Spurningurin um, hvør støða kann metast at vera eitt undantak, er høvuðsorsøkin til, at Mentamálaráðið og Studentaskúla og HF-lærara enn ikki hava skrivað undir nýggjan sáttmála.
Ósemjan í Hoydølum
Orsøkin til ósemjuna millum Mentamálaráðið og Yrkisfelag Studentaskúla og HF-lærara er at finna í upptøkuni í fjør summar. Tá vórðu 77 næmingar tiknir upp á málsligu deild á Føroya Studentaskúla og HF-skeiðið. Tá hægsta mark fyri næmingatal er 24 næmingar, var talið ov høgt til tríggjar flokkar. Mentamálaráðið metti hetta vera eina undantaksstøðu og kundi tí sambært protokollati frá 14. mai 2001, fara upp um vanliga næmingahámarkið í hvørjum flokki. Áðrenn myndugleikin tekur avgerð um hetta, skal málið verða sent Yrkisfelag Studentaskúla og HF-lærara til ummælis. Men í hesum føri var Yrkisfelagið ikki samt í, at talan var um undantak, men heldur um eina skipaða ætlan. Mentamálaráðið valdi, tó at halda fast í síni avgerð, og tók stig til at 3 flokkar vóru á málsligudeild.
Tá vit spurdu í Mentamálaráðnum í morgun, var henda sama orsøk førd fram. Vit fingu innlit í bræv, ið varð sent til Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara 2. oktober í fjør. Her stendur: “Tað, at felagið leggur arbeiðið niður, tí felagið er ikki samt í tulkingini hjá arbeiðsgevaranum, tað er ikki tað sama, sum at leggja arbeiðið niður, tí sáttmálaloysi er. Sáttmálasamráðingar hava ikki verið millum Fíggjarmálaráðið og Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara um nýggjan sáttmála.”