Á netinum

Eg sat, sum so mangan áður, á ein ‘talkara’ á internetinum, ein vinkona mín í Texas hevði e-mailað og sagt at hon vildi tosa við meg. Eg havi ongantíð hitt hana, ja, faktiskt havi eg ongantíð tosa við hana. Altso ikki munnliga.

 

Eg hitti hana eina ferð á einum øðrum ‘talkara’, vit tosaðu eina løtu, ella rættari vit skrivaðu eina løtu, og skiftu so um e-mail bústaðir, síðan hava vit e-mailað regluliga til hvønn annan, onkuntíð møtast vit á onkrum ‘talkara’, men tað er sjáldan, eftirsum tíðarmunurin er átta tímar.

 

Tað er nokkso stuttligt at hugsa sær at tú kann sita í Keypmannahavn klokkan 17.00  og skriva til eina gentu í Texas og hon fær brævið nøkur sekund eftir, men hjá henni er klokkan bert 9.00.

 

Hon hevði biðið, meg møtt sær, tí hon hevði fingið ein nýggjan sjeik, hon vildi gjarna fortelja, um hvussu tað gekst og vildi tí tosa ‘andlit til andlit’ á einum talkara. Fyri tey, sum ikki vita hvat ein ‘talkari’ er, so er tað eitt stað á internetinum, har tú kann hitta fólk og samrøða við tey í skrivligum formi.

 

Eg havi eftir hondini hitt nógv fólk har, t.d. hitti eg tvær amerikanskar gentur, ið kallaðu seg Sphere & Cube. Tær bjóðaðu mær cyber-sex, men eg hevði ikki tíð og endaði tí við at fornerma tær.

 

Eg hitti tær aftur seinni, men tá bóðu tær meg, sleppa mær har, sum pipari grør, ella skuldu tær koma eftir mær. Cyber-sex er annars nógv uppi í tíðini, á teimum flestu talkararunum kanst tú gera tær eitt privat  rúm, ið tú kann læsa og ósæddur tosa fúlt við onkran eina løtu. Ymsar eru lystirnar, men tað er íhvørtfall bíligari enn telefonsex.

 

Á einum triðjum ‘talkara’, hitti eg eina ferð ein mann, sum æt Jeff. Hann royndi at berjast móti tí, hann kallaði tíðindarflutnings monopolinum í USA, hann skipaði fyri fyrilestrum og filmsýningum av Chomsky filmum.

 

Norm Chomsky er ein tíðindamaður, ið hevur gjørt sendingar um hvussu tíðindaflutningurin í verðini er stýrdur av sterkum politiskum og fíggjarligum kreftum(nøkurlunda sum Dimmalætting og Sosialurin eru stýrd av Sambandsflokkum og Javnaðarflokkinum og Oyggjatíðindi av brøðrunum Klein).

 

Chomsky vil vera við, at tíðindamenn tilvitandi lata vera við at skriva um nøkur mál og hervið stiðja brot á mannarættindini.

 

Eg hitti Jeff, fyrstu ferð eg var innið á tí talkaranum, sum eitur the Globe, hetta er ein stórur talkari, við nógvum ymiskum rúmun. Eg kom inn í eitt rúm, har ein heilablástur andaliga víðgongdur Amerikanskur bygdamaður helt prædiku um fosturtøku, eg byrjaði sjálvandi at brúka meg, eg spilti hann og restina av USA út.

 

Tað er eitt av mínum yndis frítíðarítrivum. Men henda dagin gekk ikki so væl, áðrenn eg visti av, vóru øll uttan tveir menn, rýmd úr hesum rúminum, tað var Jeff og ein úr Australia, vit sótu so nakrar tímar og tosaðu um politik, eg lætst at vera eitt sindur reyðari, enn eg eri, so vit hugnaðu okkum óført.

 

Men fyri at venda aftur til vinkonu mína í Texas, so varð hon seinka, og eg sat tí eina løtu og bíðaði. Fyri at stytta mær stundir, tosaði eg við nøkur fólk. tá kom ein, ið kallaði seg Mags knappiliga inn í rúmið. Tá hon sá mítt navn og teldunavnið RUC.mac.08, spurdi hon, um eg var Niels Dam, ið las International Cultural Studies á RUC?

Hetta var ein vinkona mín av RUC sum var útveksla til Íslands, knappiliga sá eg hvussu ræðandi lítil verðin er vorðin. Nú brúki eg altíð dulnevnið á talkarum.

 

One thought on “Á netinum”

Leave a Reply

Your email address will not be published.