Eitt av størstu nøvnunum í donskum tónleiki í løtuni Carpark North koma til Føroyar. Hetta er fyrsta festivalnavnið, ið er alment í tónleikaárinum 2006. Í teldubrævið við nýggjársheilsan til føroyingar skrivar sangarin Lau: “Vit gleða okkum longu til í summar, tá vit enn einaferð koma til Føroyar, har vit skulu vitja ein av tykkara festivalum.”
Í heyst spældu Carpark North tvær sera væleyðnaðar konsertir í Fuglafirði. Fyrra konsertin við bólkinum var fullkomiliga útseld, og salurin í Mentanarhúsinum kókaði. Tí varð skipað fyri eini eykakonsert. Henda gjørdist meira intim, einans 50 áhoyrarar vóru sunnukvøldið, og hetta dugdi bólkurin væl at brúka til at skapa ein annan nærleika.
Men nú fáa føroyingar høvi at hoyra bólkin aftur, enn er ikki greitt hvønn festival talan er um, men vit arbeiða við at kanna málið.
Í samrøðu við Sosialin aftan á konsertirnar í heyst søgdu limirnir í Carpark North, at teir vildu sleppa aftur til Føroyar, tí upplivingin hevur verið so jalig.
“Det var helt vildt fedt”, segði sangarin Lau. Hann greiddi frá, at undan konsertina kendu teir í bólkinum so at siga onki til Føroyar, og høvdu teir tískil onga hóming av, hvussu teir fóru at blíva móttiknir av føroyingum. Men teir vórðu ovfarnir av teimum lívligu áhoyrarunum, sum veruliga góvu teimum eitt minnið fyri lívið.”
Nú fáa teir hetta høvið.