Familjan stuðlar Eivør leygarkvøldið

Leygarkvøldið kann gerast stóra gjøgnumbrotið hjá Eivør í Danmark, tá hon á DMA Folk hevur møguleika at vinna ikki færri enn seks heiðurslønir, m.a. besta danska songkvinna og besti danski artistur.

 

Eivør Pállsdóttir og fløgan Eivør eru í uppskoti til ikki færri enn seks heiðurslønir á Danish Music Awards Folk. Hon er í uppskoti til hesar seks heiðurslønir: Ársins danska útgáva, Ársins danska songrødd, Ársins danski artistur (nútímans), Ársins danska vísufløga, Ársins danski sangskrivari og Ársins danski fólkatónasmiður.

Familjan hjá Eivør er komin úr Føroyum fyri at stuðla Eivør á kvøldinum, ið kann gerast hennara stóra gjøgnumbrot. Síðan Eivør heilt ung luttók á konsertum, hava andlit hjá familjulimum verið at sæð millum áskoðararnar.

Eivør veit, at hon skal á pallin leygarkvøldið – Hóast vónin er at sleppa fleiri ferð upp eftir heiðurslønum, so er tann eina ferðin tryggja, tí hon skal nevniliga sjálv spæla á tiltakinum.

DMA Folk verður hildið í Tønder Hallen í Tønder í Suður Jútlandi leygarkvøldið. Hetta kann gerast stóra gjøgnumbrotið hjá føroysku songkvinnuni, ið nú búleikast í Keypmannahavn.

Men Eivør er longu nú eitt kent navn í Danmark, løg hjá henni eru at hoyra í donskum útvarpi, og miðlarnir eru farnir at lata eyguni upp fyri okkara fremsta songfugli. Eivør hevur júst verið á Danmarksrundferð, her spældi hon 12 útseldar konsertin kring alt landið. Ummælararnir kastaðu henni nógvar rósur, so eingin ivi er um, at tað gongur rætta vegin hjá Eivør á danska marknaðinum.

Leave a Reply

Your email address will not be published.