Viva la Republica á vinyl selur

LP útgávan av Viva la Republica skrivar føroyska hittlistasøgu hesa vikuna, sum fyrsta LP á sølulistanum í 15 ár.

 

LP’in hjá 200 er hesa vikuna komin brakandi inn á annað pláss á listanum yvir mest seldu tónleikaútgávur hjá 3’aranum. Hetta er ein søgulig hending, tí tað er fyrstu ferð í 15 ár, at ein føroysk LP er á einum hittlista yvir mest seldu útgávur.

Terji Rasmussen sendi 200 LP’ir av Terja og Føstufressum á marknaðin beint fyri jól, men hóast talan er um ein veruligan klassikara í føroyskum tónleiki, so slapp tann LP’in ikki inn á listan hjá 3’aranum.

 

Ring føroysk vika

Einans Curtain Call hjá Eminem er framman fyri Viva La Republica vinyl. Hetta er somuleiðis fyrstu ferð í fleiri mánaðar, at ein útlendsk fløga er ovast á sølulistanum. Samanumtikið er hetta ein ring vika fyri føroyska fløgusølu, tí einans tríggjar føroyskar útgávur eru á listanum.

 

Eingin Popplist ella Perlur

Mest selda fløga í seinastu viku Poppkorn er dottin niður á triðja pláss. Hjalti Skaalum eigur fløguna á tíggjunda plássi. Merkisvert er, at Popplist 4, ið hevur verið trúgv inni í toppinum av listanum er dottin heilt út. Tað sama er galdandi fyri Perlurnar hjá Dynamit, ið hevur verið á listanum, síðan hon kom út. Fløgurnar Førist hjá Páll Finnur Páll og Morning Dew hjá Høgna Lisberg, ið komu inn á listan aftur seinastu ferð eru eisini dotnar út.

 

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *