Brian prinsur er heldur ivasamt

Um alt kongaríkið verður gitt, hvat lítli prinsurin fer at eita, men nú ber eisini til at vinna ella tapa pening, meðan man gitur.

 

Kongshúsið

 

Nú kongaligi barnadópurin verður í vikuskiftinum eru gitingarnar nógvar um, hvat lítli prinsurin fer at eita. Eisini veddingarfyritøkurnar bjóða seg fram, og til ber at vedda um alskyns nøvn, men oddsini eru sera ymisk.

 

Jp.dk hevur hugt at oddsunum hjá veddingarfyritøkuni bet24. Niðast á listanum við hægstu oddsunum eru nøvnini Johnny og Brian, ið geva peningin aftur 500 ferðir. Pápi Mary eitur annars John, so Johnny er kanska ikki eitt heilt burturvið git. Væntandi fer prinsurin at hava 4 nøvn.

 

Til ber ikki at vedda um drongurin fer at eita Christian, tí sambært veddingarfyritøkuni er eingin ivi um, at Christian verður eitt av nøvnunum. Til ber at vedda um navnið Frederik, men hetta er navnið við lægstu oddsunum 1,3, Henrik hevur odds 1,75 eins og gamla konganavnið Valdemar. Navnið Abel, ið eingin kongur hevur itið síðan ár 1250 er sambært B24 eins ósannlíkt sum Johnny og Brian. Gorm, ið er kent danskt konganavn gevur peningin 100 ferðir aftur, skrivar jp.dk.

 

Barnadópurin verður í Christiansborg Slotskirke leygardagin, Sjónvarpi samsendur við Danmarks Radio frá kl. 6-13 leygarmorgunin.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *