Villur kærleiki á alnetinum

Holgar og Villmenn eru ikki beinleiðis kendir fyri sukursøtan kærleikspopp, men á heimasíðuni hjá bólkinum liggur ein forsmakkur av komandi fløguni hjá Villmonnum, og her er talan um eina veruliga kærleiksballadu. Lagið kann takast niður heilt ókeypis.

 

Villmenn siga, at teir fara undir upptøkurnar av nýggjari fløgu í næstum, og at hetta lag er in anti-forsmakkur. Hvussu er ella ikki, so er lagið á tremur við hittpotentiali. Villmenn hava her lagt punk kenda kontrirokkin á hylluna og eru farnir eftir tí vakra og fitta. Eitt lag um talgildan kærleika, ið ivaleyst alt ov nógv kunnu nikka við til. Men talan er enn um Villmenn, og tað skitna og eitt sindur rufflutta, ið vit elska teir fyri, er eisini í lagnum. Serliga kórrøddirnar hava vanliga svakliga og villa dámin, sum í fitta samanhanginum virkar enn svakari og enn villari. Villmenn hava enn einaferð flutt mørk, og tað skuldi ikki undrað, um hetta lagið bæði gerst eitt hitt í Kvøðuljómunum og í 15 teimum bestu.

 

Villmenn er síðsti skansin hjá Vágasoundinum, og hendan skansa verja teir væl. Meðan vit bíða eftir fløguni, ber til at takað talgilda kærleikspoppin niður á heimasíðuni www.villmenn.info.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *