Í Gøtu ein dag ella báðar tveir

Í mínari verð hevur orðið festivalur merkt Roskilde festivalurin. Tað síðan 1996 tá eg fyrstu ferð vitjaði stóra danska festivalin. Tey næstu seks árini vitjaði eg trúfastur Dyreskuepladsen í Roskilde, men síðan 2001 havi eg ikki verið á festival – ikki fyrr enn í ár.

 

Í 2002 var eg á G. Ja, eg spældi á G. Tað var ein fín konsert, men tað var ikki ein festivalur. Ein festivalur er so nógv meira enn tónleikur. Ein festivalur er ein heildaruppliving. Tað sum ger ein festival til ein festival er kenslan, tað at man livur og andar festivalin, og so eru tað fólkini, ið vitja festivalin.

 

Heldur ikki í ár var eg á Roskilde festivalinum, men eg var á G. G var vorðin ein veruligur festivalur, kenslan var har, andin og alt hitt. Gøtufólk hava skapt ein festival, sum setur Gøtu á heimskortið.

 

Jaligur glansur
Eg pakki tveir barnavognar, matpakkar, drekkivørur, heit klæði, tvey børn og eina konu í okkara vanliga so lítla gula bil. Eg eri nokkso glaður fyri at vit ikki skulu tjalda, havi ikki pláss fyri einum tjaldi í bilinum. Tað er eisini hopleyst at skula tjalda við tveimum so lítlum børnum. Seti lykilin í bilin og tendri. Ha ha ha ha ha ha ha ha ha ha, Barometrið er í luftini og Heri flennir at sær sjálvum. Havi yvirskot til ikki at sløkkja, tí vit skulu á G, og Barometrið er á G.

 

Hálvanannan tíma og nakrar steðgir seinni eru vit endiliga í Syðrugøtu, hava funnið parkeringspláss, sett barnavognarnar saman, latið børnini í og pakka matpakkar og annað í vognarnar. Vit fáa endiliga armbondini á armin, Mikkjal brølar uppi á spæliplássininum og vit trilla í móti ljóðinum av Føroya ivaleyst harðasta rokkbólki Sic. Vit eru á festival, har er eingin ivi. Festivalkenslan lýsur úr eygunum á vaktunum og hjálparfólkunum. Øll bygdin hevur ein jaligan glans.

 

Øll eru her: vanligu familjurnar, politikararnir, næstan øll mentanarfólkini, øll tey ungu sminkaðu fólkini við ringum í nøsini, tunguni og eygnabrúnum, øll tey sum ganga í húgvum frá Sirri og Pau (og ommu síni og Blákrossbúðini), tey sum ganga í kappróðrajakkum, tey gudiligu og tey sum bara vilja ballast. Hetta er akkurát sum tað eigur at vera á einum festivali. At so nógv ymisk fólk kunnu finna saman um tónleik, og bara hugna sær.

 

Ein reinur festivalur
Løtu seinni pissi eg í eina reina pissirennu í einum reinum vesiskúri, og undrist á hvussu reint alt er. Vaski hendur, har er bæði sápa og pappírshandklæði. Her luktar einki illa. Men eg eri á festival, Mikkjal brølar enn.

 

Roskilde festivalurin hevur sín egna lukt, eina blanding av landi, sveitta, lorti, runu, gomlum mati, sigarettum, hasj, øl og ringum anda. Lukturin kemur sníkjandi, spakuliga og er á ein undarligan hátt sjarmerandi. Helt at tað var soleiðis festivalar lukta. Men G-festivalurin luktar sum sagt einki illa. Leygarkvøldið, tá eg pissi í somu rennu í sama vesiskúri, eru vesini enn líka rein. Óalmindiliga væl fyriskipað reingerðing; at sjálvboðin fólk megna at halda vesiskúrðar á einum festivali væl reinari enn vesini á summum matstovum er ótrúligt.

 

Á sandinum fer fyrsti bólkur á stóra pallinum at spæla, fólk leggja ikki so nógv í at góðskan kundi verið betur, vit vita, at tær góðu tónleikaupplivingarnar nokk skulu koma, og har er so nógv annað at ganga upp í.

 

Tombola og hoppiborg
G-festivalurin hevur nógv sølutelt, flestu teltini hava tann vanliga føroyska stevnudámin: pylsuvognar og skjótitelt, tombola og 21 spæl, ja har er sjálvt eini bani til elektriskar bilar og ein hoppiborg. Men har eru eisini sølutelt: klædnasøla, fløgusøla, og matbúðir sum selja veruligan vælsmakkandi og spennandi mat. Har er eisini ein festivalkirkja, hvítusunnusamkoman í Filadelfia er flutt inn á festivalin við leðursofum, kaffi, tónleiki og kærleiksboðskapi.

 

Váttligur festivalur
Ein bátur kemur stimandi inneftir, ein maður stendur oman á stýrhúsinum við berum yvirkroppi og rópar á ein annan. Hesin letur seg úr, fólk á Sandinum ýla tá teir báðir loypa útí og svimja inn. Eg hugsi, at teir munnu vera ótrúliga kaldir. Eg leyp sjálvur á sjógv á G-2002, og eg minnist hvussu kalt tað var. Hví tramin lótu teir seg ikki úr buksunum áðrenn teir lupu útí.

 

Eg minnist aftur á tiltikna regnfestivalin Roskilde 1997. Eg vaknaði kaldur  og dýggjvátur í einum dýggjvátum soviposa í einum dýggjvátum telti, og tók tokið inn til Roskilde fyri at leiga mær ein turkitrumlu til soviposan og øll klæðini. Einki myntvask er í Gøtu, og teir standa har og ristast av kulda. Men so forbarmar onkur seg og gevur teimum turt at fara  í.

 

Festivalurin í túninum
Tað, at halda ein festival inni í eini bygd har fólk búgva, er løgið og krevur nógv av teimum sum búgva har. Hugsa tær at skula hava armband fyri at sleppa til hús. Í Syðrugøtu tykist tað slett ikki løgið, bygdin tykist sum tann fullkomna festival bygdin.

 

Sandurin er kanska heimsins vakrasta spælistað. Spæliplássið er karmur um kanska heimsins mest barnavinarliga spælistað. Hoyggjhúsið er kanska heimsins hugnaligasta vertshús, og í Køstinum  er framsýning við tveimum av teimum mest serligu listamonnunum í Føroyum. Alt hetta styrkir um kensluna, alt hetta er við til at gera G til nógv meira enn bara ein bókstav.

 

Ein fantastiskur festivalur
Náttin leggur seg um bygdina. Báðir dreingirnir liggja væl ballaðir í vogninum og hava longu sovið í fleiri tímar. 200 spælir ein sang, sum eitur “Tað sum man sigur, er man næstan altíð sjálvur”, hann handlar um Jenis. Eg standi aftarliga, soleiðis at dreingirnir ikki skulu vakna. Konan er farin fram til pallin, og eg standi heilt einsamallur, og smílist. Í morgin klokkan 14.00 skulu vit aftur á festival, Hannibal og Angela fara at undirhalda á spæliplássinum. Hetta er ein fantastiskur festivalur fyri familjur, Guð havi lov fyri teimum eldsálum sum hava skipað fyri.

One thought on “Í Gøtu ein dag ella báðar tveir”

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *