Súrlig men gandakend nátt í Keypmannahavn

Tað kendist sum um, at Kári P. var komin heim, tá hann skapti bíðirøð uttan fyri Skarv, útisetatrubadururin fylti vertshúsið, har hann fyrr búði í heil vikuskiftið.

 

Frásøgn úr náttini

 

Bíðirøðin er long fyri at sleppa inn á Skarv hetta leygarkvøldið. Tá onkur fer út, sleppa onnur inn. Hetta er heldur sjáldsamt á føroyska vertshúsinum. Ein grønlendari stendur sum eitt spurnartekin og skriðar sær í nakkanum. Hann spyr undrandi “Hvad sker der her i aften?”. Eg greiði honum frá serligu støðuni hjá Kára P. millum útisetar. Eingin hevur so rámandi lýst útisetalívið í Keypmannahavn, sum Kári P. ger í sanginum Súrligar nætur í Keypmannahavn. Hann er fyri útisetar uttan iva tann størsti føroyski trubadururin. Grønlendski spyrjarin ristir bara við høvdinum stendur ivasamur eina løtu og fer so okkurt annað stað.

 

Tað var bara Kári

Innanfyri eru hølini á tremur við fólki. Kári P. hevur longu verið á pallinum fyrru ferð, og Høgni Lisberg er í ferð við at gera klárt til sína framførslu. Aftanfyri í goymslurúminum hitti eg Kára P., ið situr og prátar við Brand Enni og Kirstin Thorsteinsson, ið saman við mannium Dánjal Petur Thorsteinsson hevur rikið Skarv í 31 ár.

Kirstin sigur frá, at hóast hetta er fyrstu ferð, at tey skipa fyri konsert við Kára P., so hevur Kári ofta sungið og spælt gittar her fyrr. Í sjeytiárunum plagdu nógvir føroyingar at búgva á Skarv í vikuskiftunum. Kári var ein teirra, sigur hon. Tá Kári spældi og sang, var tað ikki nakað man lýsti við ella kallaði konsert, ella fyri sovítt helt vera nakað serligt. Tað var bara Kári. Samanhaldið var øgiliga gott millum føroysku útisetarnar tá, sigur Kirstin og Kári nikkar.

 

Spontant men útselt

Kári hevur verið í Noregi á skeið, men hóskvøldi ringdi Edmund Sofus Jacobsen av Skarv til Kára og spurdi, um hann ikki kundi steðga í Keypmannahavn leygarkvøldið og spæla á Skarv. Hetta var ein spontan konsert, og Kári noyddist í býin at keypa sær eina munnharpu.

Hóast konsertin var spontan, so er hetta næst mest vitjaða tiltakið í søguni hjá Skarv. Mest vitjaða kvøldið var 1. august í 1977, tá ein grønlendsk veitsla var, greiðir Kirstin frá. Eg kann tó staðfesta, at orsøkin til hetta ivaleyst hevur verið ein dekan ov liberalur durðapolitikkur í 1977. Tí bíðirøðin uttanfyri gerst alsamt longri, men hølini hava ilt við at bera stóru mongdini, ið longu er her inni.

 

Meira veitsla enn konsert

Uti á pallinum er Høgni Lisberg farin at spæla. Hann spælir egin løg og okkurt lag hjá onkrum øðrum. Saman við sær hevur hann Allan Tausen á gittara. Fullu hølini súgva ljóðið til sín, á Skarv er lágt til loftið, so tað er sum at spæla beint frammanfyri einum veggi av fólki. Men Høgni roynir, alt tað hann kann. Tó eru umstøðurnar ikki til hansara slag av tónleiki. Konsertin fær eitt sindur av flog, tá hann spælir Mercedes Benz hjá Janis Joplin og øll syngja við. “Oh Lord won’t you buy me a Mercedez Benz”. Hetta er ein veitsla heldur enn ein konsert.

Høgni Lisberg býr eins og Kári P. áðrenn hann á Oyrasundskollegienum, hann er Singer/Songwriter, ið í grundini er nýggja heitið hjá vísusangarum. Løgini hjá Høgna  verða skapt í teimum karmum, har Kári P. skrivaði nógv av sínum besta tilfari, men enn eru løgini ikki vorðin fólkaogn. Tíðin fer at vísa hvat pláss Høgni Lisberg far í føroyskari tónleikasøgu, men hetta kvøldið eigur Kári P., og Høgni tykist at vita hetta.

 

Kári farin at ivast

Tá Høgni Lisberg er liðugur, heldur DJ ESJ lív í fjøldini við at spæla kend hittløg. Veitslan tykist fullkomin. So fullkomin, at Kári P., ið lúrir út úr goymslurúminum er farin at ivast, um hann skal fara á aftur pallin ella ikki. Hann heldur, at ein maður við einum kassagittara fær trupult við at liva upp til lagið, ið diskotekstónleikurin hjá DJ ESJ skapar. Onkur sigur við hann, at um nakar klárar tað, so er tað júst hann. Fólkið er komið har fyri at hoyra Kára P:. Hann tykist nú sannførdur og avgerð at fara á pallin aftur.

Lagaskatturin hjá Kára P. er fólkogn og stórir partar av honum eru skaptir í Keypmannahavn. Útiseta lívið er ein partur av tónleikinum hjá honum, og tí er eisini lætt hjá útisetum at kenna seg aftur í hesum tónleikaheimi. Longsulin er tann sami, vit eru øll í sama báti.

 

Mynd: Símun Jóanesarson

Kári leggur trygt frá landi við Villum víddum. Fólk troðkast saman framman fyri pallinum. Tey syngja við harðari enn Kári og ljóðannleggið megna. Hetta er ein stórfingin løta, Skarv livur við, Kári er hirðin og vit eru hansara flokkur. Tá hann trívur í Súrligar nætur í Keypmannahavn gerst løtan nógv størri enn ein konsert, karmar, áskoðarar og Kári renna saman í okkurt heilt gandakent. Kári er komin heim.

Konsertin heldur á. Vit fáa  løg sum Kalla Katt, Herluff, Hinumegin Ringvegin, Sangur um flyting og allar hinar perlurnar í lagaskattinum. Alla tíðina stendur tjúkt av fólki framman fyri pallin og syngur við av fullum hjarta. Eftir ein tíma á pallinum, gongur ljóðtøknin fyri. Annleggið orkar ikki meira. Støðugt er skrúvað harðari frá, fyri at Kári skal hoyrast gjøgnum felagssangin, men nú orkar tað ikki longur. Tann, ið skal taka sær av ljóðinum, er ikki at finna nakrastaðni. Súrliga náttin í Keypmannahavn hevur fevnt hann. So ein annar ljóðkønur fer upp á pallin og hjálpir tað, ið hann kann. Hvørki Kári ella fólkið hava hug at løtan skal enda.

Annleggið verður lappa nøkurlunda, og Kári fær spælt eitt lag afturat. Hann roynir nú at sleppa av pallinum, men áskoðarfjøldin vil hava meira. Lurtaraynskið er at hoyra Súrligar nætur enn eina ferð. Kári tekur aftur gittaran í hond, og spælir lagið. Hetta er eitt virðiligt punktum á eini uppliving, ið var gandakend fyri bæði Kára og áskoðararnar.

Kári tykist eitt sindur rørdur av upplivingini, men hvør hevði ikki verið tað. At uppliva, at fólk, ið ikki vóru fødd, tá tú skrivaði løgini, syngja hvørja reglu og hvørt orð av fullum hjarta.

 

Spælistaðið Skarv

Hetta er fimta vikuskiftið á rað, at Skarv skipar fyri tiltøkum við livandi tónleiki. Hetta síðan Skarv lat upp aftur eftir fleiri ár, har best umtókta dansistaðið hjá føroyingum gjøgnum tíðirnar var afturlatið, við Edmundi Sofus Jacobsen hevur Skarv fingið eina eldsál, ið lyftir vertshúsið upp á eitt hægrið støðið.

 

One thought on “Súrlig men gandakend nátt í Keypmannahavn”

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *