Nógv hevur verið skrivað og brigslað í Havn síðan býráðsvalið. Ja, nýggi borgarstjórin Heðin Mortensen er enntá koyrdur úr Sambandsflokkinum. Skrivingin hevur verið dekan ov einsíðug.
Tað er ikki í lagið at bróta skrivligar avtalur, ella at fara aftur um ryggin á sínum samgongufeløgum. Øll javnaðarumboðini; Heðin, Katrin og Elin, hava sýnt ódámligan atburð, tað er teirra val. Men at siga at Heðin hevur arbeitt ímóti endamálunum hjá Sambandsflokkinum er ikki rætt.
Hví undirskrivaði Heðin avtaluna við Fólkaflokkin, tað er trupult at skilja. Men tað er líka trupult at skilja hví Beate og Høgni gjørdu tað.
Sambandsflokkurin hevði eitt vána val. Flokkurin var 18 atkvøður frá at missa tvey umboð. Ringa valið var ikki orsakað av Heðini, sum var næststørsti atkvøðuslúkur á býráðsvalinum. Heðin fekk 100 atkvøður fleiri enn sitandi borgarstjóri. Hann var sostatt upplagdur til sessin. Sambandsflokkurin sat í eini lyklastøðu, og hevði møguleika at krevja borgarstjóran. Tey kundu sjálvandi ikki góðtaka status quo eftir ein sovorðnan frammaná frá veljaranum, men hví stóð sambandsflokkurin ikki saman um kravið um borgarstjórasessin?
Endamál flokksins er altíð at fáa mest møguliga ávirkan, so vóru tað ikki Høgni og Beate sum virkaðu ímóti endamáli flokksins?
Vóru tað ikki tey sum sviku?
Áttu tey ikki at verið koyrd úr flokkinum, sambært grein 11 í viðtøkum valfelagsins?
Men nei, valfelagið koyrdi Heðin úr flokkinum. At sleppa sær av við borgarstjóran er ikki eiti á hjá einum flokki, og serliga ikki hjá einum flokki sum er í kreppu. Við Heðini missir flokkurin meiri enn ein triðjing av atkvøðunum, so hetta er eitt stórt stig. Spurningurin er so, hvussu vælumhugsað hettta stig var. Hví kennir flokkurin seg so snýttan av Heðini?
Tað er væl skilligt, at fólkaflokksmenn kenna seg snýttar, men sambandsmenn?
Valfelag Sambandsflokksins í Suðurstreymoy: Føroya Væl kann ikki siga, at tey ikki vistu, at Heðin hevði ein borgarstjóra í búkinum. Vit minnast øll, at fráfarandi borgarstjóri Jan Christiansen segði seg ikki kunna fara á vesið, uttan at Heðin kallaði seg virkandi borgarstjóra.
Føroya Væl kann ikki siga, at tey ikki roknaðu við at Heðin fór at verða størsti atkvøðuslúkurin hjá flokkinum. Heðin hevur, síðan Lisbeth fór úr kommunalpolitikki, verið høvuðsnavnið á sambandslistanum.
Føroya Væl visti, at Heðin kendi seg illa viðfarnan eftir løgtingsvalið, tá Sambandsflokkurin gjørdi sær ómak at halda Heðin úr Løgtinginum.
Tá Føroya Væl valdu at stilla Heðin upp, bundu tey seg til at arbeiða fyri at gera hann til Borgarstjóra. Hetta skyldaðu tey einum manni, sum hevur arbeitt so hart fyri at fáa flokkinum atkvøður í so nógv ár.
Føroya Væl kann ikki siga, at Heðin arbeiddi ímóti flokkinum; hann var einasta umboðið sum arbeiddi fyri flokkinum.
Heðin mundi vera stak vónbrotin eftir fundin við Fólkaflokkin hasa náttina eftir valið. Tað er væl skilligt, at hann valdi sjálvur at royna eftir borgarstjórasessinum, tí í Sambandsflokkinum fekk hann ikki hjálp.
Nú kunnu havnafólk spent seta seg til rættis og hyggja hvussu leikur fer í Býráðnum, tí um undirhaldsvirðið hesa fyrstu vikuna leggur støðið fyri valskeiðið, so verður tað forbiðið stuttligt.