Tutl fløgur hitta í USA

Kristian Blak setur enn einaferð Føroyar á heimskortið

Ein pakki av Tutl fløgum til eina amerikanska útvarpsstøð, hevur vakt mikla gleði millum starvsfólki, ið nú spælir nógvan føroyskan tónleik fyri amerikansku lurtarunum.

 

Á útvarpsstøðini WMPG í Portland, Maine USA er føroyskur tónleikur dominerandi á playlistanum. Á listanum yvir mest spældu jass og fólkatónleika løgini eru ikki færri enn seks Tutl fløgur millum tíggju tær mest spældu. WMPG sendir til alt Maine, men hevur suður Maine sum málbólk. Í Maine búgva umleið 1,2 milliónir fólk, so hetta er ein rættiliga stórur marknaður. Men sambært støðini hoyrist hon um størsta partin av USA, tó er ógreitt um hvussu nógv lurtað uftan fyri Maine.

 

Kristian Blak dagligur leiðari av Tutl fekk beint fyri jól eitt teldubræv frá Bob Cochran, ið er leiðari fyri jasspartin av útvarpsstøðini. Cochran hevði hoyrt sjálvnevndu fløguna hjá Eivør Pállsdóttir og var so bergtikin av henni, at hann hevði ynskt, at hann hevði hoyrt hetta útrúliga tónlistarliga verk fyrr. Á heimasíðuni hjá Eivør, hevði Cochran funnið heimasíðuna hjá Tutl og sá stóra úrvali av jassi. Tí spurdi hann Kristian, um hann kundi sent honum eintøk av føroyskum jassfløgum. Kristian so gjørdi.

 

Síðan útvarpsstøðin fekk føroysku fløgurnar er føroyski parturin av sendiskránni hjá útvarpsstøðini vorðin alt størri. Men hesa vikuna ber av, við Eivør á øðrum plássi, og nøvnum sum Lossingarmenn, Yggdrasil, Tjant, Kristian Blak og Faroeesti á listanum.
Í vikuni fekk Kristian aftur mail frá Cochran, ið greiddi frá, at bæði hann og hini starvsfólkini á útvarpsstøðini vóru sera glað fyri tónleikin á Tutl fløgunum.

 

Mest spældu jassfløgur hesa vikuna á WMPG

1. Chick Corea – The Ultimate

2. Eivør Pállsdóttir – Eivør Pállsdóttir

3. Lossingarmenn – Lossingarmenn

4. Larry Goldings – Quartet

5. Yggdrasil – Yggdrasil

6. Deanna Witkows – Length of Days

7. Tjant – Tjant

8. Kristian Blak – Addeq

9.  Faroeesti – Faroeesti

10. Thomas R. Einarsson – Let Jazz Be Bestowed OnThe Huts

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *