Landsfyrisitingin hevur brúk fyri málsligari vegleiðing

Óli Breckmann og John Johannesen funnust av Tingsins røðarapalli at manglandi málsliga førleikanum hjá landsfyrisitingini og mæltu til, at fyristingin setir fólk í starv, at hjálpa við at orða viðmerkingar til lógaruppskot.

 

Óli Breckmann saknar greiðari orðingar í viðmerkingum til lógaruppskot, ið koma á tingsins borð. Hann skeyt upp, at fyrisetingin setti eitt blaðfólk ella onkran tílíkan, ið dugir at skriva á greiðum føroyskum máli, hvat málini snúgva seg um.

 

Fløkjaslig orðing

Beinleiðis orsøkin til viðmerkingarnar hjá Óla Breckmann, var ein orðing í viðmerkingunum til uppskotið um endurgjald fyri Oljudálking, ið varð viðgjørt í dag. Tað var orðingin: ”Hesir sáttmálar gera tað møguligt at rinda endurgjald í sambandi við oljudálkingar”.  Henda orðing tykist at siga, at her er talan um eitt endurgjald, ið føroyingar skuldu gjalda til onnur lond, meðan talan í veruleikanum er, at føroyingar kunnu fáa endurgjald uttan í frá.

Óli Breckmann vísti á, at tá tú lesur allar  viðmerkingarnar til málið, so skilur tú, hvat málið snýr seg um. Men hann helt, at tað átti at verið møguligt, at skriva á einum so greiðum máli, at tú beinanvegin varð greiður um, hvat hetta snýr seg um.

 

Eitt uppfunnið mál

John Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin gav Óla Breckmann rætt í sínum atfinningum og fanst sera hvassliga at fyrisitingini. Hann segði, at málbrúkið í lógaruppskotum, sum koma frá fyrisitingini, gerst løgnari og løgnari og torskildari og torskildari. Hann vísti á, at hetta er sera álvarsamt. Tí tað er alneyðugt, at vanligi borgarin skilur landsins lógir. Málið, ið fyrisitingin brúkar, er sambært John Johannesen eitt uppfunnið mál hjá fyrisitingini, hetta er hvørkið føroyskt ella útlendskt. Hann tók tí undir við Óla Breckmann, ið helt, at fyrisitingin átti at fingið sær fólk, ið kundu lagt lag á málsliga.

Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, helt harafturímóti, at talan var um greiðar orðingar, og heitti á tingmenn um at fyrireika seg betur, hann segði millum annað, at viðmerkingarnar hjá Óla Breckmann og John Johannesen vóru nakað tvætl.

Bjørn Kalsø, landstýrismaður segði, at hann tók atfinningarnar á seg, og vildi ikki afturvísa, at onkrar av orðingunum vóru heldur torskildar.

One thought on “Landsfyrisitingin hevur brúk fyri málsligari vegleiðing”

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *