Eivør Pállsdóttir hevði eina av bestu framførslunum nakrantíð á DMA-Folk, tá hon spældi seks løg á fýra ymiskum málum, við einum ómetaliga væl spælandi bólki.
DMA-Folk
Eivør hevði fingið heiðurin at lata DMA-Folk tiltakið upp við eini framførslu, sum man teljast millum tær bestu hjá henni.
Eivør fór á pallin við bólki sínum. Hetta er sami bólkur, ið spældi við Eivør á Kvinnu konsertunum. Flestu tónleikararnir eru danskir, men á bassi er Edvard Nyholm Debess. Eisini kórgenturnar eru danskar. Hesin bólkur dugdi ómetaliga væl at lyfta tónleikin hjá Eivør, geva honum veingir.
Tey løgdu fyri við eini inniligari útgávu av Hjarta mítt, ið bergtók fullu Tønderhøllina. Fólk sótu í andakt og lurtaðu. Tey hildu fram við glaða svenska lagnum hjá Eivør Om Jag Våger. Lagið er inniligt, men samstundis rættiliga lívligt, salurin livdi allur við, og floytaði og klappaði, tá lagið var liðugt.
Í triðja lagnum Mín Móður kom hondtrumman hjá Eivør í brúk, og bólkurin kom veruliga við. Tað gjørdist so ógvusligt og frumkent, at Eivør, aftan á lagið var liðugt, spurdi “I blev ikke bange, hva?”.
Tey hildu fram við einum nýggjum enskum lagið hjá Eivør Coloured Road. Hetta lagið fær tankarnar at leita sær til Lenu, eitt fitt folk-rokk lag, ið helt áskoðarunum trøllabundnum.
Elinborg og Elisabet Maria rørarandi lagið um systrarnar báðar var umsettur til danskt, og framførslan av hesum vísti enn týðiligari málsliga fjøllbroytni hjá Eivør, við framførslu á fýra ymiskum málum.
Eivør og bólkurin endaðu við eini næstan tungmálmskendari útgávu av Nú Brennur Tú Í Mær. Hetta var ein heilt fantastisk framførsla, og í endanum mundi takið á Tønderhallen fokið til Týsklands. Eivør segði, um Nú Brennur Tú Í Mær, at lagið var skrivað í øði. Hon hevði hjartasorg og skrivaði tí hetta lag. Ongantíð havi eg kent hesa frumkendu øðið so týðiliga í lagnum, sum leygarkvøldið. Var nakar í iva um, hvør Eivør var áðrenn kvøldið byrjaði, so var eingin ivi aftan á.
Aftan á framførsluna tosaðu vit við Eivør. Honsegði, at tá hon kom á pallin var hon í eitt sindur ringum lag, ljóðroyndin hevði ikki gingið væl. Men tá hon trein á pallin framman fyri fullu Tønderhallen, kendist tað gott, og konsertin gjørdist ein ordiliga góð uppliving, eisini fyri hana.
Umframt Eivør spældu nógvir kendir danskir fólkatónleikarar, m.a. Lars Lilholt, Haugaard og Højrup og Vildnis. Allir bólkarnir spældu sera væl, uttan Vildnis, ið spældu illa og sungu falskt. Eisini var ljóðið í teirra framførslu ringt, meðan alt hitt á kvøldium ljóðaði fantastiska væl.