Eivør úr Havn til Havnar

Eivør er næstu vikurnar á konsertferð úr havn til Wien, til Innsbruck, til Glasgow og so aftur til Havnar, har hon bæði skal vera havfrúgv og kann vinna heiðurin sum besta føroyska songkvinnan.

 

Konsertferð

 

Eivør hevur seinastu árini við jøvnum millubilum luttikið á konsertur hjá Yggdrasil, og var eisini við á konsertini í Tübingen, ið kom út á DVD herfyri. Sunnudagin helt Yggdrasil 15 ára føðingadagin hjá norðurlendska bólkinum í Norðurlandahúsinum. Á parti av hesi konsert var Eivør við.

 

Í gjár fór Eivør av landinum aftur á veg til Eysturríki, har hon saman við Bill Bourne fer at hava 3 konsertir. Fyrsta konsertin verður hóskvøldið kl. 19.30 í Konserthúsinum í Wien, í Mozart Høllini, ið tekur 700 fólk. Konsertirn er ein liður í eini verkætlan, har dugnaligur ungdómur úr ymsum oyggjasamfeløgum fær høvi at vísa sín kynstur. Konsertin er útseld.

Næsta konsertin verður á Porgy & Bess í Wien fríggjakvøldið kl. 20, meðan triðja konsertin verður á Treibhaus í Innsbruck mánakvøldið kl. 20.

Týsdagin 24. januar seta Eivør og Bill nøsina ímóti Glasgow, har tey mikudagin og hósdagin halda konsertir á kenda Skotska festivalinum Celtic Connection.

Leygardagin 28. januar og sunnudagin 29. januar verður Eivør aftur á heimavølli, tá hon saman við Lenu & Guðrun fer at framføra kvinnulist í Norðurlandahúsinum. 28. verður somuleiðis greitt, um Eivør aftur í ár fer at fáa heiðurin ársins føroyska songkvinna. Hon er saman við Lenu og Guðrun, Petsi Tvørfoss og Guðrið Hansen í uppskoti til hesa planet á Planet Awards, sum verða hildnir á Hotel Føroyum hetta kvøldið. Á AME 2005 tók Eivør heiðurslønina sum besta songkvinna.

Leave a Reply

Your email address will not be published.