Røða í Føroyahúsinum í Keypmannahavn á Grækarismessu
Grækarismessuhaldið er eitt heilt serligt hátíðarhald fyri flestu føroyingar. Hetta er dagurin, ið sigur frá, at veturin endiliga er av. Klipp, klipp, klippini uttan fyri gluggan boða frá, at nú várar. Tjaldrið kemur við sínum eyðkenda ljóði og við ljósu tíðini. Hetta hava vit valt at hátíðarhalda, tí umframt at vera tjóðfuglur okkara er tjaldrið eisini okkara fremsti várberi.
Mynd: Símun Jóanesarson Hansen
Fert tú útum í Føroyum um várið, hoyrir tú tey, og ja, tað tykist sum um tey vita nær Grækarismessa er. Tí tey eru trúgv, sjáldan hoyrir tú klippini áðrenn Grækarismessu men á sjálvum degnum tá Grækarismessa er, byrja tey at fylla náttúruna. Hetta, at flytifuglurin vendur heim aftur, merkir okkurt heilt serligt fyri okkum føroyingar, bæði teir í Føroyum og okkum útisetar.
Men eg hevði logið, um eg ikki viðgekk, at tað kendist eitt sindur løgið, at seta seg niður og skriva hesa røðu. Fyrst og fremst eru vit ikki í Føroyum, og tað er langt millum tjøldrini í Holmbladsgade. Eg hyggi niður á Jaguarin, Jacobs Bageri og bilarnir. Kavin liggur á fleiri av teimum. Eg lati gluggan upp og smakki frost í luftini. Fólk niðrið á gøtuni eru væl ílatin, og reyðu kjálkarnir boða als ikki frá nøkrum vári.
Veðurtíðindini boðað bara frá alsamt meira kulda. Og ein av teimum báðum radiatorunum í íbúðini er hildin uppat at rigga. So eg siti inni og skrivi í myrkamorreyðari troyggju. Nei, tað kennist meira, sum hávetur enn sum vár.
Tá eg hætti mær útum, er tað, sum um mergurin frystir innan í beinagrindini á mær. Danski kuldin er ótrúliga bítandi, og eg vænti ongantíð, at eg fari at venja meg við hann. Tað er ivaleyst soleiðis hvørt ár, men eg haldi, at mars hevur verið óvanliga kaldur og vetrarkendur í ár. Eg skilji væl, um flytifuglurin heldur seg sunnanfyri ein mánaða ella báðar tveir afturat.
Í sjónvarpinum hoyri eg um fuglakrím og deyðar kettur og um ein ella báðar tveir kynverjar, ið eru deyðir av fuglakrími. Á alnetinum hoyri eg tíðindini í Kringvarpinum tosa um, at fuglakrímið kanska kemur til Føroyar við flytifuglinum. Eitt sekund síggi eg við ræðslu, at Grækarismessan verður avlýst, og allastaðni liggja føroyskir veiðumenn á lúr við riflu og skjóta tjøldur.
Umstøðurnar at skriva eina jaliga várkenda Grækarismessurøðu eru stutt sagt, so sum so.
Men so vendur vitið aftur, og eg síggji stóru heildarmyndina. Tjaldrið og hinir flytifuglarnir eru ikki bert tekin um ljósu tíðina. Hesir fuglar umboða útlongsul og heimlongsul. Hetta eru kenslur, sum vit útisetar, ella skuldi eg sagt flytifuglar sjálvi kenna. Men eisini kenslur, ið allir aðrir føroyingar har heima kenna. Kenslur, ið fylgja við, tá tú verður føddur í einum oyggjalandi. Dunnuhylurin gerst ov lítil ella ov trongur ella bara ov okkurt, og vit leita okkum út í heimin. Júst sum tjaldrið. Altíð bera vit ein part av Føroyum við okkum, og tey flestu leita heim aftur, júst sum tjaldrið. Onkur av okkum flyta aftur, onnur ferðast aftur, men øll kenna vit tilknýtið. Ja, heimslongsulin, um tú vilt. Føroyar eigur ein part av okkara hjørtum.
Uttanlanda víðkast sjónarringurin, vitanin veksur og heim afturkomin eru vit tilreiðar at geva føroyska samfelagnum burturav okkara kunnleika. Summi, ið ongantíð fylgdu útlongslinum ræðast tað nýggja, ið vit flytifuglar umboða, síggja tað sum eitt slag av fuglakrími. Vildu heldur, at vit vóru óbroytt. Men flestu føroyingar, gleðast um at síggja okkum aftur. Ein fasinatión fyri útheiminum býr í flestu okkara. Tað er heldur eingin ivi um, at nógv av menningini í samfelagnum, kemur júst uttan í frá. Útlongsulin sendur okkum út í heim, heimlongsulin sendur okkum heimaftur við nýggjari barlast.
Áhugin fyri føroyingum í útheiminum er altíð stórur millum føroyingar í Føroyum. Vit elska at hoyra um okkara fólk, ið gerast hetjur í útlandinum. Flytifuglar, ið leita út í heim, men altíð hava Føroyar við sær, og seta síni spor í útlendskum samfeløgum. Hetta hevur altíð verið so, og er soleiðis enn, og man tað ikki altíð fara at vera so?
Eisini í dag vera hetjurnar ofta mettar eftir sínum avrikum uttanlanda. Tildømis innan tónleikin, har Teitur ferðast kring allan heim og selur stórar rúgvir av fløgum, ið hann sjálvur hevur gjørt, ella Eivør, ið fyrst legði Ísland fyri sínar føtur, og nú hevur fingið luft undir veingirnar í Danmark. Eg var so sera errin av at vera føroyingur í gjárkvøldið í Tønder. Eivør var í uppskoti til seks av fremstu heiðurlsønunum innan fólkatónleik í Danmark. Enn erpnari gjørdist eg, tá hon vann heiðurslønirnar fyri bestu fløgu við vísusangi og fyri bestu songrøddina. Eivør og Teitur eru farin á flog. Tey flúgva sum tjøldrini út í heim, í hjartanum bera tey eitt petti av Føroyum, og eins og tjøldrini er heimlongsulin altíð við, saman við útlongslinum, og javnan vitja tey heima á klettunum, við sínum vakra sangi.
Eg arbeiði sum blaðfólk, javnan skrivi eg greinar um útisetar ella flytifulgar, ið hava upplivað okkurt serligt. Sum t.d. greininina um 32 ára gamla havnarmannin, ið hevur samráðst fyri 100 milliardir, ella greinina um blaðkonuna, ið er blaðstjóri á einum stórum donskum tíðarriti, ella tónasmiðin, ið skrivar tónleik til útlendskt sjónvarp og kendar stjørnir. Felags fyri hesar greinar er, at tær verða lisnar av nógvum. Innari útlongsulin hjá føroyingur verður stimbraður av at lesa um onnur, ið fara. Samstundis sum longsulin eftir at síggja tey aftur, virkar sum eitt magnet, ið dregur tey heim aftur.
Tí er Grækarismessan eisini viðkomandi fyri okkum her í Keypmannahavn. Hon minnir okkum á, at vit hava eitt heim at fara aftur til. Eitt land har vit altíð eru vælkomin, og hóast onkur kanska hevur hug at skjóta tjøldrini, so gleðast tey flestu um okkara várligu klipp.
Og í morgun var tað, sum um sólin skein eitt sindur bjartari. Sjálvt um mergurin ikki heilt er tiðnaður enn, so sungu fuglarnir eitt sindur kátari eisini í Holmbladsgade. Kanska er várið í eygsjón – livst so spyrst!
One thought on “Røða í Føroyahúsinum í Keypmannahavn á Grækarismessu”
One thought on “Røða í Føroyahúsinum í Keypmannahavn á Grækarismessu”