Shakin’ in Deep Trouble

Ein annars góð konsert við Shakin’ Stevens endaði pínliga, tá ein eitt sindur ov gamal Shakin’ Stevens ikki rakti ein einasta reinan tóna í sínum nýggja hitti “Trouble”.

Summarfestivalurin

Áskoðararnir vóru sera nógvir á Vágsbøi framman fyri stóra pallin, tá Shakin’ Stevens sendi Kára Sólstein á pallin at siga fólki, at tey ikki sloppu at taka myndir av sínari hetju. Fólk flentu bara, hildu Kára vera stuttligan, og hann mátti endurtaka og hótta við, at myndatólini vórðu tikin frá fólki, um tey tóku myndir.

 

Hóast boðini tyktust eitt sindur fjákut og sjálvhátíðarlig, so var hetta longu gloymt, tá fyrstu tónarnir frá tí væl smurdu rokk’n roll maskinuni brakaðu úr hátalarunum. Bólkurin spældi øgiliga væl, allir í svørtum klædningum og 100% kekkaðir. Tá Shakin’ kom á pallin, fór alt á kók. Fjøldin var tendrað og tyst eftir Shakin’. Hann var væl fyri, og sang væl og dansaði, sum bert Shakin’ Stevens dugir.

 

Fremsti partur av áhoyrarunum var fyrst og fremst konufólk 40 ár og eldri, og hetta var akkurát nakað fyri tær, sum ein teirra fortaldi mær aftan á konsertina.

 

Løg, sum “Mary Mary”, “Oh Julie”, “You drive me crazy” og hansara fyrsta nummar 1 á hitlistanum í Bretlandi “Hot Dog”, fingu alt at kóka. Her vóru óteljandi kend løg, framførd meistarliga, og við nógvari orku. Shakin’ Stevens svingaði og dansaði, sum ein ungur maður. Men aftan á eina løtu, byrjaði orkan at minka. Bólkurin spældi enn væl, men røddin rakti verri og verri røttu tónarnar. Í einum lagi hvarv Shakin’ av pallinum, meðan bólkurin spældi víðari eina løtu, um hann fór út at fáa sær ilt, ella okkurt annað at styrkja seg við, er ikki til at vita.

 

Hann megnaði ígjøgnum skránna, uttan at tað gjørdist heilt pínligt, men tá hann kom út at spæla eykaløg gekk verri. Fyrst spældi hann “This Ole House” og tað gekk rímiligt, eingin ivi var um, at hetta  var løtan fólk bíðaði eftir, og fólk brølaði við, men Shakin’ ljóðaði slitin. Annað eykalag var nýggja hittið hjá Shakin’ hansara tolking av ”Trouble” hjá Pink, og nú stóð illa til, tað er ivasamt um Shaky rakti ein reinan tóna í lagnum, og kórrøddirnar vóru líka falskar. Tað var heilt øgiliga pínligt, og enn verri var, at hann ikki bara gavst, hann spældi enn eitt lag, sum hann kláraði eitt sindur frægari, men slettis ikki væl.

 

Konsertin var góð fyrstu longu løtuna, og gjørdist ikki ordiliga ring fyrr enn í eykaløgunum, men keðiligi endin oyðilegði nógv fyri heildarupplivingina.

Leave a Reply

Your email address will not be published.