Tá framførslan var av, hitti eg, Kim Sjøgren handan pallin. Vit prátaðu um skeiðið, hann hevði hildið fyri næmingum á musikkskúlanum. Um lívið sum professionellur tónleikari og um hugin til altíð at royna okkurt nýtt.
Ríkar tónlistarligar gávur
Fríggjadagin helt Kim Sjøgren eitt sokallað Masterclass skeið fyri evnaríkum næmingum á Musikkskúlanum. Hann segði okkum, at allir næmingarnir vóru só evnaríkir, at hann sjálvur fegin hevði vilja havt teir sum næmingar. Næmingarnir vóru bæði gávuríkir og handverksliga væl fyri. Hann bað okkum fegnast um tey góðu úrslitini, hjá musikkskúlaskipanini í Føroyum.
Á skeiðnum lærdi hann fyrst og fremst næmingarnar ymiskar teknikkir. Men hann gav teimum eisini ráð, um hvussu ein skuldi bera seg á einum palli, og um hvussu ein fær fanga áhoyraran. Neyðugt er sambært Kim Sjøgren at vera eitt sindur yvirdrivin. Annars missir áhoyrarin áhugan.
Lívið sum professionellur tónleikari
Kim Sjøgren byrjaði at spæla til dans, saman við foreldrunum longu sum barn. Hann hevur sostatt livað sum tónleikari í yvir 40 ár. Hann sigur sjálvur, at hann kann viðmæla lívið sum professionellur tónleikari. Hann hevur upplivað sera nógv, og hitt nógv fólk, og fingið nógvar vinir. Eisini vinir, sum hann ikki dugir at tosa við. Men sum hann kann samskifta við gjøgnum tónleikin.
Men hetta lívið krevur eisini hart arbeiði. Eydnan kemur ikki av sær sjálvum, tú noyðist at vilja tað. Hansara ráð, til ungar tónleikarar sum fegin vilja liva av tónleiki, er: At teir skulu gera av um teir veruliga vilja stríðast fyri tí, og um so er, so er bara at gera tað.
Slóðbrótarin Kim Sjøgren
Kim Sjøgren hevur øll árini verið kendur sum ein fjølbroyttur listamaður. Hann hevur spælt nógv ymisk sløg av tónleiki. Spælt við nógvum ymiskum sangarum, tónleikarum, og sjónleikarum. Hevur sjálvur spælt revy, og fer í næstum at ferðast við einum sokallaðum ”one man show”. Har hann við og uttan violin sjálvur skal undirhalda áhoyrarnar í tveir tímar. Hann sigur, at tað er hugurin sum drívir hann til at troyta nýggjar leiðir. Hann heldur, at hann gerst ein betur violinspælari av at royna ymiskt.
Brúðurin fekk suppu á kjólan
Kim byrjaði at spæla til dans, veitslur og brúðleyp heilt ungur. Her fekk hann nógvar stuttligar upplivingar, sum ta ferðina ein tænari datt og lendið í ísinum sum hann bar, ella tá brúðurin fekk ein tallerk av suppu niðureftir brúðarkjólanum. Hesar upplivangar tók hann við sær á konservatoriðið. Tá hann fór út at spæla klassiskar konsertir, var skemt ein náttúrligur partur av framførsluni. Í byrjanini vóru nógv, sum hildu lítið um hetta. Men tíðarnar hava broytt seg, og fleiri og fleiri hava tikið skemtið til sín.
Serlig violin
Á konsertini spældi Kim Sjøgren á eina violin hjá Jóhan Restorff. Violinin er gjørd av italiumanninum Guardagnini í 1750. Kim hevur lánt violinina í eitt hálvt ár, tí hann umhugsar at keypa hana. Hann spældi fyrstu ferð á violinina fyri 29 árum síðan, og hann hevur verið bergtikin av henni líka síðan. Hann eigur longu eina violin frá 1745, sum ein annar italiumaður hevur gjørt. Men fyri einum árið síðan breyt Tommy Kenter hana. Hóast hon er umvæld, hevur hon ikki verið líka góð síðan.
Á veg út í tóma konsertsalin, segði Kim, at hann helt Norðurlandahúsið vera eitt framúr konsertstað. Eg kundi bara geva honum rætt, og hugsaði, at um fáar vikur, verður hetta karmurin um Atlantic Music Event.