Eg vil sleppa aftur til Føroyar at spæla

Jesper Binzer kemur til Føroyar á Planet Awards at handa eina av planetunum. Hetta er aðru ferð, at Jesper er í Føroyum, fyrru ferð var, tá hann við bólki sínum D.A.D. í 1999 spældi konsert í Høllini á Hálsi.

 

Planet Awards

Jesper og hinir í D.A.D. vóna, at teir aftur í summar sleppa á ein føroyskan pall.

Enn eitt stórt navn úr tónleikaídnaðinum hevur boðað frá, at hann kemur til Føroyar í sambandi við Planet Awards 28. januar á Hotel Føroyum. Talan er um Jesper Binzer, sangara í einum av størstu donsku rokkbólkunum seinastu 20 árini  D.A.D. Vit hava prátað við henda fryntliga rokksangara, um konsertina á Hálsi í 1999, um D.A.D. um fortíð, nútíð og framtíð.

 

Stórsligin náttúra
Jesper Binzer sigur, at innbjóðingin um at sleppa til Føroyar ein túr er eitt kærkomi høvið, at vitja Føroyar aftur. Hann minnist serliga føroysku náttúruna, sum verandi stórsligna. Hetta upplivdu teir sera sterkt á túri sínum undir Vestmannabjørgunum. Hann minnist hetta sum eina løtu, har hann veruliga sá, at náttúran er so øgiliga nógv størri enn vit menniskju. Annars eru minnini frá Føroya túrinum sera fjar, sigur Jesper, ið minnist hetta tíðarskeiðið, sum eitt sera strongt tíðarskeið hjá bólkinum. Hann er tó skjótur at leggja afturat, at hann hevði ein útstappaðan lunda við sær heim.

 

Mitt í rokinum
Teir fýra Jesper Binzer, Jakob Binzer, Stig Pedersen og Peter Lundholm Jensen, sum stovnaðu Disney Land After Dark, myndaðu bólkin frá 1984-1998, tá trummuleikarin Peter ikki tímdi longur og fór burtur úr bólkinum. Hetta var eitt stórt umskifti, og túrurin til Føroyar var mitt í rokinum við at fáa ein nýggjan lim skoraðan inn í hesa gomlu eindina.

“Hetta var okkara fyrsta konsert við nýggja trummuleikaranum Laust Sonne, og tí vóru vit øgiliga strongdir. Vit eru ein bólkur, hvørs styrki í stóran mun liggur í tøttu bondunum ímillum limirnar, ið millum annað koma av, at vit alla tíðina hava verið teir somu liminirnir í bólkinum”, sigur Jesper. Hann greiðir frá, at talan var um eina stutta konsertferð við trimum konsertum, konsertini í Føroyum, eini konsert í Wachen í Týsklandi á einum tungmálmsfestivali og á konsert á Skanderborg festivalinum. Konsertirnar vóru mitt í framleiðsluni av fløguni Everything Glows. Tí vóru løg av hesari fløgu roynd live í Føroyum fyrstu ferð.

 

Plastikurtapottar
Jesper sigur, at hann minnist ikki so væl sjálva konsertina. Men Ítróttarhøllina á Hálsi minnist hann. Hann minnist serliga backstage økið, ið var kaffistovan við plastikkurtapottum og øllum tí, ið hoyrir til eina kaffistovu í eini Ítróttarhøll.

Hann sær hetta høvið at sleppa til Føroyar at handa einan Planet, sum ein góðan møguleika at sleppa aftur til Føroyar og uppliva landið undir minnið strongdum viðurskiftum.

Hann sigur, at hann heldur ikki vil leggja skjól á, at D.A..D vil sleppa til Føroyar aftur at spæla. Teir hava verið í sambandi við ein av føroysku festivalunum, og hann vónar, at hansara ferð til Føroyar, kann vera við til, at fáa okkurt at spyrjast burtur úr hesi avtalu.

“Vit fara á eina langa konsertferð í summar og spæla millum annað á nógvum donskum festivalum, so stuttligt hevði verið, um ein føroyskur festivalur hevði passað inn í skránna”, sigur Jesper.

 

Bara sláa hart á trummurnar
Konsertin í 1999 hjá D.A.D. í Føroyum var merkt av, at nýggjur trummuleikari var komin í bólkin, samanspæli var ikki líka gott sum áður, og slettis ikki líka gott, sum tað er vorðið síðan hetta. Jesper greiður frá: “Tað at fáa Laust inn í bólkin var ein orkuinnspræning. Hann er so øgiliga musikalskur – Eg vildi næstan sagt, at hann er tann fyrsti ordiligi tónleikarin, vit hava havt í bólkinum. Hetta hevur ávirkað okkum nógv sum bólk. Fyrst og fremst eru kórini blivin nógv betri, tað er trummuspæli eisini. Men hann gevur eisini nógv í lagskrivingini og ger, at nógv ting bara eru í lagi. Hetta gevur okkum eitt nógv størri tónlistarligt frælsi, til at gera akkurát tað, sum vit hava hug til at gera. Men umframt at vit hava lært nógv av Laust, so hevur hann eisini lært okkurt av okkum. T.d. at onkuntíð skal hann bara sláa hart á trummurnar, heldur enn at hugsa, um tað svingar ella ikki.

 

Í støðugari broyting
D.A.D. hava líka frá fyrstu útgávunum flutt seg tónlistarliga á hvørjari útgávu. Bólkurin hevur megnað at fylgt við tíðini og hevur givið sítt boð uppá nútíðarrokk øll árini, tó við einum sterkum D.A.D. samleika. Jesper sigur, at hetta er rættiliga tilvitað, men eisini viðføtt. Teir hava alla tíðina havt hug at fylgja við. Hann sigur, at hann hevur alla virðing fyri bólkum, ið spæla sín tónleik og halda seg til hann. Men hjá D.A.D. hava teir øll árini kent seg, sum um teir vóru partar av tónleikapallinum, og tí hevur tað verið nátúrligt at flyta seg við honum: “Tú kanst ikki noyða teg sjálvan at  verða nýskapandi, antin ert tú tað ella ikki. Vit royna at hyggja innan í okkum sjálvar og finna tónleikin í okkum. Tað kann gerast pínligt, men okkara størstu successir eru komnar, tá vit hava flutt okkum longst. Tildømis tá vit gjørdu No Fuel Left For The Pilgrims. Men tað liggur altíð eitt trýst frá áskoðarunum til at halda fram í somu rillu, men tað vilja vit ikki.

Løgini sjálvi eru ikki so nógv broytt, t.d. kundu vit væl havt skrivað løgini á nýggjastu fløguni Scare Yourself fyri 20 árum síðan, men tey høvdu nokk ikki ljóða soleiðis tá. Eg haldi, at broytingin er tað, ið ger, at tað blívur við at vera stuttligt. Hetta er eisini orsøkin til, at vit hava gjørt hetta í 22 ár, og eg vænti, at vit fara at gera hetta í nógv ár afturat.

Hetta er ikki bara handverk, men kemur nokkso nógv innanífrá tí hendir broytingin í tónleikinum rættiliga nógv av sær sjálvum. Eg haldi ikki, at tað er møguligt at seta seg niður og siga, at nú fari eg at skriva eitt sovorðið lag, tað ber ikki til.

 

Besti danski livebólkur
Heilt frá byrjanini hevur D.A.D. verið kendur, sum ein tann besti danski konsertbólkurin, við stórum og ógvisligum pallframførslum er altíð talan um stórslignar konsertir. Tvær av konsertunum í fjør tann á Roskilde Festivalinum og tann í KB-Høllini vóru tiknar upp bæði í ljóð og myndum. Í løtuni situr bólkurin og ger upptøkurnar klárar til tí fyrstu D.A.D. DVD’ina Scare Yourself Live. Talan er um næstan tríggjar tímar av tónleiki, umframt ymiskt eykatilfar. T.d. upptøkur frá degnum tá D.A.D. vórðu heiðraðir við serligu heiðurslønini á Nordic Music Awards í Keypmannahavn og síðan fóru við flogfari til Århus, har teir fóru beint á pallin til eina útselda konsert.

Jesper greiður frá, at bólkurin sjálvur framleiðir DVD’ina. Hetta er sera hart, men eisini spennandi arbeiði. Men nú, teir hava sitið fleiri vikur í framleiðsluhølunum við nøsini niðrið í einum ljóðblandingarpulti, er tað frálíkt at sleppa burtur úr hesum og fara til Føroyar saman við konuni, sigur Jesper, sum gleðir seg.

Fyri eini viku síðan var avdúka, at ein onnur av størstu donsku rokkstjørnunum Simon Kvamm kemur til Føroyar fyri at luttaka á Planet Awards.

Leave a Reply

Your email address will not be published.