at brúka av mínum vikum?

Hvussu heitasta skal ein maður eisini forklára seg fyri arbeiðsgevarum, ið sær barsil longur enn 4 vikur, sum pilletandi ónormalt? 

Man má brenni tann, næstan biðja um loyvi, hóast tað skal eitast var vera tín forpulaði rættur at kunna sleppa at deila við mammuna. 

Lóggavan við fastari pápakvotu og fastari mammukvotu, ger barsil til mansins fucking rætt. 

Tað broytir hasa helvitis konventiónina, á sama hátt sum verandi fýra vikur hava broytt konventiónina. 

Tað er fanime eingin, sum setur spurnartekin við, um ein maður tekur tær vikurnar ið pápin hevur oyramerktar, tá kann ein maður endiliga siga við arbeiðsgevaran, eg fari í barsil seks mánaðir, góðtak tað, ella súp meg!

Og fyri arbeiðsgevaran verður ein ung kvinna eitt líka fanans gott alternativ sum ein ungur maður.

 

Sjálvgjørt er væl gjørt

Tað er einki undarligt í, at málið um rúsdrekkakoyringina hjá Jørgen Niclasen fyllir nógv í miðlum, í sosialum miðlum og í samrøðuni millum fólk.

Jørgen er ein polariserandi figurur, og hann sat í einum av landsins hægstu størvum.

Tá hann so ger nakað álvarsamt kriminielt, og velur at leggja landsstýrissessin frá sær, so eru nógv, ið síggja møguleikan at herja á, eisini eru tað nógv, ið heilt legitimt eru sera ill. 

Tí lat tað vera sagt beinanvegin, at rúsdrekkakoyring er álvarsom.

Tað sum harmar meg mest í øllum hesum, er at fólk faktiskt royna at bagatellisera rúsdrekkakoyring.

Eg havi lisið vanlig skilafólk siga, at rúsdrekkakoyring ikki hevur stórvegis uppá seg, at hetta er nakað, sum so nógv gera. Onnur siga, at hetta ikki er tað versta, ið hann hevur gjørt, at onnur uppaftur onnur rógva fram í móti, at hetta er ein fella, eitt karaktermorð og mangt annað. 

Eg helt, at vit sum samfelag vóru komin longur enn hetta. 

Eftir drúgva arbeiðið hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd, so helt eg, at vit vóru samd um, at rúsdrekkakoyring er ábyrgdarleys.

At rúsdrekkakoyring er óacceptabul uppførsil, ið setur onnur lív í vanda.

Tað er ikki ok at koyra skít! Tað er ikki ok at skít! Tað er ikki ok at koyra skít! 

Um tað er so, at onkur hevur meldað Jørgen, so er tað ikki ein fella, tað er tað rætta at gera!

Eg vóni veruliga, at vit øll melda ein persón, ið hevur so høga promillu, og ætlar sær í ein bil. Hetta er ikki eitt hálvt glas av víni ella ein promilla, ið á nakran hátt liggur tætt at tí lógliga, hetta er at vera sjónliga ávirkaður.

Tað sagt, so er tað menniskjaligt at gera mistøk, og tí føli eg eisini við manninum. Mennsikja Jørgen, heldur neyvan, at øll hesi nógvu meme’ini eru stuttlig. Tað ger familjan hjá honum heilt víst heldur ikki. Hann hevur gjørt nakað kriminelt, og lógarinnar langi armur fer at taka sær av tí, og lat Føroya Rætt um tað.

Jørgen hevur sjálvur valt at leggja frá sær, og tað er væl skilt og ivaleyst eisini tað rætta at gera. Fíggjarmálaráðharri er ein tungur sessur, og krevur stórt trúvirði, tí har ert tú altíð undir trýsti, og tá eg best, um man ikki kann trýstast ov nógv. 

Tað sum undrar meg mest, er tó hendan stóra øðin, um at fólk finnast at honum fyri rúsdrekkakoyringina. 

Eg havi fingið eini 3 meme sendandi, og havi sæð nøkur heilt fá innlegg, har fólk gotta sær um støðuna. 

Men eg havi sæð 10 ferðir so nógv, ið skelda um, at onnur finnast at Jørgen. 

Tað virkar løgið nokk, sum um politikkarin Jørgen kemur styrktur burturúr hesum. Sjálvt politisk mótstøðufólk stuðla honum heilhjartað. 

Eg giti, at var val í morgin, so varð Jørgen toppskorari hjá Fólkaflokkinum, øll elska eitt offur, og tað er Jørgen enn einaferð vorðin.

Sjálvgjørt er væl gjørt siga tey. 

 

 

Ikki er tað nemt

Í Degi og Viku í gjár varð ein spurnarkanning hjá Spyr.fo víst, hon segði eina søgu um eitt land við 53.000 koronaserfrøðingum.

Ovasti fyri hetta land er mín fyrrverandi flokksfelagið og samanumtikið, fitti tó heldur seigligi drongur, Bárður Nielsen, ein drongur við stórari drívmegi og ambitiónum, og ein sera arbeiðssamur drongur.

Eg eri óluksáliga glaður fyri, at útsýnið av míni skrivstovu er yvir á Tinganes og ikki av Tinganesi í hesum døgum, tí tað er ikki nemt at sita har.

Oddvitar av alskyns slag standa í røð í miðlunum fyri at prædika um at steingja landið. Fyrst og fremst eru hetta læknar, ið jú hava uppgávuna, at hava meining um tað læknaliga.

Her hevur nokk Shahin Gaini verið tann mest bastanti. Hetta er ikki nakað nýtt, hann málaði fanan á veggin í apríl í fjør, tá vit so smátt lótu eitt sindur uppaftur í einum nærum smittufríum landi.

Nú 20 mánaðir seinni hendi hetta, ið hann tá ávaraði ímóti.

Tað er neyvan nakar av okkum, sum í dag hevði ynskt, at vit høvdu lurtað eftir honum tá, og hildið á við totala lockdowninum, allar hesa tíðina, ið vit hava liva rættiliga frítt.

Læknar hava sum sagt eittans atlit at taka, og tað er í heilsumálum. Farsóttarnevndin skal harafturímóti síggja alt í einum størri samanhangi, og taka atlit til alt samfelagið og øll samfelagsviðurskifti. Tað skal løgmaður eisini.

Vit vita, at smittan er komin fyri at vera í drúgva tíð, kanska altíð. So sjálvandi mugu vit nærkast eini normal støðu.

Tí eigur ein avgerð um at steingja alt aftur, ikki at verða tikin lættliga, og tí situr løgmaður við eini lorta uppgávu nú, og tað er ikki nemt hjá honum.

Men man kann tó undrast á,  hví fólk í so lítlan mun góðtaka avgerðirnar hjá løgmanni?

Hóast alt so roynir hann bara, at steingja minst møguligt niður og at taka so stórt atlit til okkara persónliga frælsi sum gjørligt.

Eg haldi, at hetta snýr seg um samskifti og trúvirðið, ið samstundis eru tveir av størstu veikleikunum hjá løgmanni.

Tað kemst ikki uttanum, at allur heimurin, tað er tíðindaheimur, politiskir og aðrir myndugleikar, hevur nú í næstan tvey ár, havt somu dagsskrá, at vísa hvussu vandamikið Covid19 er.

Tí er ei undur í, at nógv fólk eru rædd, og at døma útfrá Spyr.fo kanningini í gjár, so eru nógv, ið ynskja nógv strangari átøk.

Eg havi sjálvur havt sjúkuna, og eg má siga, at eg sjálvur ræðist summi av hjáárinunum, fyri meg eru tey tó við at hvørva aftur, men, tað er heilt víst, at hetta er ikki bara ein vanlig influensa.

Í dag fer so fakligi myndugleikin Farsóttarnevndin at taka støðu, og eftir hetta fer landsstýri, leitt av einum løgmanni, ið man vera tann veikasti og minst skikkaði, ið vit nakrantíð hava havt, og við einum lallandi antivaxara við sína lið, at taka støðu, um hvat skal gerast.

Eg ivist sjálvur í, um eitt lockdown er vegurin fram, og sum onkur spurdi: “Skulu vit eisini gera tað næstu ferð og triðju ferð og fjórðu ferð?”

Well, eg veit ikki svarið, haldi heldur ikki, at eg eri nóg klókur til at finna svarið. Men eg hevði ynskt, at onkur, ið var bæði klókari og dugnaligari enn eg, skuldi tikið hesa avgerðina. Tað ivist eg í, er tilfeldið beint nú.

Ein av teimum bestu er farin

Góði Mikkjal, og tað meini eg, veruliga góði Mikkjal, tí tú vart absolutt ein av teimum bestu.
Ikki vardi tað meg, at tú innantanna bardist so nógv. Eg hevði ynskt, at eg hevði klemmað teg seinast vit hittust, ella spurt inn til, hvussu tú hevði tað. Men tá, sum altíð annars, var eitt smíl á tínum varrum.
Eg feldi tár, tá eg fekk boðini, meðan eg var á summarferiu í Noregi, lá svøvnleysur alla náttina, tí hvat er tað fyri ein heimur, ið vit hava skapt, tá tey bestu av okkum ikki orka at liva í honum?
Eg minnist í 2002 á Margarinfabrikkini, unga tannáringin, ið saman við Edmundi, kom inn til okkara í MC-Hár, meðan vit vandu til fyrsta G! Festivalin.
Tit vildu sleppa at sita í sofuni og lurta, meðan vit gomlu vandu.
Dámligur, musikalskur og fullur av potentiali og so handan røddin.
Eg minnist gleðina, tá vit buðu tær at koma við á G! og ólavsøkukonsertina sum gestasangara, at tú gjørdist eitt sindur ov upptikin av ballinum backstage á ólavsøkukonsertini, og tí gloymdi at koma á pallin, tá tú skuldi, er í dag bert eitt stuttlligt minni, Tí hóast hetta tá kundi verið eitt tónlistarligt hæddarpunkt hjá tær. So var tað einki í mun til tað, tú sjálvur megnaði seinni fyrst og fremst við Sic.

Men hetta var sjálvandi størsta konsert, ið tú hevði havt møguleika at spæla tá, við eini 3000 áskoðarum, so tú hevði heldur reyð oyru tað løtuna, men ballið backstage var eisini stuttligt.

Tín tónleikayrkisleið lá tá frammanfyri tær, og tú hevur lagt so óluksáliga nógv gott eftir tær har.
Fyrsta útgávan hjá Sic er ein føroyskur tónleikavarði.
Okkara gamli vinur Karl Anton skrivaði í Sosialinum í 2005: “Mikkjal G. Hansen er tann feitasta rokkrávøran vit eiga, og Sic spæla tann absolutt sterkasta og beinrakna konsekventa rokkin í Føroyum nakrantíð. Alt hitt skramblið, ið verður diskað upp við, kann fara og leggja seg.”
Tað hevði hann púra rætt í, tú vart ein rokkrávøra í heimsflokki.
Tá eg fyri nøkrum árum síðan slapp upp í part sum gestasangari á tykkara Amokk verkætlan, so var eg ein errin maður, takksamur, at tú vildi lova mær við.
Tín fantastiska rødd er nú still, men vit kunnu lukkutíð altíð hoyra hana á útgávunum.
Hoyri fyri mær vanligu heilsanina hjá tær, tá vit hittust fyri mær “Vinurin”, og ja, tú vart ein vinur, hóast vit tíanverri ongantíð hava brúkt nóg nógva tíð saman. Flyti í hesum døgum inn í títt grannalag, og tað kundu vit tí havt gjørt okkurt við.
Eg fari at sakna at hitta teg, fitta positiva menniskja, klemm og hatta eina orðið “vinurin”.
Eg fari eisini at sakna at uppliva teg á palli. Eg var so glaður, tá eg hoyrdi, at tú vart aktivur á palli aftur við bæði egnum tónleiki og í Panthera orkestrinum, sum eg havi hoyrt so nógv gott um.
Eg náddi ongantíð at hoyra teir nýggju bólkarnar hjá tær, men gleddi meg til at hoyra tykkum, og var spentur at frætta, at tit skrivaðu tónleik.
Eg fari at sakna teg í fremstu røð til allar MC-Hár konsertir, og eg fari at sakna at bjóða tær á pallin sum gestasangara, so seint sum í fyrra árið komst tú á pall á konsertini í Perluni, og leveraði við somu sannføring sum altíð.
Mínir tankar eru hjá tykkum í familjuni, eg veit, at missa Mikkjal er serliga hart hjá tykkum.
Eg elski teg góði Mikkjal, hvíl í friði.