Eg var niðri í SMS seinastu viku, saman við mínum tveimum synum, ein er 7 ár og hin 3 mánaðir. Komin uppá møtti eg einum pari. Hetta var eitt fitt ungt par 21-22 ára gomul, gentan var við barn mundi hava gingið einar 5-6 mánaðar. Tey gingu har so fitt og spankuleraðu við hvør sínari sigarett.
Tað er jú sannroynd, at børn í móðurlívi hjá mammu sum roykir fáa ov lítla ilt í blóði og vaksa tí seinni enn børn hjá mammum sum ikki roykja, júst eins og tubbaksroykur hevur stóran part av skuldini í vøggudeyða, og elvir til krabbamein.
Tá eg sá hetta unga parið, stúrsaði eg við; hvat kann fáa ein roykjara at leggja av, um heilsan hjá børnum hansara ikki kann tað?
Royking er ein samfelagstrupuleiki, nógv størri enn onnur rúsevni. Ein stórur partur av fólkinum er so illa bitin av hesum heilsuskaðiliga vana, at tey seta sína heilsu og heilsuna hjá øðrum fram um teirra royk-rús.
Arbeitt verður kring allan heimin fyri, at tey sum velja ikki at roykja ikki skulu noyðast at fáa royk í lunguni. Tankin aftan fyri roykipolitikkin er: Tú velur sjálvur at roykja, og tí eigur tað bert at ganga út yvir tína egnu heilsu.
Men í Føroyum verður einki gjørt. Her er SMS eitt ræðandi dømi. Einasta stað í øllum SMS, sum tey kalla roykfrítt, er eitt evarska lítið horn í Perluni. Hetta økið er umgyrt av roykjaraøkjum og kann tí neyvan kallast roykfrítt. Harafturat noyðist eg at ganga ígjøgnum roykjaraøkið við mínum nýføðingi fyri at sleppa inn har. Fyri at gera alt enn meira perfekt, so lata tey hetta økið aftur ein tíma áðrenn afturlatingartíð.
Eg royki ikki sjálvur og kennið tí ikki á mínum egna kroppi hvussu bitin man kann gerast av hesum illaluktandi vana. Eg plagdi at roykja, men tað eru eini 21-22 ár síðan. Eg var smádrongur tá, og millum teir stóru steinarnar á Mikkjalsa bø sótu vit hvønn seinnapart og royktu smuglarasigarettir av onkrum eksotiskum uppruna. Vit lærdu ongantíð at anda roykin inn, og hildu tað smakka illa. Stutt eftir hetta funnu vit nøkur ónærislig bløð, sum nokk eisini vóru av smuglara uppruna. Í bløðunum fingu vit okkara uppreistrartørv nøktaðan og soleiðis endaði mín aktiva tíð sum roykjari.
Eg skrivi tí um royking sum passivur roykjari. Eg veit, at hetta fær nógvar av teimum meira áloypandi roykjarunum at síggja meg sum óegnaðan at úttala meg um royking. Hesir hugsa kanska, hatta er bara grenj. Enn ein ikki-roykjari sum skal hevda seg, og ikki hugsar um onnur enn seg sjálvan. Fyri mær kunnu tey roykja so nógv sum tey vilja, men eg vil sleppa undan at skula anda teirra royk niður í meg, er tað ikki ein mannarættur.
One thought on “Roykipolitikkur”