Eg var um at kvalast í drekkamunninum mánakvøldið í síðstu viku. Eg hevði kókað vatnið, bryggjað eina kannu av te, og sett meg væl til rættis at hyggja eftir Degi og Viku. Eg helt alt standa væl til; flokkurin, sum eg helt við, stóð sterkt í veljarakanningini, sum Fregnir júst høvdu gjørt, og valið skuldi vera dagin eftir.
Fyrst umrøddi SVF veljararkanningina í Fregnum, hetta uttan at nakar politikari slapp framat skíggjanum, júst sum siður er kvøldið áðrenn val. Síðani settu sjónvarpstøkningarnir yvir til Katrina Petersen. Hon var stødd í Vestmanna, fullkomiliga live, á staðnum via satelitt og jeg skal gi’ dig. Katrin greiddi frá, at kappróðrabátarnir vóru farnir at venja aftur, og at í Vestmanna høvdu tey fingið eitt nýtt kappróðrarneyst.
Longu tá byrjaði eg at seta drekkamunnin so smátt í hálsin, eg visti væl, at størsta valagnið hjá sambandsflokkinum í Norðurstreymoy var, at høvuðskandidaturin Bárður Nielsen hevði staðið fyri at gera nýtt kappróðrarneyst í Vestmanna. Hendan umtala av hansara verkætlan tyktist nokkso ódámlig dagin fyri valið.
Eg sat longu tá og hugsaði, um tað mundi vera onkur í sambandsflokkinum, sum hevði lokka Katrina til Vestmannar, ella um tað var onkur av hinum sum ruku fyri Bárður.
Men eg var ikki skelkaður, Katrin kundi jú ikki vita, at hetta var valagn hjá sambandsflokkinum. Hon visti ikki, at Bárður Nielsen hevði nakað við kappróðrarneystið at gera. Valstríðið hjá andstøðuni hevði verið stak ódámligt, og hetta var tí ikki annað enn enn eitt ódámligt og ófantaligt innslag.
Eg harkaði eitt sindur, bannaði eftir sambandsflokkinum og fekk mær uppí munnin av heita drekkanum, men tað skuldi eg ongantíð havt gjørt – tí í somu løtu trein Bárður Nielsen fram á skíggjan – Bárður Nielsen topkandidatur í einum tí tættasta valøkinum í landinum Norðurstreymoy – Bárður Nielsen ungt stjørnuskot í sambandsflokkinum dagin áðrenn valið, í einari langari reklamusending goldin av mínum sjónvarpsgjaldi.
Eg hostaði og harkaði og fekk at enda drekkamunnin uppá pláss. Fyrst gjørdist eg illur, men sissaðist skjótt aftur, onkur góð frágreiðing mátti vera.
Men eingin frágreiðing, tyktist nøktandi, innslagið var í sær sjálvum ikki serliga aktuelt, tað kundi líka so væl havt verðið sent nakrar dagar seinni. Innslagið gav stutt og gott einum valevni eyka stig dagin fyri valið, har er eingin frágreiðing, sum kann rættvísgerða slíkt. Heldur ikki tann at SVF høvdu leigað ein bil fyri 100.000 kr. og ongantíð brúkt hann, tað eru nógv onnur live-innsløg sum kunnu gerast, sum einki hava við valið at gera.
So eftir at hava hugsað um hetta gjørdist eg aftur illur, og hugsaði at næstu ferð eg møtti einum sjónvarpsfólki so fekk hesin skeld. Hetta hendi dagin eftir, eitt neyðars sjónvarpsfólk royndi at verja seg við, at SVF metti, at hetta var eitt ítróttarinnslag og at tað tí varð mett, at tað ikki var reklama fyri Bárð.
Sovorðið møsn, eg veit um trøllvaksin fólk sum hava atkvøtt fyri Bárði bara orsakað av kappróðrarneystinum, so SVF skuldi skammað seg.
One thought on “Kappróður, politikkur og fjórða statsmaktin”