Braquet fer í næstum á konsertferð í USA, higartil eru 15 konsertir á skránni, sigur gittarleikarin í bólkinum Arni Zachariassen. Men hetta kann gerast enn fleiri. Fyrsta konsertin er beint uttanfyri Chicago á Cornerstone Festival, ið er ein tann størsti kristni festivalurin í heiminum, við fleiri enn 25.000 vitjandi
Síðan ferð bólkurin við bussi runt í USA í ein mánaða ella so. “Um alt gongur eftir ætlan, fara vit at spæla hvønn dag á konsertferðini og fara bara at hava ein dag frí.” sigur Arni Zachariassen í einum innleggi á heimasíðuni kjak.fo
Bólkurin arbeiður eisini við ætlanum at spæla í øðrum londum. Ætlanin er somuleiðis at fara í upptøkuhøli aftan á ferðina, men enn er ikki tikin endalig avgerð um hetta.
Men Braquet hevur brúk fyri hjálp, og siga soleiðis: Vit eru slopnir við í eina kapping á Cornerstone, sum eitur New Band Showcase. Um vit vinna, sleppa vit at spæla á hövðuspallinum, framman fyri 15.000 fólkum og nógvum plátufelögum. Men fyri at vinna, mugu vit fáa atkvöður. Tí heita vit á tykkum, kæru vinir, um hjálp. Far her: http://www.cornerstonefestival.com/users/newbandshowcase.cfm Skriva teg upp og stemma so. Man fær ikki spam sendandi, so ver ikki bangin. Vit í Braquet hövdu verið ótrúliga glaðir um tit kundu hjálpt okkum. Vit kláraðu tað við Makrel.. Hví ikki við Braquet?