Høgni Lisberg hevur gjørt útgávusáttmála í Benelux fyri fløguna Morning Dew, ið vann Planet Awards sum besta fløga. Løgini Morning Dew og Just Dig eru at hoyra fleiri ferðir um dagin á stóru belgisku útvarpsrásini Radio 1.
Høgni Lisberg hevur skrivað sáttmála við belgiska bookingfelagið Artist Management & Agency, ið síðani hevur gjørt avtalu um útbreiðslu við Rough Trade. Rough Trade er eitt stórt útgávufelag sum virkar í øllum Europa. Avtalan hjá Høgna er tó einans galdandi í Hollandi, Belgia og Luksemborg. Hesin sáttmálið varð undirskrivaður herfyri, men Høgni hevur gingið stillisliga við hesum tíðindum. Tað er ikki fyrr enn úrslit byrja at síggjast av arbeiðinum hjá bookingfelagnum, at vit hoyra tíðindini í Føroyum.
Fleiri ferð um dagin í útvarpinum
Løgini Morning Dew og Just Dig eru komin í A-rotatión á stóru belgisku útvarpsstøðini Radio 1. Hetta merkir í vanligari talu, at løgini eru á tí rættiliga stutta listanum av løgum, ið verða spæld fleiri ferð um dagin á hesi útvarpsrás.
Vit spurdu Høgna um, hvat hetta merkir fyri hansara royndir at sleppa at liva av tónleiki. Høgni segði, honum líkt, at hann tók tað sera róliga. Hetta nýttist ikki at hava nakran serligan týdning. Men sjálvandi er tað skeg, segði hann. Hann greiddi frá, at orsøkin til at hann ikki hevði tosað so nógv um útgávusáttmálan, var tann, at ein tílíkur hevur sera lítið at siga, um ikki ein eftirspurningur er. Men nú tvey løg vóru komin í A-rotatión, so byrjaði hann at verða eitt sindur spentur. Tí hetta ger, at sera nógv fólk hoyrir tónleikin. Eisini hjálpir hetta í mun til at verða spældur á øðrum útvarpsrásun, tí støðirnar hyggja at listunum hjá hvør øðrum.
Belgiskir tónleikarar
Hetta kann jú vera við til at skumpa undir eftirspurningin. Um eftirspurnigurin kemur, so er eingin ivi um, at Rough Trade er eitt gott útbreiðslufelag. Høgni hevur fyrr spælt í Sveits, men ætlar sær í næstum til Belgia at spæla. Fleiri belgiskir tónleikarar eru við á fløguni, og hetta kann hava hjálpt við at skapa áhugan hjá belgiskum útvarpi. Høgni sigur, at Tom Vanstiphout, ið spælir gittar á fløguni og er singer songwriter sjálvur, eisini hevur okkurt lag í A-rotatión. Hann sigur, at hann ikki hevur tosað við Vanstiphout, men Høgni er als ikki avvísandi fyri hugskotinum, at teir kundu spælt konsertir saman.
Skumpar undir konsertferð
Høgni sigur við okkum, at ætlanin at spæla í Belgia ikki er nýggj, men eingin ivi er um, at hetta kann skumpa undir ætlanirnar, enn er eingin dagfesting sett. Tað er heldur ikki greitt, um talan verður um Høgna sum einstakling ella við bólki, hetta avhongur av áhuganum, sigur Høgni.