Chelsea framherjin Hernan Crespo og miðvallarin Michael Essien vórðu skaddir í dystinum ímóti Westham í gjár, serliga í álopinum kann hetta gerast ein trupulleiki hjá Chelsea.
Í dystinum ímóti West Ham í dag, varð argentinski framherjin hjá Chelsea Hernan Crespo skiftur út við einum skaða, tá 8 minuttir vóru eftir av dystinum.
Crespo varð skiftur inn í 59 minutti og skeyt eitt minutt eftir málið, ið legði Chelsea framum 1-2. Men 20 minuttir eftir varð hann skiftur út við Shaun Wright-Phillips. Við heimsins besta beinki skuldi eingin trupulleiki verið, um Crespo verður skaddur í eina tíð. Tí Chelsea plagar altíð at hava onkran at seta við. Men hesuferð, kann tað gerast ein trupulleiki, tí hin vanligi framherjin Didier Drogba verður næsta mánaðin í Afrika og spælir í African Nations Cup við landsliðnum hjá Fílabeinsstrondini.
Umframt Drogba hevur Chelsea einans unga Carlton Cole at seta við í álopinum. Hesin Cole hevur einans spælt fáar minuttir hetta kappingarárið, og er ivaleyst ikki í bestu dystarvenjing. Íslendski Eidur Gudjonsen, hevur fyrr verið framherji, men seinasta árið hevur hann heldur spælt á miðvøllinum, hann er tó ein møguleiki.
Enn er einki komið út alment um skaðan hjá Crespo. Men tá Chelsea í fjør hevði ein líknandi trupulleika, við Drogba skaddum, Mutu koyrdum fyri rúseitursmisnýtslu og Gudjonsen ivasomum. Segði Chelsea venjarin, José Mourinho, at um hann ongan framherja hevði, kundi hann altíð brúka liðskiparan og miðverjuovastan John Terry sum framherja, tí hann skjýtur so nógv mál.
Spennandi verður at vita hvussu leikur fer. Næsti dystur er í steypakappingini í móti Huddersfield Town leygardagin. Hesin dystur átti at verið ein avgreiðslu spurningur, og tað er lítið at ivast í, at Carlton Cole byrjar inni hendan dyst.
Chelsea miðvallarin Michael Essien fekk ein skaða í dystinum í móti West Ham. Talan er um okkurt, ið líkist einum álvarsligum fótliðsskaða. Hetta skrivar onside.dk í morgun. Heimasíðan vil skrivar, at hesin skaði í versta falli, kann verða endin á kappingarárinum hjá Essien.
Essien hevur verið fastur maður á Chelsea liðnum, síðan hann kom úr Lyon í summar. Essien er ein týdningarmikil spælari, men Chelsea eru rættiliga væl fyri á miðvøllinum, har Gudjonsen ivaleyst er besta boð uppá ein avloysara, hetta er sjálvandi enn ein trupulleiki fyri álopið, ið er heldur tunt í løtuni.
Essien skuldi annars spæla fyri Ghana í African Nations Cup henda mánaðin. Men hetta verður nú væntandi av ongum. Hvussu umfatandi skaðin er verður væntandi greitt í dag. Hetta kann í ringasta falli, gera at Essien ikki fær spælt fyri Ghana í HM. Um so er, er hetta ein ómetaligur missur hjá liðinum, ið ongantíð fyrr hevur spælt seg í eitt HM-endaspæl.