Ein nýggjur superbólkur hevur sæð dagsins ljós, Tuxedo Rebels er ein mótmælisbólkur, ið ætlar sær at spreingja mørk við egnum løgum og tolkingum av kendum hetjum.
Petur Pólson og Knút Háberg Eysturstein hava tikið seg saman í tvímansbólkin Tuxedo Rebels. Leygarkvøldið spæla teir í Hafnia Lounge. Petur og Knút eru tveir av teimum av markantastu einstaklingunum, ið eru sprotnir burturúr tónleikaumhvørvinum rundan um Losjuna í Gøtu.
Tá M.A. Jacobsen fór til Gøtu
Gøtumaður Petur hevur í Clickhaze, Visible Fish, Kynverjum og sum einstaklingur ríka føroyska tónleikaheimin almikið. Hann er ein sterkur oddamaður, ið øll hava eina meining um. Røddin er egin og myrk. Hon hevur eina heilt serliga inniligheit, ið summi hata og onnur elska. Petur hevur eisini, sum yrkjari skavað navn sítt í føroyska mentanarklettin við fýra yrkingasøvnum og eini M.A. Jacobsens heiðursløn fyri fagrar bókmentir.
Ein gestur hjá Peturi
Leirvíkingurin Knút Háberg Eysturstein byrjaði sítt tónlistarliga yrki, sum gittarleikari í bólkum sum Marigold og avleggaranum Mary’s Baby. Men tað var sum orgulleikari í Gestum, at Knút flutti seg inn í føroysku tónleikatilvitskuna. Hann hevur eisini í Marius og í einstaklingaverkætlanini hjá Peturi víst seg, sum ein sera habilan urguleikara, ið hevur átt ein stóran leiklut í heildarmyndini hjá hesum bólkum. Sum einstaklingur hevur Knút eisini roynt seg við frálíku fløguni Havsglóð. Á hesi fløgu slapp lagskrivarin Knút framat, og hesin er bæði inniligur og dugnaligur. Røddin hjá Knút er eisini heilt serlig, tó á ein heilt øðrvísi máta enn tann hjá Peturi.
200 yvirtók Tjóðveldispropaganda
Petur og Knút hava samstarvað á fløguni hjá Peturi, men longu áðrenn hetta var bólkurin Tuxedo Rebels Against Danish Dominance farin at spæla til ymisk smá tiltøk kring landið. Av tí, at báðir limirnir hava verið so upptiknir av øðrum verkætlanum, er hesin bólkur ongantíð veruliga komin fyri seg. Men nú tykist vend at vera komin í.
Bólkurin hevur kutað navnið niður í minnið enn eina helvt og eitur nú bert Tuxedo Rebels. Á heimasíðuni hjá Peturi Pólsyni, sigur bólkurin, at orsøkin til navnabroytingina er, at 200 hevur yvirtikið beinleiðis Tjóðveldispropagandaina. Tí varð hesin partur kliptur burtur soleiðis, at mótmælini kunnu fevna eitt sindur breiðari.
Fólk rýmdi av konsertum
Bólkurin spælir umframt egin løg tolkingar av løgum hjá stórum hetjum, sum Bob Dylan, Leonard Cohen, Tom Petty, Johnny Cash og U2. Á konsertunum kring landið hevur móttøkan, sum heild verið góð. Men sambært Tuxedo Rebels hevur løgurin verið dekan ov sterkur fyri summi, ið stutt sagt eru rýmd á dyr. Leygarkvøldið stendur Hafnia Lounge fyri tørn, tá hesin spennandi bólkur vitjar Havnina