Rúni er nýggjur prædikumaður

Besti føroyski kontribólkurin The Reverends hevur fingið nýggjan trummuleikara og fer leygarkvøldið á pallin fyrstu ferð við honum. Høvið er árligi Føstulávintsdansurin í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.

 

The Reverends er útisetabólkur við garvaðum tónleikarum úr nøkrum av Føroya bestu rokkbólkum, men saman eru teir reint kontri. Teir hava seinastu árini spælt til dans í føroyska útisetaumhvørvinum í Danmark, umframt kontrikonsertir í donskum spælistøðum. Í fjør summar var bólkurin somuleiðis rundferð í Føroyum. Tá trummuleikarin Richard Hansen flutti til Føroyar í fjør, fóru The Reverends at leita eftir nýggjum trummuleikara. Avloysarin gjørdist sera habilur.

 

Rúni Mouritsen gongur á klassisku linjuni á konservatoriinum, hann er kendur av klassiska tónleikapallinum, men eisini úr rútmiskum bólkum, sum Lawetz og Páll Finnur Páll.  Leygarkvøldið spælir The Reverends, so fyrstu ferð við Rúna á trummum. Seinastu ferð at The Reverends spældu var innið á háttvirda bluesspælistaðnum MOJO í miðbýnum í Keypmannahavn í september. Rúni kom við í bólkin í november og síðan tá, hevur The Reverends vant spæliskránna saman við Rúna. Leygarkvøldið spælir bólkurin eitt bland av teirra egna kontri og løgum hjá øðrum, tá teir bjóða fólk at lata seg í kovboyhattin og koma inn í Føroyahúsið í Keypmannahavn í Føstulávintsdans.

 

Tað er kórið MPIRI, ið skipar fyri føstulávintsdansinum. Føstulávintsdansurin hevur síðan fyrru helvt av 90’árunum verið eitt tað størsta dansitiltakið í føroyska útisetaumhvørvinum í Keypmannahavn.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *