Hava dansað saman í 20 ár

Rannvá Káradóttir og Kristina Sørensen vóru sera væl nøgdar við framførslurnar av Rout Entry, tá vit fingu orð á tær. Báðar hildu, at hetta hevði riggað væl, og fyrstu afturmeldingarnar vóru jaligar.

“Vit hava dansa saman, síðan vit vóru 10 ár og byrjaðu at ganga til dans hjá Elsu Mariu”, greiðir Kristina Sørensen frá. Síðan hetta hava hon og Rannvá Káradóttir arbeitt saman í nógvum ymiskum verkætlanum. Tá tær so báðar endaðu á London Contemporary Dance School, var natúrligt at samstarvið helt fram. Hetta hevur givið føroyingum, bretum og danum fleiri spennandi framførslur, ikki minst framførsluna, ið varð gjørd til Dansolution kappingina í fjør. Saman við skúlafelaganum Seke Chimutengwende gjørdu tær eitt stykki, og dansaðu seg til sigurin í stóru donsku kappingini á Dansescenen á Østerbro í Keypmannahavn. Hesin sigur gav teimum møguleikan at gera stykkið Rout Entry, ið tey júst hava víst á Dansescenen.

 

Skapt í samstarvi

Rannvá Káradóttir meldaði seg til Dansoloution og fekk skúlafelagarnar Kristinu og Seke við sær sum dansarar. Rannvá er koreografur á verkætlanini. Men stykkini eru í stóran mun skapt í felagskapi greiðir Kristina frá, “Vit koma øll við uppskotum um rørslir. Men tað er eisini gott, at ein hevur endaligu avgerðina, soleiðis at vit koma víðari”.

 

Kundu fáast bert við koreografi

Rannvá greiðir frá, at tað var øgiliga stuttligt at arbeiða við hesum stykkinum. Tí her fingu tey møguleika at arbeiða bert við koreografi. Ofta er so nógv annað, ið upptekur tíðina. Tú stendur sjálv fyri at skaffa fígging, gera PR og fyriskipa alt tað praktiska. Men hesuferð stóð Dansescenen sum framleiðari, og tók sær av øllum tí praktiska. Tey fingu somuleiðis løn frá Dansescenen fyri arbeiði. Hetta gjørdi, at tey kundu brúka alla orkuna til koreografi.

 

Jaligar afturmeldingar

Tær eru báðar væl nøgdar við framførslurnar, nú tær eru lidnar á Dansescenen og í næstum fara á ferð til Århus við Short Stories. Kristina sigur, at áskoðararnir hava tikið væl ímóti teimum, og afturmeldingarnar hava verið jaligar.

 

Fyribils í Keypmannahavn

Kristina og Rannvá hava verið nógv í Danmark seinasta árið. Fyrst í sambandi við Dansolution og so í sambandi við Rout Entry. Kristina er flutt til Keypmannahavn og verður her fyribils hetta árið. Aftan á tað, kann leiðin ganga nógv ymisk støð, ella kanska verður hon verandi. Hon sigur, at hon hevur nógvar og spennandi ætlanir, men vil helst ikki avdúka tær enn. Okkurt er tó alment, hon skal saman við Ránnvá millum annað luttaka á Ung I Norden í Føroyum í summar, og báðar eru eisini við í operaini hjá Sunnleivi Rasmussen, ið verður sett upp í Føroyum í heyst.

Kristina sigur, at London var ein feit uppliving. Men samstundis var sera dýrt at liva har. Í tíðarskeiðum har minnið var at gera, var tað sera hart at klára seg. Kappingin er eisini sera hørð í London. Í Danmark er munandi lættari. Eitt nú hevur tú atgongd til ókeypis venjingarhøli, ja alt er eitt sindur lættari. Tað, at sjeikurin býr í Keypmannahavn dregur ivaleyst eisini. So tí er Kristina ikki greið yvir um hon nakrantíð aftur flytur til London.

 

Heimsborgarin Rannvá

Hvar Rannvá býr er eitt sindur truplari at fáa greiðu á. “Eg haldi ikki at staðið hevur so nógvan týdning” sigur hon, “Tað eru verkætlanirnar, ið avgera hvar eg eri. Eg havi stutt síðan verið í Berlin, og nú eri eg her. Eg skal nú undir at arbeiða við, stykkinum Investigation Of A Dog saman við tónasmiðinum Trónda Bogasyni og basunleikaranum Andrass Olsen. Hetta er eitt stykkið, ið er bygt á eina Kafka stuttsøgu, og sum verður einar 70 minuttir, tá tað er liðugt. So eg veri ivaleyst rættiliga nógv í Danmark komandi árið.” Rannvá hevur eisini eitt tilboð, um at gerast húskoreografur á Grand Teatrinum í Århus í eina tíð, men nær hetta verður og hvussu leingið er ikki heilt greitt enn.

 

Listabland

Kristina gjørdi herfyri eitt stykkið saman við Dánjal á Neystabø á Skole for moderne dans. Hetta stykkið varð eisini sýnt í Føroyum, og hetta at samstarva við listafólk innan aðrar listagreinar er nakað, ið Kristina metur vera sera áhugavert. Hon kundi hugsa sær, at gjørt meira av tílkum, og t.d. at fingið ein sjónleikara við, soleiðis at dansur, tónleikur og sjónleikur kundu virkað saman í eini framførslu.

 

Aftur á pall saman

Umframt operaina og Ung i Norden hava Rannvá og Kristina ikki nakrar beinleiðis samstarvsætlanir í næstum. Men tað tykist tó eingin ivi at vera um, at hesar báðar verða aftur at síggja á palli saman. Báðar vísa á, at tað ikki eru so nógvir føroyingar, ið fáast við modernaðan dans, tí er samstarvið rættiliga upplagt.

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *