Føroya harðasti og tyngsti rokkbólkur SIC fer fríggjakvøldið at kappast við bestu donsku bólkarnar innan teirra tónleikagrein. Hetta er eitt høvi hjá teimum at vísa seg fyri danska tónleikaídnaðinum.
Tónleikakapping
Føroysku tungmálmsrokkararnir í SIC verða millum teir 20 bólkarnar, ið skulu kappast í danska málms prixnum, Danish Metal Grand Prix. Sic luttekur í undanumfarinum í Aalborg nú fríggjakvøldið 10. februar.
Konsertin verður á Café 1000 fryd. Í undanumfarinum skal Sic kappast við bólkar við løgnum nøvnum sum: Croan, Like Sycodellic Disbelief, Broadmoor , Evil Live og Svartsot.
Umframt umfarið í Aalborg eru undanumfør í Aarhus og Keypmannahavn. Finalan verður í Aalborg fríggjadagin 17. februar. Tó er ikki heilt greitt hvør virðislønin verður. Upprunaliga var hon 3 dagar í upptøkuhøli, umframt luttøka á ársins Midtfynsfestivali, men í gjár varð hesin festivalur avlýstur. Um onkur onnur konsert verður ístaðin er enn ikki greitt.
Sic hava langt síðan sligið navn sítt fast, sum besti føroyski tung-, rusk- og deyðsmálmsbólkurin. Hetta varð enn einaferð váttað, tá teir gjørdust nummar trý í føroysku GBOB finaluni. Fríggjakvøldið sleppa teir so at royna seg ímóti danska málmspallinum. Avgerðin um hvør vinnur verður tikin av einum blandi av dómarum og áskoðarum. Dómararnir eru serkøn úr tónleikaídnaðinum.