Braquet hitaðu fólki upp

BraquetTá dyrðnar vórðu latnar upp í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, var gongin full av fólk, eisini uttanfyri húsið stóðu nógv fólk. Áhugin fyri Petra var stórur. Men stundisliga uppmøtingin bar eisini boð um, at áhoyrarnir vóru spentir at hoyra Braquet, sum skuldu hita upp fyri Petra. Hetta var samstundis útgávukonsert í samband við fyrstu fløguna hjá Braquet.

 

Sjónligir nervar

Braquet vóru skjótir á pallin. Bólkurin er ikki heilt óroyndur longur, men frammanfyri ein strúgvandi fullum Mentanarhúsið vóru nervarnir nokkso sjónligir. Fyrsta lagið ljóðaði rættuliga trilvandi, og sangarin, Andrias Højgaard hevði lítla orku í røddini, hetta hendur onkuntíð, tá nervarnir eru ringir. Hann stóð við liðini til fulla salin og hugdi beint yvir á gittarleikaran Arna Zachariassen, meðan teir spældu alt fyrsta lagið. Har var einki samband við áhoyraran. Lagið sjálvt var annars framúr gott. Braquet hava ment seg nógv sum bólkur síðan Prix Føroyar finaluna í 2003. Men Andrias tykist hvørki at hava ment seg sum sangari ella sum frontmaður í bólkinum. Hann er lívligur á pallinum, men kemur ongantíð útum pallkantin, fær ongantíð fatur í áskoðarunum. Stendur mest sum og dansar innan í sær sjálvum.

Brúka ikki vokalin rætt

Andrias hevur ikki bestu sangrøddina í heiminum. Men tað eru tað so nógv sum ikki hava. Trupulleikin er, at Braquet brúka røddina hjá honum, sum um hon var fantastisk. Her áttu Braquet at lært av Makrel. Røddin hjá Ára Rouch er ikki serliga yndig. Men við effektum og mest av øllum umhugsni, so er Ári Rouch eitt stórt pluss hjá Makrel. Andrias er ein partur av Braquet, tónleikurin er mentur og samanspæli er ment, nú er stundin komin, at Braquet fara at arbeiða við vokalinum, tillaga hann til fyritreytirnar og løgini.
Frálíkt samband

Annað lag hjá Braquet, “No excuses” gekk betur enn fyrsta lag. Nervarnir tykstust burtur hjá trummum, bassi og gittara. Men Andrias stóð enn og gløddi at Arna, og hóast hann millum løgini tosaði við áskoðararnar, tyktist hetta kunstigt, og einki samband varð veruliga. Arni Zachariassen harafturímóti hevði frálíkt samband við áhoyrarnar, og sum ein nýggjur Yngwie J. Malmsteen svingaði hann við gittaranum, hoppaði runt, lá á knæð og spældi og undirhelt fólkið.
Fjøldin kókaði

Braquet gjørdust betur og betur tá teir gjørdust heitari. Teir borðreiddu við fleiri heilt góðum løgum. Seinasta lagið hjá bólkinum var instrumentalt, og Arni fekk veruliga luft undir veingirnar. Tað var kanska ikki uttan orsøk, at tað varð í júst einum instrumentalum lag, at fjøldin kókaði mest. Teir vórðu róptir út at spæla umaftur. Sum eykalag spældu teir “All I want”, sum er eykalag á 15 teimum bestu hesa vikuna.

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *