Tórbjørn Jacobsen metir Musikkskúlan eiga stóran lut í ríka føroyska tónleikalívinum. Á tingfundinum í morgin leggur tingmaðurin fram uppskot um eykajáttan á hálva triðju til Musikkskúlan millión, ið kann tryggja 650 fleiri næmingum frálæru.

Endamálið hjá Musikkskúlanum er, at bjóða øllum, ið ynskja tað, tónleikafrálæru. Men í løtuni er langt frá ætlan til mál. Mussikskúlaskipanin hevur í løtuni 1600 børn inni í skipanini. Meðan bara í Havn standa umleið 3000 børn á bíðilista. Nøkur eru tó heilt ung, tá tey verða skrivað upp. So talan er um eini 1500 børn, ið kundu byrja í morgin.
Tjóðveldisflokkurin vil stytta bíðilistan
Tinglimir Tjóðveldisflokksins Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen royna nú at minka um bíðilistan. Á tingfundinum í morgin leggja tey fram uppskot um eykajáttan á kr. 2,5 milliónir til Musikkskúlan. Henda játtan kann tryggja, at 650 næmingar av bíðilistanum sleppa inn í skipanina.
Tórbjørn Jacobsen sigur, at orsøkin til uppskotið er, at Musikkskúlin kanska er størsta sólskinssøgan her á landi. Líka síðan Musikkskúlin byrjaði hevur hann havt góð árin á tónleikalívið í Føroyum. Ríka tónleikalívi er í stóran mun ein avleiðing av arbeiðinum í skúlanum. Tórbjørn Jacobsen sigur somuleiðis, at hetta er eitt mál, ið breið semja er um á Løgtingi. Tinglimir, ið øllum flokkum ynskja skúlanum væl.
Eingin urgulærari
Leiðarin fyri Musikkskúlaskipanina Martin Mouritsen er glaður um uppskotið. Hann sigur, at hesin peningur kann brúkast til eitt nú gittarfrálæru í Klaksvík, trummufrálæru Eysturoynni og klaverfrálæru í Havn. Hetta eru nøkur av økjunum, ið eru undir størstum trýsti í løtuni. Hann vísir eisini á, at í løtuni er eingin urgulærari í skipanini, hóast tørvur er á urguleikarum í Føroyum.
Góð úrslit í kappingum
Musikkskúlaskipanin hevur víst nógv góð úrslit, eitt nú í stóru tónleikakappingini hjá Berlingske Tidende hava føroyskir næmingar klára seg munandi betur enn hini Norðurlondini. Í fjør vóru 12 næmingar við í hesið risa tónleikakapping og føroyingar vunnu 2 fyrstu virðirslønir, 6 aðru virðislønir og 4 triðju virðislønir. Í ár verða 9 føroyskir luttakarar í kappingini. Men Martin Mouritsen sigur, at tað snýr seg ikki bara um toppin. Hóast nógv av teimum, ið fáa frálæru í skipanini ikki enda sum konserttónleikarar, er tónleikafrálæran við til at skapa eina tilvitan um góðsku í landinum.
Á jøvnum í Løgtinginum
Tá løgtingsfíggjarlógin fyri 2006 varð samtykt týsdagin 20. desember manglaði ein atkvøða í, at
Musikkskúlaskipanin fekk hækkað játtanina við somu upphædd. Úrslitið av atkvøðugreiðsluni varð 16 atkvøður fyri og 16 ímóti og uppskotið fall sostatt. Tað vóru tinglimirnir Tjóðveldisfloksins Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk, Finnur Helmsdal, Hergeir Nielsen, Páll á Reynatúgvu, Heidi Petersen, Tórbjørn Jacobsen og Karsten Hansen ið løgdu uppskotið fram. Hinir andstøðuflokkarnir atkvøddu við Tjóðveldisflokkinum, umframt at Edmund Joensen, Johan Dahl og Marius Dam úr Sambandsflokkinum, Poul Michelsen úr Fólkaflokkinum og John Johannesen úr Javnaðarflokkinum atkvøddu fyri uppskotinum.
Vónar stuðul frá Javnaðarflokkinum
Tórbjørn Jacobsen vísir á, at tá hann sat sum landstýrismaður í mentamálum, setti javnaðarflokkurin, ið tá var í andstøðu eina eykajáttan á eina millión á fíggjarlógina millum aðru og triðju viðgerð. Hetta mál var vitikið við stuðli frá samgongulimum. Hann sigur, at hann hevði eina kenslu av, at fleiri tingmenn, ið atkvøddu ímóti fyri jól. Hildu at hetta var eitt mál, ið kanska átti at verið farið ígjøgnum. Hann setur eisini sítt álit á, at Javnaðarflokkurin, nú hann er í umvendari støðu, er til reiðar at hjálpa við at fáa málið ígjøgnum.