Science Fiction vóru herligir

Summarfestivalurin

 

Jákup Marner Anthoniussen hevur verið frálíka sangrøddin í bólkum sum Blátt og Les Iles Feroes, men áðrenn hetta, var hann við í Science Fiction. Leygardag seinnapart, eitt sindur seinkaðir orsakað av streymsliti á stóra pallinum, fóru Science Fiction aftur á pallin- Eitt sindur eldri og við onkrari útskifting, men still going strong. Framførslan gjørdist ein av betru framførslunum á ársins Summar Festivali.

 

Konsertin var ein ferð ígjøgnum tilfar hjá Science Fiction, Blátt og  Les Iles Feroes, við eini góðari grund av gomlum kendum, kryddraðari við spennandi nýggjum løgum, sum vístu, at hetta eru menn, sum enn duga at skapa góðan tónleik.

 

Konsertin byrjaði eitt sindur haltandi, fyrsta lagið var rættuliga ringt, og fyrsti tankin hjá mær var, at Jákup Marner Anthonuissen var versnaður nógv sum sangari. Hetta var tó bert í fyrsta lagnum, longu í næsta lagi var røddin heit, og hann sang aftur sum fyrsta dagin. Hann er vælsignaður við eini ótrúligari songrødd, og hon slapp ordiliga til sín rætt.

 

Nýggju løgini ljóðaðu av Science Fiction, men alíkavæl slettis ikki. Tey vóru nógv meira modernaði og ljóðaðu av 2005, við frekari og meira eksperimenterandi melodilinjum, sum tó enn vóru sera fangandi. Okkurt av teimum nýggju løgunum, kundi verið betur, serliga “Still standing around” sum hevði fleiri góð elementir, men sum lag virkaði tað rættuliga leitandi.

 

Í lagnum “Don’t turn the blind eye” varð ein grunnleggjandi trupulleiki hjá bólkinum sera týðiligur: Teir ensku tekstirnir eru ikki serliga væl skrivaðir, teir tykjast eitt sindur pínligir, og hava als ikki sama vakra flótandi mál sum føroysku tekstirnir. Tí er tað synd, at teir ikki halda seg til føroyskt.

 

Nýggja lagið um Romeo og Juliett, hevur alstórt hittpotentiali, á hesum lagnum sang Tóra við Keldu við. Hon syngur sera væl, og røddin riggar væl saman við tí hjá Jákup Marner.

 

Hon tyktist tó eitt sindur illa við, av at verða á pallinum framman fyri so nógvum fólki, og serliga í teimum pettunum, tá hon ikki sang, visti hon ikki, hvat hon skuldi gera ella kanska ikki gera.

 

Hon var eisini við á gamla lagnum “Like a slave” og á Blátt klassikaranum “Til allar vinir” og “Tú brennir so í mær”, og her var syngið við faktorurin høgur.

 

Sum heild var konsertin sera góð, og endin var eitt brak, við tittullagnum á fyrra bandinum “The Runaways” og einum “Í skúri/Hesir brimbardu klettar” lagatyssi. Sum fólk dámdu so væl, at tað var spælt umaftur sum eykalag.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *