Friðsælan valdaði í Vesturkirkjuni sunnukvøldið. Kertuljósini bleiktraðu og andaligheitin hekk tjúkk í luftini. Og andalig, er orðið, sum best lýsir framførsluna hjá kórinum Tarira. Føðið fyri sálina av tí góða slagnum.
Tarira er júst heimafturkomin av konsertferð. Konsertskráin í Vesturkirkjuni var tann sama, sum sviðar, álendingar og danir hava upplivað.
Tá kór hjá Sunnleifi Rasmussen syngja, veist tú, at tú kanst vænta høga góðsku, men eisini okkurt forkunnugt, og ofta avbjóðandi kórsang. Tarira er eitt kór við ótrúliga dugnaligum sangarum. Sangarar sum eru kendir úr føroyska kórheiminum, og sum saman borga fyri framførslum í serflokki. Framførslan sunnukvøldið var einki undantak.
Degnurin legði fyri við at lesa burtur úr Sálmi 103 í Gamla Testamenti, tá knappiliga friðsælan var skrødd sundur av einari fartelefon. Lukkutíð, at hetta ikki hendi meðan kórið sang. Sjálvt um summi høvdu hug at ilskast eitt sindur, vóru allar illar kenslur skolaðar burtur, tá kórið sang fyrstu tónarnar av ”Nun lob, mein Seel; den Herren / Lover nu Herren” hjá Kára Bæk. Áhoyrarnir vórðu fyltir av einari kenslu, sum bert kann lýsast sum andalig.
Kórið var í svørtum búnum, sum Anna Kristin Bæk hevur sniðgivið. Búnarnir eru gjørdir til hesa konsertferðina, og klæddu væl til konsertskránnað. Skráin var sera væl gjøgnumhugsað og løgini klæddu Vesturkirkjuni væl. Har var nýtt og gamalt, og nógv føroyskt.
”Slóttumenn” hjá Vagn Holmboe og Willami Heinesen, var fyrsta hæddarpunkti. Lagið er pompøst so hárini á arminum reisa seg. Tú vart tikin við í hesa uppliving, og kórið sang sum einglar, daprir einglar.
Størsta hæddarpunkti á kvøldinum var ”Pater Noster” hjá Bjarna Restorff. Framførslan av hesum torføra lagið var einki minnið enn ófatilig. Tann ótrúliga mongdin av frálíkum røddum blakaðu eina inniliga sansa- og ljóðuppliving í andlitið á bergtiknu áhoyrarunum. Tá aftur var kvirt, sessasist kóri. Degnurin læs 33 sálm í Gamla Testamenti.
Fyrsta lag eftir steðgin var ”Mørket taler til den blommande busk”, ein svensk tolking av einari yrking hjá Williami Heinesen, sum Pauli Hansen hevði gjørt til kór. Ein sera góð byrjan, og soleiðis helt konsertin fram. Tá seinastu tónarnir vóru tagnaðir, mundu klappini ongan enda taka. Tarira hevði borðreitt við kórsangi í heimsflokki, og meira enn hálvfulla Vesturkirkjan gav okkum tær fullkomnu karmarnar til konsertina.
Konsertskrá hjá Tarira
Nun Lob, Mein Sein, Den Herren/ Lover nu Herren |
Kári Bæk |
Herrens Bøn |
Kjell Frisk |
Náttarfriður |
Goethe/J.H.O. Djurhuus / Pauli í Sandagerði |
Slóttumenn |
William Heinesen / Vagn Holmboe |
Gras |
William Heinesen / Vagn Holmboe |
Dimmið |
Christian Matras/ Vagn Holmboe |
Pater Noster |
Bjarni Restorff |
Mørket taler til den blommande busk |
William Heinese / Pauli Hansen |
Kvøldvísa um summarmála |
S.H. Grímsson / Sunnleif Rasmussen |
Blátt |
Steinbjørn B. Jacobsen / Sunnleif Rasmussen |
Skærur vindur |
Rói Patursson / Sunnleif Rasmussen |
Døgg |
Karsten Hoydal / Sunnleif Rasmussen |
En ny Himmel Och en ny Jord |
Johannes Opinbering / Svend David Sandstrøm |