Indyracing vanlukka kravdi eitt mannalív

 Størsti amerikanski ítróttarmiðilin finnst hvassliga at, formil 1 liðnum hjá David Letterman og Bobby Rahal, eftir at óroyndi koyrarin hjá liðnum doyði í eini vanlukku, ið hann sjálvur tyktist at vera orsøk til.

Rasarakoyring

30 ára gamli Paul Dana andaðist í gjár tveir tímar eftir, at hann við 320  km/t hevði rent saman við einum øðrum bili í venjingini áðrenn ársins fyrstu koyring í Indy Racing kappingini, The Toyota 300, í Homestead Kalifornia. Dana hevði júst rokkið sínum barnadreymi um at gerast rasarakoyrari á hægsta stigið, tá hann herfyri skrivaði sáttmála við liðið hjá sjónvarpsvertinum David Letterman.

Vanlukkan hendi, tá Dana, hóast ávaringar bæði við ljósum á sínum instrumentbretti og yvir sendaran úr pittinum, lat verða við at slakka av og rendi við nógvari ferð upp í bilin hjá Ed Carpenter, ið var steðgaður upp á breytini.

Samanstoyturin hendi 8 sekund eftir, at ávaringar ljósini í øllum bilunum fóru at blunka. Aðrir koyrarar greiða frá, at meðan allir hinir bilarnir slakkaðu av, helt Dana framvegis speedaran í botn, og yvirhálaði teir. Í dag finnist stóra ítróttarrásin ESPN á heimasíðu síni harðliga at, at Paul Dana fekk sáttmála við toppliðið Rahal/Letterman.

John Oreovicz, ið er ein sera virdur og royndur motorítróttarskrivari, sigur. at hann varð skelkaður at hoyra, at óroyndi Dana hevði skrivað sáttmála við eitt av fremstu liðunum. Dana var fyrrverandi ítróttarskrivari, ið við sínum rímiligu koyrigávum og sum sera dugnaligur sølumaður vann sær setrið hjá Letterman og Rahal, skrivar Oreovicz m.a.

Paul Dana koyrdi tríggjar Indykoyringar í fjør. Í tí fyrstu endaði hann á 10. plássi, í tí næstu varð hann diskvalifiseraður, og í triðju koyringini, ið var á víðagitnu Indianapolisbreytini breyt hann ryggin í einum samanstoyti, og kappingarárið var av. Men hann kom fyri seg aftur, og fekk sáttmála við toppliðið. Men doyði, altso áðrenn fyrstu koyringina í ár.

Trygdin í Indy Racing er munandi verri enn í eitt nú  formil 1. Í 2003 doyðu tveir Indy koyrarar, meðan eingin koyrari er deyður í formil 1 síðan Ayrton Senna doyði í 1994. Í formil 1 fekk deyðin hjá Senna allar partar at arbeiða harðliga fyri at betra um trydgina.  Eingin ivi er um, at henda vanlukka fer enn einaferð at fáa lív í kjakið um trygdina.

Leave a Reply

Your email address will not be published.