Stuttsøgur í kolonihavanum

Rannvá Káradóttir, Kristina Sørensen og Seke Chimutengwende framførdu stuttsøgu í dansilíkið á Dansescenen í Keypmannahavn í síðstu viku. Stuttsøgan Rout Entry gjørdist ein sera jalig uppliving.

Dansescenen á Østerbro var ílatin sum ein kolonihavi fýra kvøld í farnu viku, tá hølini løgdu pall til Short Stories – Nu med havenisse. Fimm stuttsøgur í dansilíki lagdar til rættis av fimm ymiskum koreografum. Millum koreografarnar var Rannvá Káradóttir, ið eisini dansaði sjálv saman við føroysku Kristinu Sørensen og Londonbúgvanum Seke Chimutengwende.

 

Páskaliljur og fuglabað
Innanfyri dyrnar stóð ein urtagarðsvættur millum urtapottar við hálvdeyðum páskaliljum. Allastaðni vóru blómir og reyðternuttir dúkar. Mitt innið millum áskoðaraplássini var eitt fuglabað, aðra staðni stóu uppaftur fleiri urtagarðsvættrar. Í barrini seldu tey kaffi, pokalpilsner, reyðar sodavatnir við súgvipípu og sandkakupetti. Hóast onkur hevði gloymt at vandað blómurnar, sum tí vóru følnaðir, so var eitt slag av vári í luftini. Hetta var stuttligt og gjøgnumført, og tað var ikki sørt spennandi at vita, hvussu dansurin passaði inn í hesar karmar.

 

Tað ljóta er flott
Hetta var so gjøgnumført, at eg bilti mær inn, at kolonihavin mundi vera tema í stuttsøgunum eisini. Tí gjørdist eg ikki sørt kløkkur av, hvussu illa fyrsta stykkið passaði inn í karmarnar. Stykkið Many Faced Man er eitt sterkt rættiliga andskræmiligt og samstundis sterkt andaligt stykki, ið byggir á brot úr Bíbliuni. Dansarin Eric Butler var bergtakandi, og ljóðsporið var flott. Tað ljóta var heilt øgiliga flotta. Tíanverri hevði koreografurin Helen Saunders roynt at koma dekan ov víða um, og stykkið misti styrkið í fleiri brotum, ið ikki livdu upp til sterku byrjanina.

 

Ørkymlandi samspæl
Heldur ikki næsta stykkið hevði nógvan kolonihavadám yvir sær. Eg havi seinnið skilt á Rannvá Káradóttir, at koreografarnir einki vistu um hetta kolonihava karmarnar fyrr enn beint áðrenn framførslurnar. Hetta var eitt hugskot, ið bert var galdandi fyri karmarnar ikki fyri framførslurnar. Eg haldi satt at siga, at hetta virkaði eitt sindur ørkymlandi.

 

Látur og geisp
Stykkið Forestillinger er lagt til rættis av Kasper Daugaard Poulsen. Hvat ein tílík framførsla gjørdi á einum virdum palli sum Dansescenen, skilji eg ikki. Stykkið er bygt á tríggjar upplivingar av sama dansi. Tær báðar í dansaðu gálvaðu og vinglaðu runt á pallinum í nøkur ávís mynstur, fyrst ílætnar jogging draktir, síðan í latex kynslívsklæðum og at enda ílatnar stórar bamsidraktir. Hetta fekk fleiri av áskoðarunum at flenna harðmæltir, meðan eg saman við fleiri av hinum áskoðarunum geispaðu.

 

Keld og Hilda
Síðan skuldi nýtt undirlag leggjast á pallin. Áðrenn stykkið Rout Entry hjá Dansolution vinnaranum skuldi vísast. Tí var ein longri steðgur, har vit aftur vórðu flutt inn aftur í koloniurtagarðin. Vit kundu keypa okkum nýggjar reyðar sodavatnir í urtagarðsbarrini. Í hátalarunum sungu Keld og Hilda Heick og onnur dansktop nøvn, heilt til klokkan ringdi. Steðgurin var av, enn einaferð skuldu vit kasta koloniurtagarðin av okkum og uppliva dansin.

 

Vinnandi samstarv
Rout Entry er skapt í samstarvi millum Rannvá Káradóttir, Kristinu Sørensen og Seke Chimutengwende. Tey hava øll gingið á London Contemporary Dance School og hava samstarvað í ymiskum verkætlanum. M.a. vunnu tey Dansolution í september í fjør. Tey dansa eisini sjálvi í Rout Entry. Stykkið er í fleiri ymiskum partum. Í fyrsta parti høvdu tey hvør sína pútu við á pallin- Pútan varð á onkran hátt berandi luturin í dansinum hjá hvørjum einstøkum dansara. Tey stóu á henni, lógu á henni og veipaðu við henni. Framførslan var knýtt at pútunum, og hesin ósannlíki dansilutur  riggaði væl. Tann annars næstan fullkomna synkroniseringin av dansinum, gjørdist enn týðiligari av ótemjandi pútunum, ið ikki kundu synkroniserast í líka stóran mun. Kristina segði seinni, at tey høvdu arbeitt nógv við pressisión í púturørslunum. Hon mintist íkki heilt, hví, tað endaði við, at verða pútir tey arbeiddu við. Rannvá greiddi frá, at tey fegin vildu arbeiða við onkrum, ið ikki var heilt vanligt. Hetta er sama drívmegi, ið gjørdi at tey brúktu bananir í framførsluni á Dansolution. Tað at eksperimentera við óvandum umstøum er avbjóðandi, og ger arbeiði meira spennandið.

 

Hesin fyrsti partur av framførsluni virkarði sera sterkur, dansurin uttan tónleik, frálíka synkroniseringin og tilvitaðu brotini í synkroniseringini skaptu lív í framførsluna.

 

Veikar yrkingar
Veikasta liðið er teksturin, ið best kann lýsast sum eitt slag av yrkingum. Tað er Seke Chimutengwende, ið hevur skrivað hann. Orðini tyktust rættiliga konstrueraði, og framberingin hjá Seke av tekstinum tyktist eitt sindur kroyst. Eg trúði honum ikki. Hóast bretska accentin var sjarmerandi, lyfti, lespandi Lodon málið ongantíð tekstin upp um tað pátikna. Men teksturin spældi ikki nóg stóran leiklut, til at draga restina niður.

 

Stykkið teknar samanspælið millum Seke og tær báðar. Eitt slag av dialogi við dansi. Rørslurnar hjá Rannvá og Kristinu vóru næstan dukkukendar og mekaniskar, og skaptu myndina av Seke sum dukkuførara. Tá tónleikurin kom inn í stykkið, var talan um tónleik við einum svakligum dámi yvir sær. Mekanisku rørslurnar og ágangandi tónlekurin skapti ørar myndir, ið hildu áskoðaranum rúnarbundnum. Í mun til hini stykkini, megnaði Rout Entry, at halda áskoðaran áhugaðan. At Rannvá, Seke og Kristina hava arbeitt saman, sást á góðu kemiini á pallinum. Framførslan var sera flott.

 

 

 

Leave a Reply

Your email address will not be published.