Eivør er í uppskoti til seks danskar heiðurslønir

Pressumynd: Bárður Eklund
Eivør Pállsdóttir gjørdist í gjárkvøldið eitt stórt navn í donskum fólkatónleiki, tá hon varð skotin upp til helvtina av heiðurslønunum til Danish Music Awards Folk.

 

Tá nøvnini á teimum, ið eru í uppskotið til Donsku fólkatónleikaheiðurslønirnar á Danish Music Awards Folk, vórðu almanankunngjørd, var navnið hjá Eivør Pállsdóttir nevnt sum uppskot til seks av teimum tólv  heiðurslønunum.  Hon er í uppskoti fyri m.a. bestu fløgu, sum besti sangskrivari, besti komponistur og besta sangrødd.

 

Stóra stjørnan

Til fimm av heiðurslønunum er Eivør í uppskoti saman við trimum øðrum, meðan í uppskotinum um bestu fløgu kappast seks fløgur. Tað var her fyri greitt, at Eivør var eitt av nøvnunum, ið skuldi spæla á Danish Music Awards Folk. Men nú er møguleiki fyri, at hon kann gerast tann heilt stóra stjørnan hetta kvøldið. Í øllum førum er hon tann, ið er í uppskoti til flestar heiðurslønir hetta kvødlið.

 

Júst flutt

Eivør er júst flutt til Danmarkar og fer í næstum at royna seg á danska marknaðinum. Hetta byrjar við eini konsertferð í februar og mars.  Eingin ivi er um, at tað, at Eivør er í uppskoti til seks heiðurslønir, er sera gott fyri áhugan í hennara konsertum.  Hon er yvir eina nátt vorðin eitt væletablerað navn í donskum fólkatónleiki.

 

Væl vitjað

Danish Music Awards Folk verða hildnir 11. mars í Tønderhal 1 í Tønder. Umframt Eivør er almannakunngjørt, at Lars Lilholt og Haugaard & Højrup Bigband spæla. Men onnur nøvn vera eisini á plakatini.

Skipað hevur verið fyri DMA – Folk síðan 2001, og tiltakið plagar altíð at vera væl vitja.

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *