Eitt av størstu donsku tónleikanøvnunum í løtuni Johnny Deluxe spælir á Planet Awards leygarkvøldið. Sangarin Noam og gittarleikarin Søren koma til Føroyar at spæla ungplugged á tiltakinum á Hotel Föroyum.
Planet Awards

Tá Planet Awards fara av bakkastokki leygarkvøldið verður eisini danskir góðskupoppur á teirri frammanundan framúrskarandi spæliskránni. Landaplágusmiðirnir Noam og Søren úr Johnny Deluxe koma at framføra unplugged.
Landaplágur
Johnny Deluxe hevur, síðan fyrsta sjálvnevnda fløgan kom út í 2004, uttan steðg verið at hoyrt í donskum útvarpi. Fløgan hevur higartil selt 40.000 eintøk. Løg sum Elskovspony og duettin við svensku Annu Nordell “Drømmer jeg” gjørdu, at bólkurin var í uppskoti til heiðurlønir hjá P3 Guld, Zulu Awards, DMA og NMA. Konsertferðin umfataði m.a. Grønu konsertirnar, har 100.000 hendur klappaðu við til kærleikspoppin.
LUXUS fløga
Bólkurin fór beint av pallinum í upptøkuhølið og í oktober kom seinna fløgan LUXUS út. Henda fløga staðfesti, at hetta er ein bólkur, ið er komin fyri at vera. Serliga nýggjasta landaplágan “Drenge som mig” er eitt stórt hitt í Danmark. Lagið tekur tráðin upp eftir “Drømmer jeg”. Eitt sera fangandi popprokklag um longsul eftir kærleika. Lagið verður spælt alla somlu tíðina í donskum útvarpi og klárar seg væl á hittlistunum. Seinastu tíðina er bólkurin eisini farin at gera um seg í føroyskum útvarpi.
Lívsgleði á fløsku
Á heimasíðuni hjá bólkinum kallar bólkurin tónleikin hjá sær fyri lívsgleði í fløsku. Hesin glaði og stuttligi tónleikur og gerandisligu tekstir, gera fólk í góðum lag. Hetta er stuttligt, festligt og veitlsukent tónlistarligt luksus, ið sømir seg til eitt Gallakvøld.
Hitt kynið
Kærleikin og gleðin um hitt kynið eyðkennir allar tekstir hjá bólkinum, spurdir um teir bara hugsa um konufólk, játtar Noam, og sigur at sangirnir handla um ymisk sløg av kvinnum og um upplivingar, ið teir ella teirra vinir hava havt við kvinnum. Kvinnur eru ein stórur partur av okkara lívi, tí er tað natúrligt at skriva um tær, sigur Noam við heimasíðuna hjá bólkinum.
Shawarma tour
Sangarin Noam, gittarleikarin Søren og bassleikarin Jakob stovnaðu bólkin í 2000 í Camden býarpartinum í London, fyrstu árini skrivaðu teir tónleik og livdu av at spæla á klubbum og smáum konsertum í London. Í 2003 luttók bólkurin í útvarpssendingini Karrierekanonen á størstu donsku útvarpsrásini P3. Hetta gjørdist ein brakandi success. Bólkurin fekk beinanvegin ein útgávusáttmála, og hava ikki hugt afturum seg síðan.
Noam sigur við heimasíðuna hjá bólkinum, at tann fyrsta tíðin í London var øgiliga fátækslig, men samstundis lærurík. Hann sigur, at tá tú hevur roynt ongar pengar at eiga, so lærir tú at vera takksamur, tá tú endiliga fært pening. Søren leggur afturat, at tað var ein fantastisk tíð. Teir kallaðu fyrstu konsertferðina “Kan du låne mig til en Shawarma tour”, tí teir høvdu ikki ráð til mat og lántu frá ljóðmonnum og øðrum.
Luksus lív
Noam heldur, at bólkurin nú livir eitt sattt luksus lív og hevur gjørt tað í fleiri ár. Tí teir sleppa at gera tað teimum dámar best at spæla tónleik. Luksus snýr seg ikki um pening, men um at kunna liva dreymin, og tað gera vit, sigur hann.
Teir siga eisini, at hóast tað er stór broyting frá at sita í eini eitt-kamars íbúð í London til at standa á palli framman fyri 50.000 áskoðarum, so er broytingin hend spakuliga yvir eini trý ár, tí hava teir megnað at vant seg við hetta lívið.
Tónlistarlig yvirflóð
Á Planet Awards fer bólkurin á pallin har Marius, Yggdrasil við Kára Sverrisyni, Channe Nussbaum Trio, Brandur K. Jacobsen, Petsi Tvørfoss, 200, Terji Rasmussen og Frændur eisini fara at spæla, her er lagt upp til eina yvirflóð av tónlistarligum upplivingum.
Umframt tey, ið spæla luttaka Jesper Binzer úr D.A.D. og Simon Kvamm úr Nephew, sum gesta planethandaðarir, eisini Johnny Deluxe dreingirnir fara at handa eina planet.