Planet.fo, 100 mannfólk og 500 konufólk upplivdu eitt rokkbrak av eini konsert, tá Johnny Deluxe fóru á pallin í einum útseldum Pumpihúsi í Keypmannahavn.
Konsert
Tá Søren og Noam úr Johnny Deluxe spældu á Planet Awards í januar, var tjúkt av føroyskum konufólki framman fyri pallin. Teir báðir vøkru ungu menninir spældu sín lætta popp beint inn í føroysku kvinnuhjørtuni, framborin víð vøkrum sangi og fittum kassagittarspæli.
Herfyri var Planet.fo boðið við, tá Johnny Deluxe spældu fyri einum fullkomiliga útseldum Pumpihúsið eitt hanagleiv frá Ráðhúsplássinum mitt í danska høvuðsstaðnum.
Í frakka og myrkamorreyðari troyggju
Tá vit komu á dyrnar góðar 5 minuttir eftir, at konsertin var byrjað, stóð á einum stórum skelti, UDSOLGT. Hetta vistu vit í forvegin, men meira merkisvert var, at sama skelti hekk í klædnagoymsluni. Tað er ikki oftari enn so, at ein klædnagoymsla er full. Tá vit í frakka og myrkamorreyðari troyggju komu inn í sjálvan konsertsalin sóu vit orsøkina. Salurin var á tremur við veitslupyntaðum konufólki. Bert hendinga mannfólk var at síggja millum áskoðararnar.
Eitt rokkbrak
Á pallinum runnu gittarleikarin Søren og bassleikarin Jakob sum ódnarveður runt, meðan sangarin Noam stóð mitt á pallinum og hevði alla áskoðarafjøldina í sínum lógva.
Vit, ið einans kendu bólkin frá vælframleiddum poppfløgum og eini konsert við kassagittarum á Planet Awards, vórðu tiknir av bóli. Bólkurin rokkaði. Løgini vóru latin úr sínum pena popphami, og tónleikurin var melidiøsur rokkur við nógvari orku.
500 munnar í skríggja í senn
Framførslan var lívlíg og festlig. Bólkurin spældi síni fangandi poppløg sum: “Du ligner en million”, “Sommeren er forbi”, “Lille hypokonder” og syngi við slagarin “Vi vil ha mer’”. Tað vóru tó serliga løgini “Elskovspony”, “Drenge Som Mig” og “Drømmer Jeg”, ið fingu allan salin at kóka, umframt teirra frálíka tolking av Kim Larsen lagnum Joanna. Bólkurin hevur í tolkingini megnað at gera eitt so kent lag til sítt egna.
Samanumtikið var gott lív í alla konsertina. Men tað var ikki eitt lag, ið fekk allar størstu reaktiónina frá áskoðarunum. Óljóðið var øgiligt. Eg kendi meg deyvan eina góða løtu aftan á. 500 konufólkarøddir skríggjaðu av ovfarakæti, tá Noam lat seg úr skjúrtini og stóð í berari undirtroyggju.
Eisini okkurt fyri mannfólki
Vit mundu vera eini 100 mannfólk í hølunum, flest øll vóru har saman við damunum. Vit skríggjaðu ikki líka hart, tá Noam fór úr skjúrtini, men eisini vit fingu eina góða konsertuppliving. Bólkurin spældi heilt væl. Konsertin var eitt sindur órógvað av vánaligu ljóðumstøðunum í Pumpehúsinum, men hetta gjørdist betur við tíðini, ella kanska vandu oyrini seg bara við at ljóðblanda annarleiðis.
Tað var pallframførslan, ið veruliga lyfti konsertina upp um tað vanliga. Tónleikararnir góvu seg fult út alla tíðina. Meðan Noam hevði fatur í øllum áhoyrarunum. Her var talan um eitt bland av karisma og arbeiðsorku, ið bara riggaði. Onkuntíð spældi hann gittar onkuntíð ikki, men alla tíðina meistraði hann kynstrið at koma út um pallkantin.
Við sær hevði Johnny Deluxe kórsangarinnuna Gry Trampedach, ið er hevur sungið kór við bólkinum í rættiliga fitta tíð. Hon lyfti eisini framførsluna við sínum góðu kórrøddum. Men hennara veikleikar komu til sjóndar, tá hon sang leiklutin hjá svensku Anne Nordell í “Drømmer Jeg”. Røddin hjá Gry er stutt sagt ikki nóg spennandi at bera ein so stóran leiklut.
Annlit til annlit við ein seyð
Aftan á konsertina hittu vit Noam, Søren, Jakob og Morten. Noam og Søren takkaðu fyri seinast, og søgdu, at túrurin til Føroyar hevði verið fantastiskur. “Vit vilja svakliga gjarna sleppa aftur til Føroyar”, segði Noam “Vit tosa við onkran festival har uppi og vónandi verður tað veruleiki”, segði hann. Hann greiddi eisini frá, at hann hevði eitt ynski, um hann slapp til Føroyar aftur. Tað var at standa annlit til annlit við ein seyð. Hann segði, at hann hevði sæð nógvan seyð á ferðini í Føroyum í januar, men hevði ongantíð verið nær einum. Eisini trummuleikarin Morten segði, seg vóna, at Føroya ferðin fór at gerast veruleiki. Tí hann hevði hoyrt so nógv gott um túrin hjá hinum báðum.
One thought on “Tá 500 kvinnur skríggja í senn”