Rókur á egnum beinum

Fríggjadagin gevur Rókur Jakobsen út sína fyrstu EP-fløgu sum einstaklingur. Talan er um fýra vakrar løtumyndir av kærleika, ið Ársins singer/songwriter 2004 sjálvur hevur skrivað.

 

 

Fløguútgáva

 

Tá Rókur á vetri 2004 vann singer/songwriter kappingina, sum Hotel Hafnia skipaði fyri,var ein av vinningum upptøkutíð í hølunum hjá Kringvarpi Føroya. Nú er tíðin brúkt og úrslitið er ein EP-fløga við 4 løgum. Fløgan kemur út í morgin fríggjadagin. Talan er um øgiliga friðarligan tónleik. Løgini eru strippaðið niður, og alt óneyðugt er skorið burtur. Tekstheimurin er løtumyndir av kærleika. Hetta er fyrstu ferð, at vit uppliva hesa, eina av markantastu mannligu føroysku songrøddunum standa á egnum beinum.

 

Apan hjá Lokum

Rókur Jakobsen hevur seinastu 10 árini gjørt vart við seg sum sangara í nøkrum av bestu føroysku bólkunum og verkætlanunum. Føroyingar gjørdust fyrstu ferð forelskaðir í unga sjarmerandi dreinginum. Tá hann og vinmaðurin Hallur undir navninum Lokum spældu sangin um apuna Charlie í eini Dagur og Viku sending í 1995. B-36 vóru kvikir at fáa ungu dreingirnar at luttaka á stuðulsfløguni hjá liðnum. Hóast Rókur er errin HB’ari, tóku hann og Hallur av møguleikanum um fløguútgávu uttan at vita, at hetta lag skuldi gerast kanska størsta føroyska landaplagan í 90’árunum. Í dag duga sjálvt ídnastu HB’arar at syngja við í lagnum um Charlie.

 

Lokum útbygt til Tangz

Lokum gjørdist heimskendur í Føroyum og  miðskeiðis undir framførsluni hjá Lokum á ólavsøkukonsertini í 1995 vaks bólkurin við trimum limum, og skiftið stutt eftir navn til Tangz. Røddin hjá Róki slapp av við tær verstu tannáringa lótirnar, og hann gjørdist við árunum ein veruligur klassasangari. Hann hevur luttikið á ymiskum stuðulsfløgum, útvarpsfløgum og Prix Føroyar fløgum. Umframt at hann sang við í sangleikinum Skeyk.

 

Dupultur Prix Føroyar luttakari

Tangz vann alt fleiri áhoyrarar ikki minst orsakað av røddini hjá Róki. Í 1999 sang Rókur fyrst tungmálmsbólkin Diatribes og síðan Tangz í Prix Føroyar finaluna. Áðrenn finaluna valdi hann Tangz framum Diatribes. Hóast bólkurin hvørki vann ella gjørdist millum tríggjar ovastu bólkarnar hetta kvøldið, so gjørdist Tangz fólkaogan. Stutt eftir kom EP-fløgan hjá Tangz út. Bólkurin var somuleiðis í Prix finaluni í 2003.

 

Argandi rokkur

Í bólkum sum Tangz, MC-Hár og All That Rain hevur Rókur gjørt vart við seg, sum tónlistarliga óvanliga væl begávaðan og sum ein tann besta mannliga songrøddin í Føroyum. Tangzið er parkera fyri tíðina. Limir í bólkinum eru spjaddir kring kongaríkið. Í sambandi við Ólavsøkukonsertina 2001 gjørdist fitti og peni Rókur ein sera ósannlíkur limur í tí eitt sindur argandi rokkbólkinum MC-Hár. Hansara góða oyra fyri melodium og fantastiska songrødd riggaði óvanlig væl inn í rokkin hjá bólkinum. Hann var við til at tryggja bólkinum sætið í Prix Føroyar finaluni í 2003, og tað skilst at bólkurin hevur fløguætlanir einaferð í framtíðini.

 

Rókur og dansurin

Í 2003 gjørdist Rókur nýggji sangarin í All That Rain. Við All That Rain hevur Rókur spælt nógv til dans kring Føroyar. All That Rain var somuleiðis við í Prix Føroyar kappingini og vann seg í semifinaluna á Tvøroyri. Rókur hoyrdust væl aftur í tónleikinum, so hetta er eisini ein bólkur, ið verður spennandi at fylgja komandi tíðina.

 

Vann í Hafnia Lounge

Men við síðuna av arbeiðinum í ymiskum bólkum hevur Rókur eisini spælt nógv á kaféum og barrum, einsamallur og saman við eitt nú Rúna Eysturlíð ella Dánjal á Neystabø. Tað tók tí ikki nakran av bóli, at Rókur luttók í singer/songwriterkappingini í 2004, og han var beinanvegin skýrdur favorittur. Hann vann eisini kappingina.

 

Góðsku tónleikarar

Á EP-fløguni, ið kemur í handlar kring landið í morgin, spælir Rókur sjálvur gittar og syngur. Afturat sær hevur hann royndar og dugnaligar tónleikarar. Teir báðir Tangz felagarnir Dánjal Dam á Neystabø á klaver og ljómborði og Rói Christiansen á gittara eru natúrlig val. Benjamin Petersen, spælir somuleiðis gittar. Hann er best kendur av jasspallinum og sum gittarleikari hjá Brandi Enni. Eitt skiftið spældi hann í All That Rain saman við Róki. Mikael Blak telist millum Føroya bestu bassleikarar og hevur nógvar royndir innan singer/songwriter stílin, sum bassleikari hjá Teitur. Brandur Jacobsen  er við á trummum. Hann hevur spælt í einum ótali av bólkum, m.a. á fyrstu fløguni hjá Eivør. Hetta er ein góðsku trummuleikari.

Tað er Bárður Háberg sum hevur tikið tónleikin upp. 3-arin gevur fløguna út. Samstundis sum fløgan kemur í handlarnar letur nýggja heimasíðan hjá Róki upp á www.rokur.com

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *