Tað er ikki gott at vita, hvørjar leiklutir Monrad & Rislund fara at spæla í Norðurlandahúsinum
Tveir av mest elskaðu og mest hataðu donsku skemtarunum Monrad & Rislund koma til Føroyar í mei, og við sær hava teir sítt egna og sera danska skemtibland.
Skemt
Kendu donsku skemtararnir Monrad & Rislund leggja 20. mei leiðina framvið Norðurlandahúsinum og við sær, hava teir nakrar av teimum yvir 160 ymisku persónunum, ið teir hava spælt seinastu fleiri enn 30 árini. Millum hesar eru Margretha drotning, Maria moy, Johan Sebastian Bach og Idi Ammin. Hetta er fjas á antin sera høgum ella sera lágum støði, alt eftir hvønn tú spyrt.
Monrad & Rislund góvu fyrstu plátuna Kød På Bordet / Sidde Ved En Å út í 1974. Við einum ótalið av skemtirundferðum, LP’um, fløgum, sjónbondum og DVD’um hava teir sett sín egna dám á danskt skemt líka síða. Hetta var langt áðrenn, at nakað æt Stand Up Comedy, og sjálvt eftir Stand Up Comedy innrásina, halda Monrad & Rislund fram í sama lag.
Á heimasíðu síni samanber Norðurlandahúsið Monrad & Rislund við føroysku Pipar & Salt. Henda samabering er ikki heilt burtur við, tí eins og Pipar & Salt hava Monrad & Rislund brent seg fastar í donsku tilvitskuna. Nógv av løgunum og skemtinum hjá Monrad & Rislund eru vorðin fólkaogn í Danmark. Hugtøk sum Akkasut munnvand og Jeg har lavet en pølse eru vorðin ein partur av danska málinum Men samstundis er skemtið eisini ov nógv av tí góða fyri summi, meðan onnur halda tað vera dekan ov fjasutt.