Árið er 1997, dagurin er 20. februar – hetta seina vetrarkvøldið koyrir leiðarin fyri Det Konservative Folkeparti fullur á eina beton-vegforðing. Ein lovandi politisk lívsleið endar við hesum stoyti. Væl vitandi at spælið er spilt, ringir Hans Engell sjálvur til løgregluna. Hann sigur sum er, og skrivar beinanvegin tíðindaskriv til fjølmiðlarnar um vanlukkuna og støðuna, sum hann var í, tá hon hendi. Sum drivin politikari veit hann, at fjølmiðlarnir fara at válka sær í søguni, og tí er best at vera erligur.
Á fundi í det Konservative Folkeparti dagin eftir, 21. februar, verður skriv sent til fjølmiðlarnar: Flokkurin stuðlar sínum leiðara. Á tíðindafundi stutt eftir fundin, leggur Hans Engell frá sær.
Áðrenn hetta vetrarkvøld var Hans Engell spáddur at gerast næsti statsministarin. Hesin dámligi, dugnaligi og samstundis fólkaligi politikarin, hevði breiðan stuðul í nógvum flokkum, og hann hevði spakuliga bygt flokkin uppaftur eftir Tamil gøluna sum noyddi Schlüter at leggja frá sær. Men nú var ein lovandi politisk lívsleið kvett.
Hans Engell gavst tó ikki í politikki, árini eftir hetta, vóru fleiri kvettroyndir gjørdar fyri at fáa Engell aftur í leiðarasessin í Det Konservative Folkeparti. Tað gjørdist skjótt greitt, at uppsøgnin neyvan mundi vera so sjálvboðin, sum fyrst var hildið. Nógv klandur var í flokkinum, heilt til Hans Engell í 2000 fór burturúr politikki og gjørdist blaðstjóri á Ekstra Bladet.
Eitt sindur av lagnunnar speisemi; Ekstra Bladet stendur fyri júst tí slagi av fjølmiðlasiði sum gjørdi, at Hans Engell mátti frá sum leiðari fyri Det Konservative Folkeparti, og soleiðis endaði við at gerast blaðstjóri á blaðnum. Undir Hans Engell hevur blaðið profilerað seg við slagorðinum “Find dig i Ekstra Bladet, eller find dig i hvad som helst”.
Mær dámdi væl Hans Engell, men eg haldi ikki, at ein flokkur skal finna seg í, at leiðarin ella annað umboð ikki megnar at halda skil á sínari alkoholnýtslu. Hevði Hans Engell sloppið at sitið, hevði hetta sent tann boðskapin út, at flokkurin fann seg í slíkum atburði.
Nú høvdu vit eina líknandi støðu í javnaðarflokkinum nýliga.
Flestu fjølmiðlarnir funnu seg ikki í hesum, og tordu at siga frá um hendingina. Eisini sóu vit Jóannes Eidesgaard á sjónvarpskíggjanum, tó ikki fyrr enn hann varð noyddur til hetta, tí tvey bløð longu høvdu prentað søguna. Eg má viðganga, at eg gjørdist heilt rørdur av Jóannesi, hann kláraði seg væl í samrøðuni við Dag og Viku, og tað var frískt, at ein politikari ikki royndi at snúgva sær undan. Mín virðing fyri manninum vaks.
Spurningar sum, um Jóannes veruliga angraði, at hann hevði gjørt Føroyar fyri skommum, ella um hann bara angraði tí fjølmiðlarnir skrivaðu um hendingina, melda seg sjálvandi.
Men tann mest áhugaverdi spurningurin kom, tá javnaðarflokkurin gav formaninum álitisváttan á fundi fáar dagar eftir. Hvønn boðskap sendir javnaðarflokkurin út við at finna seg í hesum? Hvussu skal flokkurin nakrantíð kunna seta mørk fyri atburðin hjá umboðum sínum, tá hann finnur seg í hesum frá formanninum?
Aðrir flokkar hava havt líknandi gølur. Tjóðveldisflokkurin hevur taklað sínar drukk gølur líka illa, ella verri enn javnaðarflokkurin, meðan sjálvstýrisflokkurin hevur sligið hart niður á slíkt.
Persónliga haldi at eg, at tað er ein stór eyðmýking av javnaðarflokkinum, ja av sjálvari javnaðarhugsjónini, at tað ikki longur eitur timburmenn, men nú eitur javnaðarmenn.