Victoria Beckham hevur sambært bt.dk givið kvinnum um allan heim ráð um hvussu man skorar ein mann. Í eini samrøðu við bretska blaðið The Sun sigur fyrrverandi kryddgentan, at lættasti máti at lokka ein mann, er við at lata seg í t-troyggju, strammar kovboybuksir og høghalaðar skógvar.
So vita vit hvat David Beckham dámar, so er spurningurin hvat henda útsøgn fer at gera við søluna av høghalaðum skón, kovboybuksum og t-troyggjum, kanska serliga í Madrid.