Black Sabbath var høvuðsnavnið á Roskilde Festivalinum í ár, og her var talan um upprunaligu manningina í Black Sabbath: Ozzy Osbourne sang, Tony Iommi gittar, Geezer Butler bass og Bill Ward trummir. Tann upprunaligi tungmálmsbólkurin. Ein tann týdningarmiklasti bólkurin í søguni hjá rokk tónleiki, og uttan iva tann týdningarmiklasti bólkurin í søguni hjá tungmálmi.
37 ár eftir at fýra ungir mans úr Birmingham fóru til norður Týskland at spæla blús á teimum týsku vertshúsunum, traðkaðu hesir somu fýra, nú eldru rokkguðarnir á pallin eitt lítið vet norðanfyri Týskland í Roskilde, og svongdin eftir at framføra sín tónleik, tyktist enn líka sterk, og tað skerst ikki burtur, at mennirnir duga síni ting.
Gamaní, Ozzy hevði astma innhalator við á pallin, og drakk te úr einum koppi, í staðin fyri eina whiskey fløsku og hasjsigarett. Rukkuttu fingrarnir hjá Geezer og Tony sóu margháttligir út á stóra skíggjanum við pallin, meðan teir vundu tungan tónleik úr sínum gittarum. Ótrúligt at sovorðin djevlaljóð kunnu koma úr so gomlum monnum.
Konsertin vísti, at hetta ikki eru útbrendir gamlir menn, men veruligar rokkhetjur. Teir spældu seg ígjøgnum hálvan annan tíma av tyngsta tónleiki í heiminum. Har var pláss til nøkur av teimum allar kendastu løgunum, men eisini til nógv av teimum meira forkunnugu løgunum. Klassikarar, sum veruligir Sabbath fjepparar elska, sum: After Forever, við tekspettinum “Would you like to see the pope at the end of a rope”, sangurin sum Black Sabbath skrivaði til punkarar, aftan á Tony Iommi var bukaður av einum flokki av punkarum: Faries wear boots, umframt syruttu The Wizard og Into the void bara fyri at nevna nakrar.
Fjøldin av áskoðarum man vera ein tann størsta, sum hevur verið á økinum við appilsingula pallin í nógv ár. Fyrireikararnir meta, at minst 50.000 fólk hugdu at Black Sabbath. Tey fingu eina frálíka uppliving. Bólkurin spældi sum ein dreymur, og áskoðararnir sungu, murraðu og livdu við bæði í kendum og minni kendum løgum. Tá bólkurin spældi tey størstu hittini Paranoid, Iron Man, War Pigs og Black Sabbath sungu áskoðararnir so hart, at Ozzy næstan ikki hoyrdist aftur. Her var einki av tí smakleysa atburðinum við at goyma hittini til eykaløg. Tá teir vórðu klappaðir út aftur at spæla eykaløg tyktust teir veruliga glaðir fyri tað. Teir komu út og spældu Children of the Grave eitt frálíkt lag, sum vanliga er á spæliskránnið, men sum hetta kvøldið var skift út við okkurt meira forkunnugt.
Áskoðarin: Ári Patursson, trøllaskald
Eg haldi at Black Sabbath reistu pallin upp, man bleiv hálaður líkst til helviti við teimum. Tónleikurin er so ræðuliga tungur, men Ozzy virkaði so positivur við sínum stóra smíli. Eg føldi meg fullkomnan, tá eg hoyrdi teir. Eg havi lurtað eftir Black Sabbath, síðan eg var 16 og kenni alt, sum teir spældu. Hatta var genialt. Tað vóru alíkavæl onkri løg, sum eg saknaði: t.d. Changes, Laguna Sunrise og Planet Caravan.
Photo credit: Toke_j / Foter.com / CC BY-NC-SA
One thought on “Fýra gamlir rokkguðar”