Lunkaðir svenskir leðurbúffar

Europe vóru høvuðsnavn á ársins G! Festivali, tað sást á nógvu fólkunum, sum vóru stúvaði saman í sandinum fyri at hoyra gomlu svensku rokkstjørnurnar. Men tað var bert í hendinga løgum, at Europe fingu ordiliga fatur í fólkinum

Meðan áhoyrarnir bíðaðu eftir hittunum: Supersticious, Cherokee, Carrie og Final Countdown, stóðu fimm eldri rokktónleikarar og spældu nýtt og gott gamalt. Teir spældu væl og sangarin sang væl, men í mun til Nephew, sum júst høvdu verið á sama palli, bliknaðu Europe.

Joey Tempest var eitt lívsstykki á pallinum. Hann svingaði við mikrofonstativinum og kastaði mikrofonina upp í luftina. Hann var sprenfullur av glamrokkattitúdu.

Tað var ikki so galið, konsertin var handverksliga væl úr hondum greidd, og tá teir spældu síni kendastu løg, sungu og livdu fólk við. Men í stórar partar av konsertini stóðu fólk og prátaðu sínamillum. Tað fangaði sjáldan ordiliga. 

Tá Carrie bleiv spældur, vóru nógvir tendrar á lofti, og fólk sungu við, men tað tyktist eitt sindur hálvhjartað av Europe, tónleikararnir tyktust ikki ordiliga tendaðir.

Nýggir sangir

Europe spældi nokkso nógv av nýggju fløguni. Hero, sum er á 15 teimum bestu í løtuni, er eitt sera 80’ara kent lag, og tað fall í rættuliga góða jørð. Okkurt av hinum løgunum, sum t.d. “Cause you gotta have faith” og tann ordiliga tungi “Wake up call” bera boð um, at bólkurin ikki heilt er útbrendur. Men konsertin sum heild, bar boð um mettar tónleikarar, tað tyktist eitt sindur lunkað.  

Pínligt

Europe gjørdust veruliga pínligir, tá teir takkaðu fyri seg og fóru av pallinum, uttan at hava spælt “Final Countdown”. Hetta er ein óskikkur, sum nógvir tónleikarar hava tikið til síns, mest sum fyri at tryggja sær at sleppa at spæla eykaløg, verða hittini goymd. Men tað vóru ikki serliga nógv, sum róptu eftir eykaløgum hetta kvøldið. Tað forðaði tó ikki Europe í at koma út aftur og spæla tvey løg, og enda við “Final Countdown”. Hetta er ein rokkklassikari og øll sungu við, hetta bøtti eitt sindur um heildarupplivingina.