Ana Johnson – ein lekkur konsert

Ana Johnson var eitt av høvuðsnøvnunum á Summarfestivalinum, og hon skuffaði ikki, við eini góðari rokkkonsert fekk hon gott lív í fjøldina. Longu tá hon trein á pallin, og sendi ein muss út til okkum, vóru allir mannligir áskoðarar seldir.

 

Summarfestivalurin

Umframt at syngja væl er Ana Johnson av vakrastu kvinnum, og tað visti hon væl. Stórur partur av konsertupplivingini var merktur av hesum veruleika. Tá hon fór úr jakkanum, og hálaði blusuna eitt petti upp og vísti búk, fór eitt suff gjøgnum fjøldina.Sjálvdan hevur ein konsert í Føroyum verið so vøkur.

 

Tónleikurin var blúskendur genturokkur, við fangandi niðurløgum og nógvari orku, men orkan hvarv tí ljóðið var alt ov spakuliga frá. Eg stóð eitt sindur aftarliga í byrjanini, og noyddist at ganga næstan heilt fram til pallin, áðrenn ljóðið var nóg hart til, at tað ordiliga rokkaði.

 

Heili tvær ferðir hildu mikrofonirnar hjá Anu uppat, at rigga, og tað órógvaði eitt sindur, men hon tyktist slettis ikki merkt av hesum.

 

Løgini vóru fyrst og fremst løg av fløguni hjá Anu, her vóru serliga Spiderman lagið “We are” og “Just because I can” væleydnaði, í “We are” sungu øll við, og rungaðu um allan Vágs bø.

 

Men nøkur nýggj løg vóru eisini á skránnið, hon spældi millum annað lagið “Blackhole”, sum einans var spælt í Japan fyrr, tað var rættuliga tungt og rokkaði á ein eitt sindur Hole-kendan hátt.

 

Sum heild var konsertin góð, bólkurin sum var tríggjar kvinnur og tríggir menn, spældi væl, og lýstu av spæligleði. Ana Johnson sjálv var ein verulig stjørna.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *