Foo Figthers vóru eitt av teimum heilt stóru nøvnunum á plakatini á Roskilde Festivalinum, men teir gjørdust ikki ein av teimum stóru tónleikaupplivingunum. Sangarin Dave Grohl er fyrrverandi trummuleikari í Nirvana, og hevur langt síðan fingið sítt pláss rokksøguni. Men hann var samstundis veikasti liður í Foo Figthers hetta leygarkvøld á Roskilde.
Røddin var lítið orkumikil, og dróg hetta framførsluna niður. Bólkurin spældi annars væl og tað, sum Grohl manglaði í røddini, hevði hann í beinunum. Hann rann runt sum eitt ótt alla konsertina, og eina løtu stóð hann á ljóðtorninum mitt úti millum áskoðararnar og spældi gittar.
Konsertin fór sjálvdan ordiliga á flog, og tóktist eitt sindur long.