Tá allar 15 tær bestu sendingarnar vóru taldar upp var tað lagið Muscleman-Blað, ið var ársins hittlag á 15 teimum bestu.
Gamlaárskvøld gjørdi 15 tær bestu verturin Tummas Gudmundsen upp, hvørji løg vóru tey 20, ið høvdu klárað seg best á føroyska hittlistanum.
Lagið Muscleman-Blað lá 9 vikur ovast á 15 teimum bestu, hetta var longri enn nakar annar, og var við til at gera samlaða stigatalið hjá 200 lagnum hægri enn hjá øllum hinum løgunum, ið kappaðust á 15 teimum bestu. Muscleman-Blað hjá 200 fekk 208 stig, tað er 11 stig meira enn Forever And Beyond hjá Makrel og Herbergið hjá Páll Finnur Páll á deildum øðrum plássi.
Nephew og lagið En Wannabe Darth Wader liggur á triðja plássi, sum ovasta útlendska lag. Meðan vágasoundið hjá Orkestriiinum Her Vestriii megnar at taka fimta pláss.
Felags fyri øll fimm tey ovastu løgini á listanum er, at tey fullu fyri tíðaravmarkingini, ið er á 15 teimum bestu. Fyri at tryggja at bert nýggjur tónleikur er á listanum, verður eitt lag tikið av listanum, tá tað hevur verið 15 vikur inni. Tí er ikki gott at vita, hvussu raðfylgjan hevði verið, um løgini sluppu at royna seg líka leingi, sum lurtarin ynskti at hava tey á listanum. Heili 13 løg eru fallin fyri hesi tíðaravmarking.
Í útvarpsárinum 2005 hava verið 47 sendingar av 15 teimum bestu. Í hesum sendingum hava 235 løg roynt seg sum eykaløg, av teimun eru 129 komin inn á listan. Av teimum 235 løgunum, ið hava verið eykaløg, hava 48 verið føroysk og 34 av hesum eru komin inn á listan.
14 ymisk løg hava ligið á ovastu rók í farna ári. Muscleman-Blað er eisini ovast á hesum lista við 9 vikum, Green Day og Boulevard Of Broken Dreams er á 2. plássi við 6 vikum ovast, síðan kemur Herbergið hjá Páll Finnur Páll við 5 vikum ovast og Delta Goodrem & Brian Mcfadden við Almost Here ovast í 4 vikur. 13 av teimum 14 løgunum, sum hava ligið ovast eru í topp 20 listanum fyri 2005. Einasta undantakið er nýggja oddalagið Hung Up hjá Madonnu.
15 tær bestu fyri ári 2005
Nr. | Vikur | Max | Vikur nr.1 | Vikur nr.2 | Vikur nr.3 | Stig | Bólkur/Einstaklingur og Lag. |
1 | 15 | 1 | 9 | 3 | 2 | 207 | 200 – Muscleman-Blað |
2 | 15 | 1 | 3 | 6 | 3 | 196 | Makrel – Forever And Beyond |
– | 15 | 1 | 5 | 4 | 2 | 196 | Páll Finnur Páll – Herbergið |
4 | 15 | 1 | 3 | 1 | 4 | 182 | Nephew – En Wannabe Darth Vader |
5 | 15 | 1 | 3 | 2 | 3 | 172 | Orkestriiið Her Vestriii – 1 veit iii |
6 | 12 | 1 | 2 | 6 | 4 | 166 | Pipar & Salt – Høm Høm |
7 | 15 | 1 | 3 | 3 | 3 | 161 | James Blunt – You’re Beautiful |
8 | 15 | 1 | 0 | 2 | 4 | 151 | Kim Hansen – Maria |
9 | 11 | 1 | 1 | 5 | 2 | 147 | Jay-Z feat Linkin Park – Numb/encore |
10 | 10 | 1 | 6 | 2 | 2 | 144 | Green Day – Boulevard Of Broken Dreams |
11 | 15 | 5 | 0 | 0 | 0 | 143 | Lív Hansen – Eitt Annað Land |
12 | 15 | 2 | 0 | 2 | 3 | 141 | Gwen Stefani feat. Eve – Rich Girl |
13 | 15 | 5 | 0 | 0 | 0 | 126 | Green Day – Wake Me Up When Sep. Ends |
14 | 12 | 3 | 0 | 0 | 3 | 125 | Avril Lavigne – Nobody’s Home |
15 | 10 | 1 | 4 | 2 | 0 | 124 | Delta Goodrem & Brian Mcfadden Almost here |
16 | 11 | 3 | 0 | 0 | 2 | 119 | Nephew – Worst/Best Case Scenario |
17 | 11 | 2 | 0 | 1 | 3 | 110 | Eminem – Like Toy Soldiers |
18 | 13 | 4 | 0 | 0 | 0 | 100 | Anna David – Fuck Dig |
19 | 7 | 1 | 2 | 1 | 1 | 90 | PoppKorn – Sjeikurin |
20 | 8 | 1 | 1 | 2 | 1 | 89 | Jan & Jákup – For lekkur til Prixið |
One thought on “Muscleman-Blað var ársins lag á 15 teimum bestu.”