Framúr føroyskir lagsmiðir G!

Tveir av bestu føroysku lagasmiðunum verða millum nøvnini á G! Festivalinum. Herfyri spældu teir konsert fyri einum fullsettum Gimle í Roskilde. Høgni Lisberg var sera skuffandi, meðan framførslan hjá Teitur var framúrskarandi.

Niels Uni Dam

Teir nógvu áhoyrararnir, sum høvdu leita sær í best umtókta spælistaðið í Roskilde hetta kvøldið, upplivdu tveir av okkara bestu tónasmiðjum. Báðir spældu teir nýtt og gott gamalt, og hjá báðum vóru nøkur av teimum nýggju løgunum ordiliga góð.

Vánaligt ljóð

Konsertin var annars merkt av øðiliga ymiskum ljóðumstøðum. Ljóðið hjá Høgna Lisberg var út av lagi vánaligt, meðan Teitur hevði egnan ljóðmann við, og har ljóðaði øðiliga væl. Tað er Jónas Bloch Danielsen, sum er ljóðmaður hjá Teitur. Saman hava teir ferðast kring allan heim seinastu árini og framført nógvar hundra konsertir úr smáum klubbum til stórar festivalar. Tað hoyrdist eisini aftur, ljóðið var heilt ómetaliga gott og tolkaði ymsu hugløgini í tónleikinum. 

Hjá Høgna Lisberg, sum legði fyri, var upplivingin heilt ørðvísi. Ein ljóðmaður hjá spælistaðnum Gimle ljóðblandaði. Ljóðið var hvast, og balansan millum ljóðførini var út av lagið vánalig. 

Ringar umstøður at ljóðblanda

Men rætt skal vera rætt, ljóðmaðurin hevði ikki bestu umstøður at arbeiða undir. Høgni Lisberg hevði tveir mans við sær Allan Tausen á gittar og Hans Poulsen á ymiskum tangentljóðførum. Men løgini vóru slett ikki løgd til rættis til hesa manning, mangulin á bassi var øðiliga tíðiligur, eisini høvdu trummir óiva hjálpt. Har hekk slettis ikki saman, sum áhoyrarari ynskti eg, at Høgni bað hinar báðar fara av pallinum, tí Høgni við kassagittara hevði verið munandi betur. Ikki tí  – ljóðblandi av røddini hjá Høgna var eisini ring, hon ljóðaði sum restin hvøss.

Fyri at gera ljóðblandingsuppgávuna enn torførari hevði Allan Tausen hvøss gittarljóð, sum fóru gjøgnum merg og bein. Tá ljóðmaðurin so valdi at hava henda gittar hart frá í ljóðblandinum, varð ótrúliga lítið skil á. Heldur ikki Hans Poulsen kom serliga væl frá uppgávuni, hansara spæl riggaði øðiliga illa inn í heildina. Hann tyktist slettis ikki at taka hædd fyri, at eingin botnur var, og tí hekk tað bara ikki saman.

Men hóast framførslan var út av lagi, so var Høgni sjálvur og summi av løgunum góð. Fyrsta lagið hjá Høgna var ”Caught” og megnaði ongantíð at sannføra. Men tá frálíka lagið ”When you get home” var ðspæl, lýsti tað við síni góðsku ígjøgnum ringa ljóðið. 

Nýggj løg av ymiskari góðsku

Høgni spældi fleiri nýggj løg, tað fyrsta ”The beauty of it all” breyt nógv við stílin hjá Høgna, og var nokkso festligt, men tíanverri ikki serliga gott. Heldur ikki lagið ”Stand by my side” riggaði, men her var tað nokk heldur framførslan, sum haltaði. Harafturímóti vóru ”Desert” og ”Morning Dew” heilt ótrúliga góð løg, og tey veruligu hæddarpunktini.

Løgini ”Lost on Earth”, ”Here comes Salvation” og ”Burn to dust” eru framúr løg, men framførslan og ljóðið gingu illa útyvir upplivingina.

Hugnaligt og stórsligið

Teitur traðkaði á pallin og hevði beinanvegin áskoðararmar í lógvanum. Framførðslan var hugnalig og stórsligin samstundis. Bólkurin var væl samanspældur, løgini vóru væl løgd til rættis, tónleikararnir samskiftu væl og strálaðu av spæligleði. Tá tað so omaná alt hetta ljóðaði framúrskarandi, var ikki nógv at klaga um.

Teitur spældi eitt gott bland av nýggjum og gomlum. Nógv fólk sungu við í gomlu løgunum. Serliga “Josephine”, “Sleeping with the Lights on”, “Ray of the Sun” og “Amandas Dream” og “You’re the Ocean” riggaðu væl. 

Hamrandi góð

Tey nýggju løgini vóru nógv frekari, meira egin og so hamrandi góð. Fleiri av teimum vóru løg skrivaði í fyrsta persóni um einsamøll folk og um støður, sum tey eru í. Teitur segði, at hann spældi við hugskotinum um at gera ein fløgu, sum skuldi eita “All the lonely people”. Hann helt fram at Beatles spurdu, hvar tey mundu koma frá, og nú spurdi Teitur hvar tey vóru farin.

Myrkt og ófrættakent

Tað droymandi og lokkandi lagið ”Waiting for Mars to come out”,  tað myrka og ófrættakenda lagið ”Hitchiker”, ”Thief about to break in” og festliga næstan Frank Zappakenda lagið ”Last kid on the playground” vóru slík løg, og tey boða frá eini framúr fløgu. Serliga ”Waiting for Mars to come out var fantastiskt.

Minst fangandi løtan varð, tá Teitur spældi ”My one and only love” lagið er vakurt, og salurin sang við, men tað kom ikki ordiliga upp á sama støðið, sum okkurt av hinum løgunum.

Sum sild í Sauna

Frammanfyri pallin stóðu fólk sum sild í tunnu, har varð heitt og fólk sveittaðu, men hugnaðu sær. Tað kendist næstan sum í einum Sauna. 

Langt var ímillum føroysku andlitini hetta kvøldið, nøkur vóru har, men flestu áskoðararnir vóru danir. Genturnar við droymandi eygum og tað breiða aldursbýti ímillum áskoðararnar vísti tíðiliga, at Teitur eisini er ein stjørna í Danmark, og at hann fevnir breitt.

Nú er bara at bíða til G! Festivalin, har bæði Høgni og Teitur aftur fáa høvið at spæla, og vónandi verður Teitur líka góður, meðan Høgni helst átti at verið eitt sindur betur.