Bethel – ein heimligur blettur í stórbýnum

Í 100 ár hevur sjómansheimið Bethel í Nýhavn í Keypmannahavn húsað sjómonnum úr øllum heimsins londum millum annað Føroyum. Seinasta vikuskiftið hevði Bethel føðingardag.

 

100 ára føðingardagur

 

Í vikuskiftinum fylti sjómansheimið Bethel í Nýhavn í Keypmannahavn 100 ár. Seinastu 17 árini hava Hanna og Jón Olsen verið leiðarar á sjómansheiminum, og sunnudagin høvdu tey bjóða til samkomu í hugnaligu hølunum.

 

Ein hugnalig løta

Rættiliga fitt av fólki var komið saman, eini 130 metir Hanna, ið sigur, at onkur føroyingur var í millum gestirnar. Her var fyrst og fremst talan um føroyskar gentir, ið hava arbeitt á heiminum hesi seinstu 17 árini. Men annars vóru gestirnir danir. Hetta var fólk, ið á onkran hátt hevði eitt tilknýtið til heimið, gestir og samstarvfelagar av ymiskum slag.

Løtan gjørdist sera hugnalig, og tað er júst hugni, ið merkir hetta staðið. Hetta er ein heimligur plettur mitt í stórbýnum.

Starvsfólkið á Bethel er næstan alt føroyskt. Hetta eru lesandi føroyingar, ið starvast á heiminum við síðuna av lestrinum, ungar gentir, ið koma úr Føroyum at arbeiða eina tíð, og vaksin fólk í starvast í køkinum og sum náttarvakt.

 

Gott arbeiðsumhvørvi

Hanna greiðir frá, at hon og maðurin leggja stóran dent á, at fólk skulu trívast væl á Bethel ikki bert gestirnir men eisini starvsfólkið. Hetta hevur eisini við sær, at starvsfólkini gerast sera trúgv. Hon sigur, at ofta eru gentir komnar til arbeiðis, sjálvt um tær eru meira enn hálvsjúkar. Tí tey hava havt nógv um at vera. Hetta gert tú bara á einum arbeiðsplássi, ið tú hevur góðar kenslur fyri. Hon sigur, at hon hoyrir ofta onnur tosa um, hvussu óálítandi ung fólk eru, men hetta kennur hon einki til. Okkara starvsfólk eru bæði dugnalig og trúgv.

Sunnuvá Kjærbo, ið stendur í reseptiónini, hevur starvast á Bethel í tvey ár. Hon er stutt síðan flutt í íbúð saman við sjeikinum í Keypmannahavn, men búði á Bethel fyrsta hálva annað árið. Hon sigur, at hetta kennist meira sum eitt heim enn eitt arbeiðspláss. Fólk trívist sera væl. Hon greiður frá, at hon hevur fingist við nógv ymiskt hesi tvey árini. Hon byrjaði á gongini, síðan fór hon í køkin og er nú enda í reseptiónini. Har er hon í dagtímunum er fyrsta vinarliga inntrykkið, ið gestir fáa av Bethel. Um kvøldini gongur hon á kvøldskeið sum kosmetologur.

 

Gamalt ynski um eitt sjómansheim

Hanna greiður frá, at hon altíð hevur ynskt at verða leiðari á einum sjómansheimi. Maðurin Jón silgdi og var ikki serliga áhugaður í hesum. ”So fingu vit eina stóra rúgvu av børnum, og so bar tað ikki til. Men eg bleiv við at tosa um tað. Tá vit so høvdu silvurbrúðleyp, segði Jón við meg: Hví gert tú ikki okkurt við tað, heldur enn bara at tosa um tað?”, sigur Hanna, ið var skjót at fara í gongd. “Vit ætlaðu sjálvandi ti Havnar. Eg hevði arbeitt á Sjómansheiminum í Havn í 1960. Men hvørja ferð Sjómansheimið í Havn skiftið leiðara, so løgdu vit hetta ikki til merkis.”

 

Tá Jenny Davidsen á Skála fortaldi, at Bethel í Nýhavn søkti eftir leiðara, vóru bæði Hanna og Jón rættiliga skeptisk, men alíkavæl eitt sindur forvitin. Hóast tey ikki vildu flyta til Keypmannahavnar, so fóru tey ein túr niður at hyggja at Bethel. ”Tá vit komu inn gjøgnum dyrnar fullu vit pladask fyri hølunum. Vit hildu tað vera so deiligt”, sigur Hanna.

Tey settu seg beinanvegin í samband við føroyska umboðið í Sjómannsmissiónini, ið tá var Jákup Kass, og søktu um starvið sum leiðarar. Tey fingu starvið og fluttu niður. Tann eina dótturin var ikki heilt vaksin og yngsti sonurin var tá 7 ár, so hann gjørdist keypmannahavnari.

 

Tú hugsar ikki um broytingarnar

Nógv er broytt hesi 17 árini, men Hanna sigur, at tú hugsar ikki so nógv um broytingarnar. Tí tú ert mitt í teimum, meðan tær henda, og tað hendur so lýðandi. Størsta broytingin er, at køkurin er nógv styttri opin nú, sigur Hanna.

Tá tey tóku við, var rættiliga fitt av sjómonnum, ið búðu á Bethel í longri tíðarskeið. Tí varð hvønn dag gjørdur morgunmatur, døgurði og nátturði. Men við betri ferðamøguleikum býr fólk í styttri tíðarskeið á sjómansheiminum. Eisini hava eitt ótal av smáum matstovum og pitsaríum latið upp í grannalagnum. So grundarlagið er ikki longur fyri at hava køkin opnan so nógv. So nú er mest talan um yvirnátting og morgunmat, tó er døgurði ávísar dagar.

 

Fleiri hundra gestir

Hanna greiðir frá, at hon hevur tosað við eldri føroysk sjófólk, ið hava búð á Bethel fyri nógvum árum síðan. Teir greiða frá, at tá var hetta eitt sera stórt sjómansheim við yvir hundra kømurum og fleiri hundra gestum. Tá leigaði tú ikki eitt kamar, men eina song. Hanna minnist, at í 1960, tá hon arbeiddi í Havn kostaði ein song á Sjómansheiminum kr. 7. Nú kostar eitt kamar kr. 595. ”Av og á kemur onkur eldri sjómaður inn, og tá hann hevur verið á kamarinum og sæð, at tríggjar sengur eru innið á tí, so spyr hann, um hann sleppur at vera einsamallur, ella um onkur annar kemur inn eisini.”, greiður Hanna frá. Soleiðis var tað á sjómansheimum fyrr.

 

Nógv minkað

Bethel hevur nú 30 kømur. Restin av húsinum er leigað út til skrivstovuhølir. Hetta er gjørt í ringum tíðum, men nú kundi sjómansheimið uttan trupulleikar verið munandi størri, tí tey hava nógvar gestir. Men tað ber ikki bara til, at taka kømurini aftur.

Enn røkir Bethel eitt sindur av teimum vanligu sjómansheimsuppgávunum. Eitt nú tá útlendsk sjófólk bíða eftir flogfari, verða tey sett av innið á Bethel, har tey sleppa at sita og bíða. Men í og við at Sjómannmissiónin hevur sett fleiri missionerar at ganga við Guðs orði umborð á skip, so er eisini missiónsparturin vorðin minni.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *