Heita Summarnáttin

Tann kalda havluftin bleiv borin niðan til tey av einum frískum hásummarloti. Bløðini á trøunum teskaðu ókend orð.

 

Hon streyk hárið frá andlitinum, eymliga kyssandi vátu varrar hans, teskaði hon: “Kom nú Tróndur, eldurin er kyknaður”.

 

Hon var vorðin reyð um kinnarnar, hárið hekk í trevsum niður fyri andlitið, eyguni fylt av longsli. Hon lat tann tunga svarta frakkan detta niður í grasið.

 

Hann tók pinnin í hondina, hon hevði lagt seg á frakkan og stardi langtandi at kjøtinum í hond hansara.

 

Hann mátti trýsta eitt sindur fyri at bróta inn í tann váta reyða heimin, hon kykaði eftir ondini av njótan.

 

Tá hol fyrst var komið á gekk lættliga og hann gleið inn.

 

Hon skríggjaði: “Kom nú, skunda tær!”

 

Kjøtið gjørdist heitari, og heitari og heitari…..

 

“Hvat fanin halda tit hetta vera? Eina danska baðistrond?” Ein hás mansrødd skrálaði í øðini: “Vita tit ikki at sovorðið er ólógligt á almennum støðum?”

 

Tróndur var vorðin so kløkkur, at hann hevði mist pinnin niður í eldin, búffarnir lógu nú millum hálvbrendu træstubbarnar”. Tey krupu saman, og hon teskaði ræðslusligin: “Fara tygum at melda okkum?”

 

“Ja hvat fanin halda tit, eg havi sjáldan sæð sovorðið svínarí! Sita mitt á Tinghúsvøllinum og steikja kjøt á pinnum yvir báli”

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *