Nú hava álendskir tónleikarar møguleika at luttakað í álendsku systirkappingini hjá Prix Føroyum, á nógvum økjum líkjast kappingarnar.
Í fjør var Ulrika Lind úr Álandi í Føroyum og vitjaði Norðurlandahúsið, fyri at savna íblástur til teirra egna Prix Áland, ið tá einki navn hevði fingið, men nú eitur musik.ax. Nú er tiltakið byrja at taka skap 2. februar er freistin at melda seg til úti.
Tað er Nordens Institutt saman við álendsku landspartastjørnini, býráðnum í Mariehamn og felagskapinum fyri ung í Álandi ið hava tikið stig til, at menna rútmiska tónleikin í Álandi, Tað var natúrligt at hyggja at Prix Føroyum sum fyrimynd. Royndirnar sum Norðurlandahúsið hevur gjørt við Prix Føroyum, eru kendar í norðurlendskum høpi. Ein arbeiðsbólkur varð tí settur at skipa fyri tiltakinum, og Ulrika Lind, sum hóast sín unga aldur hevur nógvar royndir í norðurlendska samstarvinum, varð sett sum samskipari.
Musik.ax hevur m.a. fingið heimasíðu, har til ber at lesa um tiltakið. Hetta er ikki ein beinleiðis eftirgerð av Prix Føroyum, tað eru tónleikaumhvørvini ov ymisk til, sigur Ulrika Lind við Sosialin, men hon hevur fingið nógvan íblástur frá vitjanini í Føroyum og vitajnini í Norðurlandahúsinum. Hetta sæðst aftur í reglugerðini fyri kappingina. Fleiri av reglunum er tær somu, sum í Prix Føroyum. Men nøkur frávik eru eisini.
Kappingin verður skipað við innleiðandi umførum trý vikuskifti í mars og finalu um miðjan mai. Í innleiðandi umførunum kunnu bólkarnir spæla í mesta lagi 10 minuttir.
Fyri at vera við, skulu bólkarnir antin vera úr Álandi ella virka í Álandi. Tilmeldingin verður gjørd við at senda eina demo til fyriskipararnar. Ein dómsnevnd velur síðan teir bestu bólkarnar burtur úr til luttøku.
Bólkarnir kappast um vinningar, ið minna nógv um Prix Føroyar vinningarnar. Høvuðsvinningurin er tíð í upptøkuhøli uttan fyri Áland, av øðrum vinningum kann nevnast tvær konsertir í Føroyum. Tann eina er ein konsert saman onkrum av bólkunum, ið luttóku í Prix Føroyum, hin er luttøka á Ung i Norden, ið verður í Føroyum í juni. Harumframt vera umboð fyri festivalar í Norðanlondum, sum fáa høvi at bjóða luttakandi bólkum at luttaka.
Í Álandi búgva 26.000 fólk, og umleið 5 fløgur av svingandi góðsku koma út um árið. Hetta er væl minnið enn í Føroyum. Eingi spælistøð eru heldur í Álandi, og hetta ger, at tað truplari at skipa fyri tiltakinum.
Á einum øki brýtur hendan kapping nógv frá føroysku systirkappingini. Skipað verður fyri tónleika verkstøðum, har bólkar og einstaklingar verða vegleiddir og fáa lagt lag á framførslu og annað, hetta verður gjørt longu áðrenn innleiðandi umførini.